Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Nám

Zimbardo er gud!

Klipp frá Netflixfilminum “The Stanford Prison Experiment” (2015), har illa tiltuskaði fangin gevur seg undir hin tyranniska og forfengiliga sálarfrøðingin, Doktor Philip Zimbardo (Billy Crudup), í Stanford-kjallaranum í 1971. Fangin, sum ikki sæst í myndini, eigur ovara setningin og sálarfrøðingurin hin niðara.  Í longri tíð hava starvsfelagar tosa um royndina hjá amerikanska sálarfrøðinginum, Dr. Philip Zimbardo, í kjallaranum á Stanford Universitetinum í 1971, har 24 lesandi hvítir menn skuldu velja at spæla antin fangar ella fangavørar í fjúrtan dagar, fyri fimtan dollars um dagin, meðan summarferia var og eingin helt uppsýn. Í San Francisco hevur eini starvsfelagin vitjað Zimbardo heima og etið døgurða saman við honum. Í dag er hann 87 ára gamal og hevur undirvíst á Stanford University í 50 ár, heilt frá 1968. Zimbardo er beinleiðis orsøkin til, at Nám er sloppið at arbeiða við sálarfrøðitilfari á netinum um gerandishetjur við støði í Hero Imagination Project . Tí bleiv eg serliga

Sangfilmur vann kapping hjá Námi

Í gjárkvøldið vann 20y á Glasi kappingina hjá Námi við stuttfilminum "Havið er eitt mysterium" . Tólv filmar frá miðnámsskúlum kring landið vóru við í stuttfilmskappingini um 30.000 krónur frá Námi um besta filmin um Heimsmál nummar 14, sum er um lívið í havinum. Aftaná filmsýningina savnaðust øll í flokkinum framman fyri pallinum í Havnar Bio og sungu sangin "Havið er eitt mysterium" , sum er kjarnin í filminum. Eitt perfect match Árni Øregaard, sum er formaður í dómsnevndini, segði, at í dómsnevndini hava tey verið samd um, at filmkamera, kanska bara í eini fartelefon, og hvussu vit umsita havið, hevur verið eitt perfect mact.  ”Mest sum øll hava fangað evnið og sett tað í sama karm - tað er at blaka eina plastfløsku í havið og væntað at hon bara hvørvir. Men gjøgnum prosessina hava øll lært, at tað ringasta vit kunnu gera, er “at koyra á vestfallið”. At blaka burturkast í havið, og vænta at tað hvørvir og ongastaðni og ongatíð sæst aftur. Hetta fata vit sum ein

Hugtakandi, hvussu langt skúlarnir eru komnir

- Tað er hugtakandi, hvussu langt skúlarnir eru komnir, einsamallir og í onkrum føri í avmarkaðum samstarvi, tá tað snýr seg um at brúka kt í læruhøpi og til lestrarfyrisitingarligar uppgávur. Men enn eru nógvir ótroyttir møguleikar í breiðum og djúpari felagsskapi, ið kann røkka tvørtur um skúlar og partar av sektorum. Fyri mær er tað sjálvsagt, at undirvísingargeirin setir sær fyri at viðgera hesi viðurskifti nærri og nágreiniligari í komandi árum. Tað sigur ph.d Steffen Löfvall, sum týsdagin stóð fyri einum visiónsseminari hjá Námi um kt didaktikk, ella kt frálærufrøði, í undirvísingini nú og komandi. Steffen er stjóri í Copenhagen Learning ApS og hevur staðið fyri strategi- og prosessleiðsluni í nýggju kt heildarætlanini hjá Undirvísingarstýrinum.  Koronastøðan avmarkaði talið til hundrað fólk, sum leiðslurnar í fólkaskúla, miðnámi, vinnuskúla og fróðskaparsetri høvdu valt at møta til fyrsta seminar um kt í skúlanum. - Tað eru fleiri aktuellar hendingar, ið nú hava gjørt tað serlig

Meðan vit bíða eftir tunlinum

Dagsins hetja, Teitur Samuelsen, fotograferaður við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum í dag.  Í Námi hava vit arbeitt við undirvísingartilfari til Snar um nýggju farleiðina, sum fer at knýta Havnina saman við Eysturoynni, og gera eina søguliga nýggja meginlinju av flogvøllinum, um høvuðsstaðin, til Runavíkar og heilt til Klaksvíkar og aftur. Eitt søguligt knýti, ið ger flestu fólk og bilar í landinum so ómetaliga nógv meira flytbar enn nakrantíð fyrr. Ja, enska orðið mobility fer heilt vist at fáa nýggjan týdning og nýggja nýtslu í føroyska veruleikanum. Flytleiki og flytføri sum orðabókin sigur.  Í morgun skeyt starvsfelagin, Rói Joensen, upp, at vit burdu farið at fotografera í tí meir enn 11 kilometur langa Eysturoyartunnlinum, so undirvísingartilfarið eisini kundi verða í myndum og ikki bara í turrum teksti við tungum rokniuppgávum, og tað í góðari tíð innan tunnilin, sum er Føroya størsta verkætlan, letur upp leygardagin hin 19. desember. Tá eru allir skúlar farnir í jólafrí.

Ævintýrið um teldu og kotu

Finska Linda Liukas hevur skrivað bókina Hey Ruby , sum Hendrik Jacobsen hevur umsett og Nám gevur út á Bókadøgunum í næstu viku. Í dag hitti eg Hendrik á arbeiðslpássinum, tí vit báður eru gamlir starvsfelagar. Eg spurdi hann í fartinum, hví henda barnabókin um Ruby er so áhugaverd beint nú? - Tað er hon, tí at hon á ein ævintýrakendan hátt og so leikandi lætt lýsir fyri børnum, hvussu heimurin við innfeldum, kompleksum kt-veruleika er, uttan at brúka ein einasta tíma framman fyri skýggjan. Kortini fært tú eina innføring í og fatan av einum truplum og samansettum bygnaði, sigur Henrik um nýggju bókina og avrikið hjá finska høvundanum, sum hann týðuliga er hugtikin av. - Og so er bókin eitt ævintýr, og so spøl eisini. Høvundurin hevur undirvíst í koting og ger tilsipingar av øllum slag, til dømis til Ruby, sum er eitt mál at kota við, sum møtir Django, sum aftur er eitt kotumál og so framvegis, sigur Hendrik og nevnir fleiri mál at kota við. Hvussu bar tað til at tú fekst hugskotið at

Ása bjóðar skúlalærarum av

At bjóða ullartilfeinginum av, tað er eitt gylt høvi hjá íverksetarum, ið leita eftir góðum hugskotum, sigur fyrrverandi læraraskúlalærarin, Ása Hátún. Tí møguleikarnir eru nógvir, og man ikki eftirspurningurin fara at vísa seg, sigur hon annan vegin retoriskt spyrjandi, og hinvegin miðvíst spinnandi heima í stovuni á Heiðavegi 18 uppi undir Varða í Havn.  Hon er 88, og aldri áður havi eg hildið aldur verið týdningarleysari enn tað sama. Her eru tíggju kvinnur úr fólkaskúlanum á skeið hjá henni, Sonju Schneider og Karinu Toftegaard, at handfara ull til ymisk endamál, telefonlumma at hava um hálsin, ið eisini kann fáa ein heilt persónligan lit, lummin, ið eisini kann verða til chic tasku ella tjekkaðan pung. Endamálið er at geva lærarum íblástur og kunning um ull, serliga føroyska ull, og tøving, sigur Karina, ritstjóri á Námi, sum bjóðar skeiðið, og fyrsta dagin fer at geva út eina stóra bók hjá Ásu um ull.  Skeiðið tekur støðið í júst hesi bókini, Søgur um ull , og vit fara allar at a