Skip to main content

Millum filmar


Týsdagin fer Norðurlandahúsið at vísa á stórskíggja í Dansistovuni, hvussu gongst, tá ársins fimm norðurlendsku filmar dystast um norðurlendsku Filmsvirðislønina, sum er 350.000 krónur. Í ár er tað 22 ára gamla suðursámiska Lena Cecilia Sparrok sum handar filmsvirðislønina. Hon hevði briljanta høvuðsleiklutin í svenska filminum Sameblod, sum Amanda Kernell gjørdi í 2016 og Heðin M. Klein innleiddi í Filmsfelagnum.

Sjálvur havi eg sæð tríggjar av teim fimm tilnevndu filmunum.

Danska filmin Dronningen sá eg í Filmsfelagnum 27. mars í fjør, tá Bárður Højgaard innleiddi. Tá hevði filmurin longu vunnið heimsins størstu filmsvirðisløn, svensku Dragon Award, sum er ein millión krónur. Dronningen er advokatur og umboðar makt, kryddað við ómtandari greði, í donsku yvirstættini. Tað hugtakandi við Dronningen er at kvinnur hava gjørt filmin. Allan vegin ígjøgnum. Í somáta helt eg Holiday vera enn áhugaverdari og í nógv størri mun hava tørv á at verða lyftur fram, sum ein tílík tilnevning altíð elvir til, serliga hjá einum lítlum ella smølum filmi. Í hvussu er í eina tíð.

Danska dómsnevndin hevur skotið Dronningen upp at vinna norðurlendsku Filmsvirðislønina við hesi grundgeving:

Det er virkelig svært at fortælle en historie, der overlader det til publikum at finde motiver hos de medvirkende, og det er især svært, når hovedpersonen har noget så moralsk angribeligt som et seksuelt forhold til sin stedsøn. Men i Dronningen, der i mange henseender bryder med vores vante filmopfattelse, føles den åbenhed helt rigtig. Instruktør May el-Toukhy holder den svære balance og Trine Dyrholm gør sin hovedperson til et gådefuldt, men helt menneske. Dronningen er et frydefuldt chok for øjne og sjæl.

Hin íslendski Hvítur, hvítur dagur er annar filmurin frá Hlyni Pálmasyni, sum fyrstu ferð var frammi við danska Vinterbrødre, sum eisini varð vístur í Filmsfelagnum, eins og hesin nýggi. Hvítur, hvítur dagur, er jólafilmurin í Filmsfelagnum mikudagin hin 11. desember.

Her eru vit í listaliga arthouse umhvørvinum og mugu, antin vit vilja tað ella ei, geva okkum undir listalig krøv, sum almenningurin heldur vera feinsmeckaraslig, tí tey eru munin færri, sum keypa billett og síggja hetta slag av filmi, hvussu dugnaligur biografurin er at vísa tílíkan film og lýsa fyri honum, filminum. Og heilt komiskt verður tað, tá listaliga nýskapandi filmar verða seldir til sjónvarpsstøðir og Netflix at vísa, bara fyri at fáa restfíggingina uppá pláss, tí tær hava ráðini, sjónvarpsstøðirnar og stroymingartænastan, sum er so langt frá biografinum, sum slepst. Ja, summastaðni er biografurin farin í kríggj við stroymingartænastuna, sum til dømis Scorsese við nýggja stórfilminum The Irishman. Tí haldi eg ikki at hesin filmur fer at vinna. Hann er ov lítið fólksligur og ov listaligur, og so hava íslendingar so oftani vunnið norðurlendsku filmsvirðislønina. Kanska duga teir ov væl at tala fyri seg.

Íslendska dómsnevndin hevur skotið Hvítan, hvítan dag upp við hesi rættuliga drúgvu grundgeving:

Í Hvítum, hvítum degi fjallar leikstjórinn Hlynur Pálmason um sálarkreppu miðaldra lögreglustjóra sem missir eiginkonu sína sviplega. Ingimar er ófær um að gefa sig sorginni á vald og verður smám saman að skapillum einbúa sem leggur enga rækt við persónuleg tengsl, að frátöldu hjartnæmu sambandi við dótturdóttur sína. Karlmennskan er áberandi stef í myndinni en Ingimar er fjötraður af eigin vanmætti til að eiga afdráttarlaus samskipti við samstarfsfólk sitt, sem og dóttur sína og dótturdóttur, sem vilja sækja til hans samúð og stuðning á tímum mikillar sorgar. Sálarlíf Ingimars endurspeglast í sjónrænni frásagnaraðferð myndarinnar sem er í senn kynleg og ljóðræn. Austfjarðaþokan læðir sér niður fjallshlíðarnar og vofir yfir tilveru Ingimars líkt og draugur eða prísund. Viðsjált eðli þokunnar hefur verið umfjöllunarefni margra af helstu listamönnum Íslands og nærvera hennar vísar þannig í tiltekna skynjun sem einkennir íslenska list. Þungamiðja myndarinnar er áhrifamikill leikur Ingvars E. Sigurðssonar sem hins syrgjandi lögreglustjóra. Frammistaða hans sýnir þögla og djúpa örvæntingu Ingimars með hægum og öguðum hætti sem aðeins er á færi reyndustu leikara.  

Norska filmin Blindsone sá eg á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck, har eg heilt feriu hesa tíð í fjør, filmsferiu, og sá nítjan filmar frá týsdegi til leygardag, báðar dagar íroknaðar. Tað er ein filmur í sjálvum sær, at ganga inn og út úr filmum, og skifta orð við onnur um filmarnar, tú sást og nú fert at síggja. At verða millum filmar. Kanska er tað hin besti filmurin. Millum filmar.

Av hesum fimm tilnevndu filmum, har eg bara havi sæð tríggjar, haldi eg at norski Blindsone er tann, sum liggur longst á, og tí er hin mest upplagd vinnarin eftir mínum hjarta. Tí hann liggur longst á.

Hetta er fyrsti filmur hjá leikaranum, Tuva Novotny. Filmurin er one shot út í eitt og er ein tour de force frá tí gerandisliga, sum byrjar í fimleikahøllini í einum skúla, har vit møta púra vanligu gentuni, Thea, ið fylgist heim við vinkonum, sum fara hvør til sítt, hon finnur lyklarnar fram og letur hurðina upp til íbúðina, sum er á fjórðu hædd, har mamman leggur yngra beiggjan at sova, hon ringir til pápan, sum ikki svarar, fer inn í kamarið, skrivar í dagbókina og loypur út av vindeyganum.

Meðan myndatólið uttan steðg tekur okkum við á hesa náðileysu ferð, sum í norska Utøya 22.juli og lutvíst Birdman og Sonur Sauls, varnast tú, at hetta er ein frásøgn um sálarliga órógv og hvussu familja, grannar og sjúkrahúsverk standa saman, tá neyðin er størst og alt er - kanska - ov seint. Tað er júst sum norska dómsnevndin sigur í grundgevingini, at velja henda filmin at vera eina av fimm, sum kappast um virðislønina:

Blindsone er et intenst drama som utvikler seg fra etableringen av et realistisk univers, via situasjonen som skaper sjokk og fortvilelse, til forløsning av hovedkarakterenes traume og angst. Alt fortalt i ett sveip, en lang kameratagning, som skaper imponerende rolleprestasjoner, foto og lyddesign. Tuva Novotnys debutfilm som regissør utnytter filmatiske virkemidler til fortellingens beste.

Finska filmin Aurora og svenska filmin Rekonstruktion Utøya havi eg ikki sæð.

Góða kapping, tí tað er tað, hvørja ferð ein vinnari skal finnast at fáa eina heiðursløn ella virðisløn. Ein kapping. Akkurát sum í ítróttini. Vinnarin er bara ein og fyrsti taparin er nummar tvey. Soleiðis er tað, tá kappast skal.