Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Norðurlandahúsið

Áttanda Geytakvøldið kunngjørt

Leygarkvøldið 15. februar verða Geytavirðislønin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu latnar bestu føroysku stuttfilmunum í Norðurlandahúsinum. Til áttandu filmskappingina eru komnir 20 filmar. Úr innkomnu rúgvuni hevur dómsnevndin valt 8 filmar, sum verða karmurin um Geytakvøldið í ár. Eyðkennið fyri innkomnu filmarnar er dirvi, fjølbroytni og hugurin at ganga nýggjar eksperimenterandi leiðir. Talan er um ymisk filmsløg, sum hvør í sínum lagi tala til ymsar málbólkar. Harumframt royna innkomnu filmarnir at náa ymisk støði í stíli, og størri dentur verður nú lagdur á sjónleikin og leikstjórnanina, eins og filmiska frásøgusnildin verður brúkt elegantari enn fyrr. Tekniskt er góðskan eisini blivin betri, og søgurar eru týðuligari, mest tí at nú verður oftari skorið inn á bein. Úr filmsrúgvuni kann nevnast: Animatiónsfilmar, sum royna nýggj og bersøgin útrykk, eini heimildarfilmurin brúkar nýggjan frásøgumáta, fyri børnum skapa tveir vertir ein øðrvísi heim og í ár er ein sa

The core task is storytelling

Fyri forlagið Sprotan tosaði eg í hálvan tíma við Jan Lamhauge um bókina Svik meðan Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum sunnudagin 24. februar. Nakað av fólki var møtt i høllini og bráddliga bleiv klokkan seks og tíðin var úti. Í prátinum vísti Jan á grundsjónarmiðið um at the core task is storytelling tá hann skrivaði bókina og annars arbeiðir við journalistikki. Trýst á myndina av bókapermuni niðanfyri og hoyr samrøðuna, sum varir hálvan tíma. Fyrr um dagin tosaði eg eisini við donsku Camillu Hübbe og útgávuleiðarin í Námi, Sigfríður Símunarson Sólsker, um bókina NORÐ , sum kom út á donskum í 2017. Tá varð hon vald at vera ein av 10 bestu bókunum við hesi grundgeving hjá Statens Kunstfond: "Ein øðrvísi frásøga um ragnarok, sum bjóðar unga lesaranum inn í verðina hjá norðurlendskari mytologi, og samstundis flættar frásøgan nakrar av avbjóðingunum í okkara samtíð væl inn í søguna. Samstarvið millum tekst og myndir er vakurt og máttmikið og gevur lesaranum eina meiri fullk

Genial marknaðarføring

Koyrir tú eftir Norðara Ringvegnum í Havn í dag, so sært tú í fartinum nakrar hvítar krossar í bønum frammanfyri Norðurlandahúsinum. Teir standa rætt sum í einum gomlum kirkjugarði, eitt sindur ymiskir í vinkli, tí lendið og túgvurnar eru jú so ymiskar, men allir eru teir hvítir og í sama sniði, stødd og profili. Ein elligamal føroyskur kirkjugarðssiður er fluttur inn á økið hjá Føroya fremsta mentanarhúsi, Norðurlandahúsinum. Hvat er hetta fyri nakað, spyrja bilførarar og passasjerar, sum aka framvið í morgunkuldanum, nú eitt følv legðist á breytina. Eru hetta ávaringar um ferð og ferðsludeyða? Havi ongan spurt, men eg haldi meg vita sum amen í gravarkirkjuni, at hetta er ein forlongdur armur, ein røst úr grøvini um tú vilt, frá marknaðardeildini hjá Shakespeareleikinum Hamlet, sum Hans Tórgarð hevur týtt av nýggjum, og sum verður frumframførdur sum ein ektað føroysk jarðarferð í øllum Norðurlandahúsinum í ovurmorgin. Bilettsølan sigst ganga væl. Undirvísingar

Millum filmar

Týsdagin fer Norðurlandahúsið at vísa á stórskíggja í Dansistovuni, hvussu gongst, tá ársins fimm norðurlendsku filmar dystast um norðurlendsku Filmsvirðislønina, sum er 350.000 krónur. Í ár er tað 22 ára gamla suðursámiska Lena Cecilia Sparrok sum handar filmsvirðislønina. Hon hevði briljanta høvuðsleiklutin í svenska filminum Sameblod , sum Amanda Kernell gjørdi í 2016 og Heðin M. Klein innleiddi í Filmsfelagnum. Sjálvur havi eg sæð tríggjar av teim fimm tilnevndu filmunum. Danska filmin Dronningen sá eg í Filmsfelagnum 27. mars í fjør, tá Bárður Højgaard innleiddi. Tá hevði filmurin longu vunnið heimsins størstu filmsvirðisløn, svensku Dragon Award, sum er ein millión krónur. Dronningen er advokatur og umboðar makt, kryddað við ómtandari greði, í donsku yvirstættini. Tað hugtakandi við Dronningen er at kvinnur hava gjørt filmin. Allan vegin ígjøgnum. Í somáta helt eg Holiday vera enn áhugaverdari og í nógv størri mun hava tørv á at verða lyftur fram, sum ein tílík tilnevn

Finnur verður Geytavertur

Meðan útlit eru til at Oscarhandanin fyri fyrstu ferð síðan 1989 verður uttan vert , er púra greitt, at sama vikuskiftið verður Finnur Koba vælupplagdi verturin, tá føroyska Geytatiltakið fer av bakkastokki í eini fulsettari høll í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið hin 23. februar. Við í sjeyndu Geytakappingini eru í ár hesir filmar: 12 (Hanna og Mikkjal Davidsen 1:28 min) Góðastova (Maria Guldbrandsø Tórgarð 17:00 min) Omman (Julia í Kálvalíð 12:00 min) Ikki illa meint (Andrias Høgenni 21:00 min) Julians Stigi (Atli Brix Kamban 17:37 min) Annika (Heiðrik á Heygum 20:00 min) Tyggigummi (Gudmund Helmsdal 4:30 min) Et visit (Sára Wang 14:00 min)

Geytin sjeyndu ferð í 2019

Norðurlandahúsið skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 23. februar í 2019, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Í tíðindaskrivið í dag sigur Norðurlandahúsið, at Geytatiltakið er heilt vist best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd. Um forsøguna til Geytan verður sagt, at tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum filmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt. Niðanfyri sæst abbasonurin, David, sum eftir uppskoti, frá mammuni, Astrid, tilvirkaði standmyndina. Tiltakið, sum skuldi vísa eitt úrval av aktuellari føroyskari filmsgerð, varð fyrstu ferð hildið undir navninum Geytin í Norðurlandahúsinum fyri jól í 2012. Eina tíð vóru trettan

God's Own Country ein perla í Perluni

Bretski filmurin God’s Own Country varð sýndur í Perluni sum partur av Minnilutafilmsstevnuni fríggjakvøldið 31. august. Filmsfelagið, sum samstarvar við árligu filmstevuna, varð í hesum sambandi boðið at innleiða sýningina. Her eru inngangsorðini: Filmsfelagið takkar fyri at verða boðið við til Minnilutafilmstevnuna hjá Nadju, Faroe Islands Int'l Minority Film Festival, á øðrum ári. Vónandi heldur tað fram eins og festivalurin. Filmsfelagið, sum er stovnað í Havnar Bio í 1962, er elsta felag í býnum, ið hevur film sum mál og virkisøkið. Í Filmsfelagnum eru vit sannførd um, at filmur er besti miðil, munadyggasti miðil, skalt tú, umframt at dyrka eina listagrein í sjálvum sær, broyta fatan av einum kompleksum evni. Ikki uppá eingang, men yvir tíð. Var Filmsfelagið ikki so politiskt korrekt, sum tað aloftast - men ikki altíð - er, so høvdu vit sagt, at dagsins filmur er um bónda-bøssar og ein heimlig, tað vil siga evropeisk, versjón av trífalda Oscarvinnaranum Brokeback M

Móttøka fyri Gunn Hernes

Í dag var móttøka fyri Gunn Hernes, nýggja stjóranum í 35 ára gamla Norðurlandahúsinum. Sjálv er hon 41 ára gomul, er úr Moss í Noregi og er útbúgvin innan mentanarfyrisiting. Hon kemur úr einum leiðandi starvi í Norrøna Húsinum í Reykjavík, og hevur arbeitt sum mentanarráðgevi í Bergen Kommunu. Millum mongu fólkini, sum í dag møttu við gávum og blómum at ynskja Gunn Hernes vælkomnari til Føroya, var Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum. Í sambandi við móttøkuna varð Summarframsýningin 2018 sett, og Joanna Johansen beyð nýggja stjóranum vælkomnari vegna stýrið í Norðurlandahúsinum, har Joanna er føroyskur stýrislimur og Tórstein Olsen er starvsfólkaumboð. Gunn Hernes byrjaði fyrstu almennu taluna í Norðurlandahúsinum við at takka starvsfólkunum, øllum teim møttu, og at lýsa sjálvt húsið, millum annað við hesum orðum: Vælkomin! Jeg begynner med det aller viktigste, nemlig å takke! Norðurlandarhúsið skal være et hus for alle, romme og nå ut til hele Færøyene, det

Reyðgløðandi ummæli

Best dámar mær, tá ummæli fara beint eftir málinum og tí, ið øsir ummælaran, sum verður drivin av eini eygleiðing, ið er uttan óneyðug fyrilit, sum í roynd og veru púrt einki hava við ummælið at gera. Tá faklig vitan og djúp indignatión tørna saman í einum reyðgløðandi ummæli. Tað er laaangt síðan at eg havi lisið eitt fyndugt ummæli í einum føroyskum miðili, sum er soleiðis háttað og andliga borið. Men í dag hendi tað. Dimma hevur eitt tílíkt á prenti. Tað er Høgni í Jákupsstovu, ið hevur drúgvar framleiðsluroyndir úr miðlaverðini, sum í dag ummælir Faroese Music Awards (FMA), ið miðla- og mentamastodontarnir báðir, grannahúsini Kringvarpið og Norðurlandahúsið, skipaðu fyri saman við Miðlahúsinum. Gjørdu vertirnir sítt besta, so gjørdu tónleikararnir sítt allarbesta. Tað undirstrikar ummælarin eisini, altso at tónleikararnir gjørdu sítt allarbesta. Men onkuntíð er tað ikki nóg mikið. Og her eri eg so rørandi samdur við ummælaranum. Sum sending, produkt, framleiðsla, var het