Skip to main content

Ævintýrið um teldu og kotu

Finska Linda Liukas hevur skrivað bókina Hey Ruby, sum Hendrik Jacobsen hevur umsett og Nám gevur út á Bókadøgunum í næstu viku.

Í dag hitti eg Hendrik á arbeiðslpássinum, tí vit báður eru gamlir starvsfelagar.

Eg spurdi hann í fartinum, hví henda barnabókin um Ruby er so áhugaverd beint nú?

- Tað er hon, tí at hon á ein ævintýrakendan hátt og so leikandi lætt lýsir fyri børnum, hvussu heimurin við innfeldum, kompleksum kt-veruleika er, uttan at brúka ein einasta tíma framman fyri skýggjan. Kortini fært tú eina innføring í og fatan av einum truplum og samansettum bygnaði, sigur Henrik um nýggju bókina og avrikið hjá finska høvundanum, sum hann týðuliga er hugtikin av.

- Og so er bókin eitt ævintýr, og so spøl eisini. Høvundurin hevur undirvíst í koting og ger tilsipingar av øllum slag, til dømis til Ruby, sum er eitt mál at kota við, sum møtir Django, sum aftur er eitt kotumál og so framvegis, sigur Hendrik og nevnir fleiri mál at kota við.

Hvussu bar tað til at tú fekst hugskotið at týða hesa bókina?

- Eg fekk hugskotið at týða bókina, tá eg royndi at lesa hana fyri abbadóttrini úr enskum, og samstundis royna at týða hana so hvørt. Avbjóðingin í týðingini er, at fáa eitt mál, ella at verða samdur um eitt mál, tá tú tosar um kt, sigur Hendrik og upplýsir, at eisini Málráðið hevur lisið tekstin og er sloppið at laga hann til. 

- Til dømis eitir computational thinking nú á okkara máli "teldulig hugsan". Tað vil siga, at hugsa telduliga, sum ikki merkir, at teldur hugsa, men at tú hugsar soleiðis, at tað kann gerast av eini teldu.


Bókin Hey Ruby verður løgd fram á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum mikudagin 18. november kl 17, tá finski rithøvundurin, Linda Liukas, verður við á skýggja, bæði í fyrilestri og samrøðu. Aftaná verður prát við týðaran, Hendrik Jacobsen.

Fakliga hava tey trý, Ólavur Ellefsen, Píl Reinert og Johnny Lamhauge, viðgjørt bókina, meðan Djóni Dalsgarð hevur staðið fyri málsligu viðgerðini.

Niðanfyri hevur enn ein starvsfelagi, Rói Joensen, avmyndað finsku Lindu Liukas á høvuðspallinum á Bett Show í London í januar í ár. Har møtast skúlafólk úr øllum heiminum at frætta um gongdina í talgildari útgerð, og hvussu hon kann hugsast inn í aktuella veruleikan í skúlanum her og úti í heimi. Næmingar úr Skála skúla vóru eisini á sama palli.