Skip to main content

Ása bjóðar skúlalærarum av

At bjóða ullartilfeinginum av, tað er eitt gylt høvi hjá íverksetarum, ið leita eftir góðum hugskotum, sigur fyrrverandi læraraskúlalærarin, Ása Hátún. Tí møguleikarnir eru nógvir, og man ikki eftirspurningurin fara at vísa seg, sigur hon annan vegin retoriskt spyrjandi, og hinvegin miðvíst spinnandi heima í stovuni á Heiðavegi 18 uppi undir Varða í Havn. 

Hon er 88, og aldri áður havi eg hildið aldur verið týdningarleysari enn tað sama.

Her eru tíggju kvinnur úr fólkaskúlanum á skeið hjá henni, Sonju Schneider og Karinu Toftegaard, at handfara ull til ymisk endamál, telefonlumma at hava um hálsin, ið eisini kann fáa ein heilt persónligan lit, lummin, ið eisini kann verða til chic tasku ella tjekkaðan pung.

Endamálið er at geva lærarum íblástur og kunning um ull, serliga føroyska ull, og tøving, sigur Karina, ritstjóri á Námi, sum bjóðar skeiðið, og fyrsta dagin fer at geva út eina stóra bók hjá Ásu um ull. 

Skeiðið tekur støðið í júst hesi bókini, Søgur um ull, og vit fara allar at arbeiða saman um ull og tøving, soleiðis at vit læra av hvørjum øðrum og fáa íblástur, siga tær báðar Karina og Sonja, sum hevur lagt bókina til rættis og er lærari á skeiðnum saman við Ásu.

Tað krevjast eingir serligir førleikar uttan forvitni um, hvussu ull kann brúkast í undirvísing, og so ein rímuligur hugur til at eksperimentera, siga tær báðar í kjallaranum hjá Ásu, sum fyrr vara tónleikarúm hjá Ólavi Hátún, sála. Nú eru kvinnurnar slopnar til.

Seyðurin hevur nógva og góða ull, og føroyingar hava gjøgnum øldir gagnnýtt hvørt ullarstrá. Kunnleikin um ullina hevur livað frá ættarliði til ættarlið, sum lívið sjálvt. Vit eiga enn hetta ullartilfeingið. 

Men vit brúka tað ikki nóg væl, hóast bæði møguleikarnir og dygdirnar eru nógvar. Hetta er tað, komandi bókin skal snúgva seg um. At vísa grundleggjandi arbeiðshættir til fjølbroytt virksemi við ull, sum eisini hóskar til nútíðarsamfelagið.

Handverkmentan er altjóða mentan, sum bjóðar til samskifti nær og fjar. Nú á døgum vita vit meira um, hvussu aðrar mentanir handfara sína ull, og vit kunna læra almikið. Ullarmentan tvørtur um Asia heilt vestur til Japan hevur eina ríka, elligamla søgu. Og tøvd ull var lívsgrundarlagið hjá nomadufólkunum tvørtur um Asia.

”At loysa úr lagdi“ er tikið við í komandi bókina sum eitt slag av ullar-abc: vask, napping, karðing og spinning. Skinnullin er serliga spennandi, og tí er roting av skinnum tikin við í bókina, um onkur vil royna tað. 

Allir lutirnir í bókini eru úr føroyskari ull. Ása hevur verið hjá bóndanum og fingið ullina, loyst hana úr lagdi og blandað eftir tørvi. 

Handverkið at tøva ull er vorðið vælumtókt, og nógvar bøkur eru um evnið á norrønum, enskum og øðrum málum. Bókin verður ein nýggj roynd við føroysku ullini.

Ullarsløgini, sum fáa mest pláss í bókmentum, eru merino ull úr Australia og Spania og finull úr Finnlandi. Tey hava ongan brodd og eru sera mjúk og tøvast væl og skjótt. Føroyska ullin er ongantíð komin upp í part, men hon hevur sínar serligu dygdir. Ása hevur gjørt samanberingar, og hon heldur, at tann føroyska ullin stendur seg væl.

Kenda amerikanska ullarlistakvinnan, Jorie Johnson, sum hevur sítt arbeiðsstað í Kyoto í Japan, vitjaði í Føroyum í 2008 og hevði skeið í Bø, har tøvt varð úr føroyskari ull. Hon segði: „Tit hava eina heilt serstaka ull, sum er spennandi hjá tøvarum. Serliga er tað samansetingin av tí mjúku rótini og tí síða broddinum, sum gevur eitt hugtakandi spæl í tøvdum verkum."

Eg ivist ikki í, at tøvarar í allari verðini høvdu viljað arbeitt við henni. - Men fyrst mugu tey vita, at hon er til! Ynski hjá okkum, sum fáast við ull, er, at rein, karðað, føroysk ull, natúrlitt og litað, fer at verða sjónlig sum søluvøra, sigur Ása Hátún.

Komandi bókin, Søgur um ull, tvinnar søguna um føroysku ullamentanina saman við altjóða ullamentan. Hon leggur lag á, og vísir á nýggjar møguleikar. Sjálv heldur Ása, at tøvd ull er tilfar, sum ber av øllum. Tað letur seg forma og kann klippast uttan at trefsa. Tað kann tøvast tjúkt og vatnfast og tunt sum lokkanet.

Sonja Schneider hevur lagt til rættis, og maður hennara, Olav Schneider, hevur tikið myndirnar í bókini. Karina Toftegaard er ritstjóri í Námi, sum er forlagið, ið gevur bókina út. Fotomodellir í komandi bókini eru Ása Hátún, Lív Dam, Dina Splidt, Sonja Schneider, Olav Schneider og Katrin á Neystabø.

Sama dag skipa Tóra Joensen og Katrin Gullbein fyri skeiði í handaverk og list við 21 lærarum í skeiðshølunum og í gongini í Námi. Dentur verður lagdur á at nýta ymist tilfar og virka tað til ymiskar lutir. Endamálið er at styrkja myndlistaundirvísingina í fólkaskúlanum, so sum eftirlýst hevur verið eitt nú í grein hjá Námi í Skúlablaðnum í august í ár. Aktivtetirnir á skeiðnum í dag eru bygdir á at menna hugflogið hjá næmingunum og at stimbra sansirnar. Tóra hevur verið ráðgevi í Námi í handaverki og list. Í hennara stað er nú komin Henny G. Dánialsdóttir. Niðanfyri seti eg nakrar myndir frá kreativa skeiðinum í Námi í dag.