Leygarkvøldið 15. februar verða Geytavirðislønin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu latnar bestu føroysku stuttfilmunum í Norðurlandahúsinum.
Til áttandu filmskappingina eru komnir 20 filmar. Úr innkomnu rúgvuni hevur dómsnevndin valt 8 filmar, sum verða karmurin um Geytakvøldið í ár.
Eyðkennið fyri innkomnu filmarnar er dirvi, fjølbroytni og hugurin at ganga nýggjar eksperimenterandi leiðir.
Talan er um ymisk filmsløg, sum hvør í sínum lagi tala til ymsar málbólkar. Harumframt royna innkomnu filmarnir at náa ymisk støði í stíli, og størri dentur verður nú lagdur á sjónleikin og leikstjórnanina, eins og filmiska frásøgusnildin verður brúkt elegantari enn fyrr. Tekniskt er góðskan eisini blivin betri, og søgurar eru týðuligari, mest tí at nú verður oftari skorið inn á bein.
Úr filmsrúgvuni kann nevnast: Animatiónsfilmar, sum royna nýggj og bersøgin útrykk, eini heimildarfilmurin brúkar nýggjan frásøgumáta, fyri børnum skapa tveir vertir ein øðrvísi heim og í ár er ein sangleikur fyri fyrstu ferð komin Geytadómsnevndini í hendi.
Fyrr sóust somu evni ofta í fleiri filmum, sum komu til Geytakappingina. Nú sæst skilliga at filmsvinnan hevur fingið betri umstøður, og at hon nú hevur nøkur ár á baki. Eins og í fjør verður vinnarin í Klippfiskakappingini sýndur og úrslit úr Nóllywood eru millum úrvaldu filmarnar.
Geytakvøldið verða hesir filmar vístir:
Pápar mugu ikki forskrekkjast (Jónfinn Stenberg, Klippfiskvinnari 2019, 2:35 min)
1 Við fyrsta eygnabrá (Esther á Fjallinum 2019, 11:30 min)
2 Verkir (Theresa & Karina Jákupsdøtur 2019, 23:29 min)
3 Hví eru vit her? (Búi Dam & Dánjal á Neystabø 2019, 22:00 min)
4 Ósøgd orð (Nóllywood 2019, 9:49 min)
5 Trøllabeiggi (Gudmund Helmsdal 2019, 30:00 min)
6 The River (Atli Brix Kamban 2019, 3:31 min)
7 Smoothie Baby (Nóllywood 2019, 1:40 min)
8 Vit/Kenslur (Nóllywood 2019, 13:53 min)