Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Tórshavnar kommuna

Ravlitt í Perluni

Um vikuskiftið verður elektronisk sansan og dansan í Perluni niðast í mentanargøtuni í Havn. Dámdi tær stórbara ljóðið frá Jens L. Thomsen við Tjóðsanginum á FMA, so er høvið at hoyra hann aftur í Ravlitt leygarkvøldið. - Ravlitt hevur verid í menning í eina tíð, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. Fyrstu Ravlitt-tiltøkini vóru í Sirkus í november, við nøvnum sum Konsørn, EMP og Lasse T. Jæger, sigur Sunneva og útgreinar tankan um tiltakið. - Ravlitt er ein platformur fyri elektroniskan tónleik í breiðari merking. Bæði tann elektroniska tónleikin, ið fokuserar uppá at dansa, men eisini tann, sum fokuserar uppá at sansa. Ravlitt savnar alt tað stuttliga og tað skeiva, so tað meira perifirera eisini kann koma í fokus. Fríggjakvøldið verður presenterað av Órógv , hvørs mál er ”at forstýra og skelka status quo, at svimja ímóti streyminum og flyta mørkini. Kom við okkum og uppliv tað dissonanta og tað ekstrema, tað sjálsama og tað yvirjarðliga”, siga fyrireikararnir. Fríggjakvøldsskráin

Tjóðleikhús á eystara havnaøki - við rúm fyri biografi!

Á býráðsfundi hóskvøldið kom undan kavi ein bóklingur, Uppskot um heildarætlan fyri eystara havnaøki , sum Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevði latið úr hondum 16. januar.  Bóklingurin elvdi til, at ein rúmlig heildarætlan fyri eystara havnaøki í høvuðsstaðnum, har landsins Tjóðpallur skal byggjast og Skansin enn skal standa órørdur, varð einmælt samtykt á býráðsfundinum. - Málið er nú avgreitt frá okkara síðu, og viðvíkjandi Tjóðpallinum er tað nú upp til mentamálaráðharran at fáa undirtøku í løgtinginum fyri at útvega fígging til og at prosjektera tjóðpallin, segði ein vælnøgdur borgarstjóri, Heðin Mortensen, eftir býráðsfundin hóskvøldið. Bóklingar og ætlanir frá Býarskipanardeildini hava gjøgnum árini verið áhugaverdur lesnaður, tá miðbýurin skuldi definerast og skilmørk setast millum funktiónir, og hvussu markamótið kann hugsast at verða millum fólk og bilar til dømis.   Eg havi klipt nøkur orð úr forvitnisliga bóklinginum, sum Rókur á Snarskivuni gav mær innlit í. Myn

Meðan eg røri í lívsins grýtu

Sum mentabrúkari í Havn legði eg í dag til merkis, at bara tíggju krónur eru á muni, at vitja Listasavnið við føroyskari list í hundrað ár, og síðan at keypa eina kotilett niðri í Irish Pub. Gamaní, eina siðsøguliga eina, ja eina Havnarkotilett við sós og reyðkáli, akkurát sum í Perluni í Vágsbotni fyri hálvtrýss árum síðan.  Annan vegin kann tað merkja, at almenn list verður lítið stuðlað, og roynir at fóta sær í trongum skóm, meðan fólkslig matstovuvinna er væl fyri og nógv vitjað, tí hundraðkrónuseðlarnir sita leysir í lummanum hjá verkamanninum. Júst tað er kenda sitatið frá fyrsta matstovueigara við Steinatún. Um náttina eiga øll ein leysan hundraðkrónuseðil, segði hann, stílskaparin Mouldi. Í dagsljósi í Havn er ikki traditión fyri at tikið verður saman um, hvussu nógv ein myndlistaframsýning umsetti, tá dyrnar stongdu og alt varð selt, íroknað mentastuðulin til somu framleiðslu. Hinvegin er í sama býi sterk sjurnalistisk traditión fyri at viga og meta um hvørja krónu, sum matsto

Lítið hús í lítlum býi

Hjálmar Dam er altavgerandi høvuðsleikarin, ið mest sum einsamallur ber filmin "Illir andar" (Pablo Merín 2018), sum Kringvarpið hevur sýnt tríggjar ferðir um jólini Ummæli av filminum ”Illir andar”: Tað larmar illa, tá leikhússtjórin dregur borð og stól eftir gólvinum í tóma teatursalinum. Eins illa larmar tað, tá kvinnurnar ganga eftir pallinum og gjøgnum øll rúmini í húsinum. Húsini eru ógvuliga sjónlig sum Sjónleikarhúsið í Havn.  Tað er ikki bara gott. Í øllum tómleikanum hoyrir lutfalsliga ungi leikhússtjórin ljóð og sær lutir, sum flyta seg. Illir andar eru farnir at fylla tóma húsið, har hann er og hevur verið einaráðandi. Men eingin er her, og eingin kemur her, forvissa tey fáu fólkini, sum enn eru uttan um hann, hann um. Sum í eini ordiligari ræðusøgu tykist alt forlátið. Skútan er søkkandi.  Men so eru boð eftir honum at spæla við í einum leiki uppi í Norðurlandahúsinum, mentanarliga spjótoddinum í øllum landinum.  Bráddliga hevur professionelli veruleikin uttan fy

Adventsgæs

Fjórða sunnudag í advent er lýtt og stilt. Nógv fólk er at síggja á Boðanesi og øllum teim nýløgdu gøtunum har umkring. Greitt er, at gæsnar eru nógvar, so hevur tú ikki longu bílagt jólagásina, so er kanska eitt høvi á hesum leiðum, hóast eg ivist, nú so stutt er til jóla. Gøtan oman á Hvítasand eru komin væl áleiðis, og kann henda at júst henda gøta fer at taka seg væl út, hóast eg ikki skilji nýkomnu heildarhugsanina hjá kommununi í at gjøgnumgata alt lendið við so nógvum gøtum, nú alt lendið frammanundan er friðhalga at verða partur av eini nútíðar og framtíðar frílendisætlan. Verri er, at á akkurát hesum staði sæst einki til hvíta sandin, sum enn gevur víkini navn. Har er allur hin hvíti sandurin burtur. Í liggjandi táminum er trølsliga áhugavert at ganga niðan við Hoydalsá og síggja, at trøini standa enn, eins og bygningarnir, sum fyrr hýstu studenta- og HF-skúla og søguliga kostdeildin sum er friðað. Meðan trøini fram við ánni bera aldurin væl, er verri við skúlabygningunum í Ho

Jólatrøini eru ikki altíð so vøkur

Eitt jólatræ er ímyndin av jólum, friði, samstarvi og hugna, nú árið rennur út, og øll skulu vísa, hvat kom burturúr. Í Havn er tað kommunan, sum tendrar træið á Vaglinum, og fær okkum at savnast um tað við sangi og røðum undir brandstiganum, har jólamaðurin stendur á ovasta stigi og festir í alla herligheitina. Upprunaliga vóru tað Norrønu feløgini, sum eftir fyrra verðaladarbardaga settu sær fyri at skapa frið í okkara parti av heiminum gjøgnum vinabýir, ið samstarvaðu við kommunustýrið og so eisini persónliga gjøgnum fólksligu Norrønu feløgini.  Tá kom jólatræið í Havn úr vinabýnum Birkerød, sum nú eitir Rudersdal kommuna, hóast vit neyvan hava gloymt V4 táttin um danska træið úr Birkerød. Hinir vinabýirnir eru Asker í Noregi, Eslöv í Svøríki, Jakobstad í Finnlandi og Garðabær í Íslandi.  Vinabýarsamstarvið, sum eisini er úti í stóru verð og á enskum verður kallað Twin Cities, er til enn, men Havnin er farin úr gamla samstarvinum. Í staðin hevur hon tikið upp samstarv við norðurlend

Annar sunnudagur í advent

Sólin stendur lágt, munurin á ljósi og skugga verður hárhvassur, og stutt eftir middag liggur Boðanes í litleysum skugga. Innan vit koma so langt, súgva litirnir mettuna í seg. Upp móti bláa fjørðinum er reyði konteynarin eitt mynsturverk, bara brotið av monotona pelanum, sum í kvøld fer at kasta ljós yvir myrka vegin og ljósa gonguteigin. Lívið er ein førningur við mynstrum. Í Hvamminum, uppi í brekkuni, stendur vakstrarhúsið í eins hvassari kontrast undir Lágargarði og minnir okkum á tíðina og ljósið, sum svinna, nú gøtan fer fram við Boðanesheiminum, og sýnið millum Stong og Eystnes manifesterar seg, sum gekk ellisheimsgøtan heilt út í havsbrúnna. Av tóma kampingplássinum sæst til vinstru handar inn í Eysturoynna við teim eyðkendu kavaklæddu tindunum heilt norður í Sundalagið meðan aldan stillisliga brýtur. Á trøðni hjá Júst hava dúgvurnar savnað seg á tekjuni at njóta tær seinastu strálurnar frá lágu adventssólini. Tyrlan kemur úr Dímun og setir seg á pallin við Hvítasand. Skuggarn

Fyrsti sunnudagur í advent

Einki er sum at skoða mannaskapt inntriv í náttúruna. At síggja hond verða lagda á ótamda náttúru og skapa kultur, tá tær leggja land undir seg, maskinurnar, ið kultivera landið, dumparar, rennugravarar og brøytir. Tað er nakað tølandi við hesum stóru maskinum, sum ótamdar taka niður í órørda bøkkin, ikki minst tá nýlagstur kavi fyrsta sunnudag í advent kámar gerina undir einum jólaligum følvi, hóast hon grafiskt stendur markantari í hvíta kavanum, lendisgerin. Ein hundaeigari fer út eftir gøtuni fram við Hoydalsá. Her er alt sum tað skal vera á hundagøtuni. Við Boðanesi og Hoydalsá sum næsta granna er upplagt at fara ein gongutúr úr Tórsbyrgi í liggjandi góðveðrinum. Lendið er longu gjøgnumgatað av gøtum. Tyrlan setir seg og fer avstað aftur við ferðafólki, og sum eg eygleiði hana, síggi eg eina nýggja breiða gøtu um Boðanesgjógv og út móti Hvítasandi, ið er beint undir tyrlupallinum, har sum havnarfólk fyrr tóku sand, tá tey bygdu og stoyptu. Nú er allur tann hvíti sandur burtur og s