Klipp frá Netflixfilminum “The Stanford Prison Experiment” (2015), har illa tiltuskaði fangin gevur seg undir hin tyranniska og forfengiliga sálarfrøðingin, Doktor Philip Zimbardo (Billy Crudup), í Stanford-kjallaranum í 1971. Fangin, sum ikki sæst í myndini, eigur ovara setningin og sálarfrøðingurin hin niðara.
Í longri tíð hava starvsfelagar tosa um royndina hjá amerikanska sálarfrøðinginum, Dr. Philip Zimbardo, í kjallaranum á Stanford Universitetinum í 1971, har 24 lesandi hvítir menn skuldu velja at spæla antin fangar ella fangavørar í fjúrtan dagar, fyri fimtan dollars um dagin, meðan summarferia var og eingin helt uppsýn.
Í San Francisco hevur eini starvsfelagin vitjað Zimbardo heima og etið døgurða saman við honum. Í dag er hann 87 ára gamal og hevur undirvíst á Stanford University í 50 ár, heilt frá 1968. Zimbardo er beinleiðis orsøkin til, at Nám er sloppið at arbeiða við sálarfrøðitilfari á netinum um gerandishetjur við støði í Hero Imagination Project.
Tí bleiv eg serliga forvitin, nú Netflix kunngjørdi, at tey fóru at vísa spælifilmin, sum Kyle Patrick Alvarez gjørdi í 2015, The Stanford Prison Experiment. Sama ár vann filmurin virðisløn bæði á Edinburg og Sundance filmstevnuni.
Enn ein spælifilmur, hin sjálvævisøguligi Experimenter: The Stanley Milgram Story (Michael Almereyda), kom fram sama ár. Hann var um líknandi royndir hjá Stanley Milgram í 1961.
Týski filmurin Das Experiment (Oliver Hirschbiegel 2001) byggir á eina líknandi søgu, The Black Box, har Mario Giordiano lýsir eina veruliga hending, ið ikki er ólík henni hjá Zimbardo. Seinni varð filmurin gjørdur umaftur, a remake, í USA við Paul T. Scheuring sum leikstjóra og heitinum The Experiment (2010).
Tað er eitt vælkent tema á filmi, at testa ungfólk, hvussu tey fóta sær, tá einki fótafesti er og øll navagatiónsamboð verða tikin frá teimum. Í so máta er A Clockwork Orange (Stanley Kubrick 1971) mín favorittur, tá listarliga avrikið verður mált í filmiskum termum, tí hetta slag av filmi kann lættliga blíva nokk so studentikost, tá framleiðarin ikki hugsar um, at áskoðarin, sum situr hinumegin senukantin í biohøllini, er ikki lesandi í sálarfrøði.
At víðka um fatanina av Stanford eksperimentinum, kom í 2007 bókin The Lucifer Effect: Understanding How Good People Turn Evil, har sami Zimbardo fyri fyrstu ferð greiddi frá um royndina í 1971. Amazon bókahandilin sigur um bókina, at hon viðger “the mechanisms that make good people do bad things, how moral people can be seduced into acting immorally, and what this says about the line separating good from evil.”
Tað, sum gjørdi bókina serliga viðkomandi í USA, vóru avdúkingarnar í Abu Ghraib fangahúsinum, sum amerikanarar sjálvir stóðu fyri fyrst í hesi øldini. Upprunaliga høvdu bretar bygt fangahúsið dygst við Bagdad í Irak í fimmtiárunum, síðan brúkti Saddam Hussein fangahúsið til terror, tortur og dráp í áttatiárunum, og amerikanarar tóku so yvir, til ræðugerðirnar vórðu avdúkaðar. Alt hetta aktualiseraði royndina hjá Zimbardo í 1971.
Tá amerikanska forsetavalið var í 2016 gjørdi Snar eina undirvísingarliga temasíðu við nógvum brikkum. Ein brikkur var samrøða, sum danska sjónvarpssendingin, Deadline, hevði við amerikanska journalistin Anne Applebaum, sum í einum lesarabrævi í Washington Post helt uppá, at nú stóðu vit við endan á sivilisatiónini, The End of the West. Samrøðan gjørdist uppgáva á Snar til skúlanæmingar um hetta uppáhald, og um eina blaðgrein um sama tematiska evni, sum Heini í Skorini skrivaði í Dimmalætting undir heitinum Farvæl, Evropa! (15. juli 2016).
Hvussu risastórt hetta tema er, skalt tú reisa tað í undirvísingarligum høpi, gekk upp fyri mær, tá somu starvsfelagar, eg nevndi í innganginum, vísa mær á, at sami amerikanski journalistur og Pulitzervinnari, Anne Applebaum, er aktuell við bókini Twilight of Democracy. The Failure of Politics and the Parting of Friends (Penguin 2020), ella á donskum Demokratiets tusmørke - det autoritæres forførende lokken (Kristeligt Dagblads Forlag 2020).
- Tað fasistoida er okkara trúgvi fylgisveinur. Uppgávan er at halda fylgisveininum í tryggari frástøðu, siga starvsfelagarnir, ið kenna bókina og kjakið um hana. Tær arbeiða við nýggjum spennandi nettilfari í sálarfrøði, sum kemur í summar og nemur við hetta evni, gerandishetjur, sum grundfest av Zimbardo.
Okkara gerandisdagur hevur sum aldri áður verið merktur av fastoidari nærveru. Tí eru tílíkir filmar, sum The Stanford Prison Experiment týdningarmiklir at síggja, fyrihalda seg til og at brúka í undirvísingini.
Ein ummælari, Peter Johnson, sigur í New Times í 2018 um filmin The Stanford Prison Experiment: - With too much unchecked power and the right (wrong) conditions, human beings are capable of horrendous evil. That's true of fake jails, as well as real ones.
Sami ummælari nevnir eisini, at sjálvur leiðarin, professarin og doktarin Zimbardo, so sanniliga eisini missir fótafesti:
- It's unbelievable how dark and out of control this fake prison got - but that's the point. I think the underlying takeaway from Alvarez's delivery of this story was not only did the prison guards lose sight of themselves and abuse their power, but so did Zimbardo. It took a demand from his girlfriend Dr. Christina Maslach (Olivia Thirlby), who got a glimpse of what was transpiring, for Zimbardo to realize the simulation needed to end six days in.
Um Zimbardo veruliga er gud, ella hann bara helt tað sjálvur eina løtu í kjallaranum á Stanford í 1971, tað fari eg at lata standa ósvarað í fólkaræðisligu føroysku skýmingini. Ímeðan er upplagt, at tú unnar tær sjálvum tann óhugna, tað veruliga er, at síggja The Stanford Prison Experiment heima í stovuni afturvið kaffi og føstulávintsbollum, tá tú hevur hug. Við øllum slúsum opnum, eisini heimligum tíðargreinum, sum vísa á nýggjar politiskar veruleikar ytst á høgraveinginum, sum vit fyrr ikki hava sæð. Tað skal eg viðganga, at eg veruliga viðmæli!