Saman við essayistinum Frank Wu arbeiðir fotografurin Benjamin Rasmussen, sum sæst omanfyri, við bókini The Good Citizen, ið kavar í eitt amerikanskt tjóðskaparligt trauma, og leitar eftir ábendingum og orsøkum til ógvusligu skottilburðirnar, sum síðan 1999, hava fingið tilsipandi heitið, evfemismuna, Columbine, sum í dag merkir skúladráp, school shooting.
Í bókini hevur Benjamin avmyndað Sue Klebold, ið er mamma annan drápsmannin. - The guilt one feels doesn’t fit in a room, it’s so huge, sigur mamman.
- Við undirheitinum "Photographs and essays exploring how American society came to be what it is today", hyggja vit í bókini The Good Citizen eftir sambandinum millum søguliga harðskapin í lynsjing í amerikansku suðurstatunum, og hvussu tann atferðin flutti inn um dyrnar í skúlanum og skapti skúladráp.
Tað var í eini grein í Rolling Stone, at eg varnaðist bókina hjá Benjamin. Kenda amerikanska tónleikablaðið hevði portrettmynd av yvirlivaranum Ivy Schamis, sum Benjamin hevði tikið í 2019, eitt ár eftir skúladrápini í Parkland í Florida, har fjúrtan næmingar og trý starvsfólk vórðu dripin, meðan hon undirvísti um Holocaust.
Teksturin, sum fylgir myndini, er ikki tikin úr einum fiktivum rithøvundaheimi, men eru faklig orð úr vegleiðandi teksti, Homicidal Thoughts and Urges, sum drápsmaðurin, Nikolas Cruz, sjálvur las fimm dagar fyri illgerðina:
”The fantasy of hurting others is a power-based fantasy. It stems from the desire to have more control over others. It’s good that you have made your parents aware of this problem. It significantly increases the likelihood of a cure.”
Í mong ár havi eg havt ta gleði at kenna og kunna samskifta við amerikanskar fotografar, sum vitja í Føroyum, og ikki himprast fyri at endavenda hvíta mannfólkamentan, og beint fram siga, hvussu tey fata umheimin. Ein teirra er Bill Schwab úr Harbor Springs í Michigan. Mikudagin skrivaði hann soleiðis á Facebook:
”As I get older I’m increasingly stunned by the fact that Republicans claim to care enough of life to take away a woman’s choice in matters of birth, yet they will give any person an assault weapon without a background check or even a license in some states in order to kill our children once they are born. It’s criminal.”
Orsøkin er skúladrápini í lítla amerikanska marknaðarbýnum Uvalde, vestanfyri San Antonio og The Alamo í Texas, har átjan ára gamli byrsumaðurin, Salvador Ramos, skeyt og drap nítjan skúlabørn og tveir lærarar. Ein illgerð, sum skakar og fer um øll mørk og miðlar, uttan at hon á nakran hátt gevur meining, tí partarnir draga á bæði, annan vegin hin beri og blektaði persónligi óndskapur, sum eingin kann vara seg fyri, og hin vegin ikki bara rætturin, men tjóðskaparliga skyldan at bera vápn og verja teg og tíni.
Hetta er amerikanski karmurin og innlagda forbannilsið, nú tú eftir koronastongsilin aftur ætlar at koyra ein biltúr í nýggja heiminum, ið bygdi á frælsi hins einstaka. Skal eg tora?
Mest briljanta løta at lýsa akkurát hesa patriotisku borgaraskyldu, sum grípur so djúpt inn í amerikansku fólkasálina, minnist eg úr filminum Fugl Fønix (1984) hjá danska leikstjóranum Jon Bang Carlsen, sum ókeypis sæst á Filmstriben. Vísti hann í skúlanum í Fuglafirði, tá Listafólkastevna var har í 1985.
Í Denver, Colordo býr meistarafotografurin Benjamin Rasmussen, sum er ættaður úr Klaksvík. Eins og Bárður Eklund, ið hevur nátt forsíður sum Le Figaro, so hava fotomyndir hjá Benjamin verið at sæð í Rolling Stone, størstu amerikansku avísunum og á forsíðuni á Time, tá Trump bjóðaði Benjamin at fylgja við og taka myndir, nú forsetin flutti inn í Hvítu Húsini.
- My parents moved to the Philippines when I was one, and I lived there until moving to the US after finishing high school. My passports, an American one I got because of my mom and because of being born in Baltimore, and a Danish/Faroese one from my dad, were constant companions during the never ending visa renewals of my childhood. The Good Citizen started as an attempt to understand why I was so readily accepted into American society upon moving back as an adult. What is it about the structures of American law and culture that allow someone like me, an outsider, full access to something withheld from so many others? I realized after living in the US for a decade that my own whiteness meant that my place in society would never be questioned. So I spent the following decade trying to learn how that came about and at whose expense.
Bókin kemur út í heyst og vónandi verður ein fotoframsýning við bókasølu í Føroyum eisini, sigur Benjamin í kjalarvørrinum á skakandi tíðindunum um skúladrápini í Texas í vikuni.
The Good Citizen fæst eisini í forsølu.
Kendi fotografurin Mike Belleme úr Asheville í North Carolina skrivar soleiðis um nýggju bókina hjá Benjamin Rasmussen og Frank Wu:
- It's an incredible collaborative inquisition into the history of the United States and how that history has shaped the current dynamics of who is and isn't "American", who has been invited into what spaces, and how race and identity plays into that. It approaches these questions both from a scholarly/intellectual angle as well as an on the ground, human perspective. I can't wait to get my hands on this book!
Í meðan kunnu vit fylgja við fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, sum í gjárkvøldið helt mikið fagnaða røðu í amerikanska Landsbyrsufelagnum, National Rifle Association, sum varð hildin í Houston, Texas.
Her fanst fyrrverandi forsetin at amerikansku stjórnini, sum setti kríggið í fjara Ukraina fremri enn trygdina hjá skúlabørnum í heimbygdini.
- Vit kunnu ikki vara okkum fyri villfarnum persónligum óndskapi, men vit kunnu tryggja skúlarnar við metalldetektorum og vápnaðum vaktum í samstarvi við NRI, segði forsetin eftir at hava lisið nøvnini á teim dripnu við kirkjuklokkuljóðið millum hvørt navn.
Tað USA, sum eg við Gram Parsons og The New Soft Shoe í háttalaranum upplivdi eftir Highway One í California fyri áratíggjum síðan, er í dag eitt nógv kompleksari samfelag, har stættarstríðið støðugt vísir nýggjar tenn og fær vanlukkuligar fylgjur fyri púra ósek skúlabørn. Veit ikki, um et tori at koyra í bili aftur í USA. God only knows.