Fjórða sunnudag í advent er lýtt og stilt. Nógv fólk er at síggja á Boðanesi og øllum teim nýløgdu gøtunum har umkring. Greitt er, at gæsnar eru nógvar, so hevur tú ikki longu bílagt jólagásina, so er kanska eitt høvi á hesum leiðum, hóast eg ivist, nú so stutt er til jóla.
Gøtan oman á Hvítasand eru komin væl áleiðis, og kann henda at júst henda gøta fer at taka seg væl út, hóast eg ikki skilji nýkomnu heildarhugsanina hjá kommununi í at gjøgnumgata alt lendið við so nógvum gøtum, nú alt lendið frammanundan er friðhalga at verða partur av eini nútíðar og framtíðar frílendisætlan. Verri er, at á akkurát hesum staði sæst einki til hvíta sandin, sum enn gevur víkini navn. Har er allur hin hvíti sandurin burtur.
Í liggjandi táminum er trølsliga áhugavert at ganga niðan við Hoydalsá og síggja, at trøini standa enn, eins og bygningarnir, sum fyrr hýstu studenta- og HF-skúla og søguliga kostdeildin sum er friðað. Meðan trøini fram við ánni bera aldurin væl, er verri við skúlabygningunum í Hoydølum. Teir eru í dag so ljótir, at eg heldur hyggi hinvegin og fokuseri á trøini fram við ánni. Improviseraðu bygningarnir, sum nú liggja hultur um bultur og eru tað bera órudd, eiga at verða ruddaðir burtur, innan teir verða offur fyri reinari dekadansu og tí fullkomna forfalli, sum nú bara er syndarligt at síggja. Landið eigur. Bæði skommina og bygningarnar.