Skip to main content

Matmarknaður í Vágsbotni


Her er Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen avmynda frammanfyri reyða vogninum hjá Sólfinni Danielsen við nátúrvíni sunnudagin á nýggja plattinum í Vágsbotni, har hon samskipaði Matmarknað við hágóðskuvørum.

- Her er bara føroyskur matur, sigur Sunniva, sum hevur Matkovan, og vísur á nýskapandi tebrøv við eksotiskum smakki.

Matmarknaðurin er fyrsta royndin, tað eg veit, í hesum nýggja umhvørvi í krossfeltinum millum Hvonn, Tarv, Eta og Sirkus, eftir at fólkahetjan Nólsoyar Páll varð tikin niður, og nú verður settur upp aftur á einum steini ein metur ella so úr landi í sama umhvørvi.

- Vit hava havt nakrar marknaðir fyrr, og ætlanin er at skipa fyri fleiri marknaðum um árið, at skapa kontinuitet, so bæði framleiðarar og keyparar vita um marknaðin, sigur Sunniva. 

- Matmarknaðirnir eru bæði eitt gott høvi og ein góður staður hjá keyparum at finna staðbundnar vørur í árstíðini, vit eru í, og at stuðla framleiðarunum beinleiðis. At framleiðarar og keyparar hitta hvønn annan á marknaðinum, fremur eisini virðingina fyri framleiðarunum og vørunum. Uttanlands, serliga sunnarlaga, eru marknaðirnir partur av matmentanini og gerandislívinum hjá fólki - har keypir mann inn ein dag um vikuna - og tí hava marknaðirnir stóran sosialan, mentanarligan, búsksparligan og umhvørvisligan týdning. Vit vóna at kunna menna eina tílíka marknaðarmentan í Føroyum, sigur Sunniva, sum leggur afturat, at ætlanin er at hava ein marknað aftur í august, tá mairøturnar og annað grønt er tikið upp.