Meðan útlit eru til at Oscarhandanin fyri fyrstu ferð síðan 1989 verður uttan vert, er púra greitt, at sama vikuskiftið verður Finnur Koba vælupplagdi verturin, tá føroyska Geytatiltakið fer av bakkastokki í eini fulsettari høll í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið hin 23. februar.
Við í sjeyndu Geytakappingini eru í ár hesir filmar:
12 (Hanna og Mikkjal Davidsen 1:28 min)
Góðastova (Maria Guldbrandsø Tórgarð 17:00 min)
Omman (Julia í Kálvalíð 12:00 min)
Ikki illa meint (Andrias Høgenni 21:00 min)
Julians Stigi (Atli Brix Kamban 17:37 min)
Annika (Heiðrik á Heygum 20:00 min)
Tyggigummi (Gudmund Helmsdal 4:30 min)
Et visit (Sára Wang 14:00 min)