- Tað er hugtakandi, hvussu langt skúlarnir eru komnir, einsamallir og í onkrum føri í avmarkaðum samstarvi, tá tað snýr seg um at brúka kt í læruhøpi og til lestrarfyrisitingarligar uppgávur. Men enn eru nógvir ótroyttir møguleikar í breiðum og djúpari felagsskapi, ið kann røkka tvørtur um skúlar og partar av sektorum. Fyri mær er tað sjálvsagt, at undirvísingargeirin setir sær fyri at viðgera hesi viðurskifti nærri og nágreiniligari í komandi árum.
Tað sigur ph.d Steffen Löfvall, sum týsdagin stóð fyri einum visiónsseminari hjá Námi um kt didaktikk, ella kt frálærufrøði, í undirvísingini nú og komandi. Steffen er stjóri í Copenhagen Learning ApS og hevur staðið fyri strategi- og prosessleiðsluni í nýggju kt heildarætlanini hjá Undirvísingarstýrinum.
Koronastøðan avmarkaði talið til hundrað fólk, sum leiðslurnar í fólkaskúla, miðnámi, vinnuskúla og fróðskaparsetri høvdu valt at møta til fyrsta seminar um kt í skúlanum.
- Tað eru fleiri aktuellar hendingar, ið nú hava gjørt tað serliga viðkomandi at venda eyguni móti kt didaktikki, sigur Tóri Slættalíð, sum er kt ráðgevi í Námi, og var orðstýrari. Sum tað fyrsta nevnir hann koronasmittuna.
- Covid19-tíðarskeiðið hevur givið læringstøkni og talgildum undirvísingartilfari eitt skump, sum ikki var fyrr. Nú eru stundir at savna tær mongu góðu lokalu royndirnar við smidligari undirvísing, har kt hevur verið ein partur, og nýta hesar royndir, nú vit fara at orða framtíðarynski, og seta krøv og mál fyri talgilda undirvísing, sigur Tóri Slættalíð.
Nýtt í hesum høpi var, at kvinnur vóru sjónligar, ikki bara sum áhoyrarar, men eisini í framløgum um egnar royndir at brúka kt í undirvísingini. Í so máta var framløgan hjá Christinu Jensen, sum undirvísir á miðnámi á Kambsdali, hin mest floygda og kveikjandi av øllum eftir mínum tykki.
Gitte Klein, sum er aktuell við bókini ”Talgilda framtíðin”, var eisini millum luttakararnar í kjakinum og bólkarbeiðnum um kt í undirvísingini.
Í setanarrøðuni tók Eyðun Gaard, stjóri í Námi, støði í nýggju kt heildarætlanini hjá Undirvísingarstýrinum.
- Avgerð er tikin um, at mennast skal eitt felags trygt og effektivt kt infrakervi. Ein røð av kt tekniskum uppgávum, sum í dag krevja nógva og stóra serfrøði, verður savnað í ein skipanarligan felagsskap - tað, vit nevna Skúlanetið. Hetta merkir samstundis, at skúlarnir verða avlastaðir á kt tekniska økinum, og soleiðis fær kt vørðurin á skúlanum meira tíð til kt didaktiskar uppgávur, segði Eyðun og setti retoriska spurningin ”Hví hevur tað týdning at nevna hetta í dag?”
- Jú, vit halda, at tað er týdningarmikið, at hesar skipanir og kt felagsskapir ikki bert vera allýstir av tekniskum serfrøðingum. Krøv til funktionalitet og nýtslu eiga eisini at vera allýst av undirvísarum og kt vegleiðarum, tí tað eru lærararnir, ið skulu brúka loysnirnar í gerandisdegnum. Og tí verður tað neyðugt at vera sera ítøkiligur við tí kt didaktisku vitanini og tilráðingunum. Soleiðis kunna væl formuleraðar kt didaktiskar visiónir fáa stóran týdning fyri, hvussu tann planlagda kt verkætlanin fer at mennast víðari, segði Eyðun, sum endaði setanarrøðuna á visjónsseminarinum við at staðfesta, at vit eru øll samantvunnin í útbúgvingarskipanini.
- Næmingar flyta frá fólkaskúlanum yvir í miðnámsskúlaskipanina og frá henni fara næmingar víðari til aðrar hægri útbúgvingar. Og Fróðskaparsetrið gevur okkum í síðsta enda eisini fólkaskúlalærarar og ávísar miðnámsskúlalærarar útaftur í skipanina. So á mangan hátt kunnu vit tosa um flytingar millum skipanirnar og fakliga samvirkan tvørtur um skipanirnar.
Tóri Slættalið, sum hevði fyrireika dagin, sigur, at eftir seminarið verður tilfarið savnað og skrivað liðugt.
- Visiónsarbeiðið endar tó ikki við hesum eina degi. Hildið verður fram at definera kt didaktikk í føroyska undirvísingargeiranum. Í so máta var hesin dagurin, 1. desember, eitt byrjanarskot til eina nýggja fatan av, hvussu vit skulu brúka kt, sigur Tóri Slættalíð.