Um vikuskiftið verður elektronisk sansan og dansan í Perluni niðast í mentanargøtuni í Havn. Dámdi tær stórbara ljóðið frá Jens L. Thomsen við Tjóðsanginum á FMA, so er høvið at hoyra hann aftur í Ravlitt leygarkvøldið.
- Ravlitt hevur verid í menning í eina tíð, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. Fyrstu Ravlitt-tiltøkini vóru í Sirkus í november, við nøvnum sum Konsørn, EMP og Lasse T. Jæger, sigur Sunneva og útgreinar tankan um tiltakið.
- Ravlitt er ein platformur fyri elektroniskan tónleik í breiðari merking. Bæði tann elektroniska tónleikin, ið fokuserar uppá at dansa, men eisini tann, sum fokuserar uppá at sansa. Ravlitt savnar alt tað stuttliga og tað skeiva, so tað meira perifirera eisini kann koma í fokus.
Fríggjakvøldið verður presenterað av Órógv, hvørs mál er ”at forstýra og skelka status quo, at svimja ímóti streyminum og flyta mørkini. Kom við okkum og uppliv tað dissonanta og tað ekstrema, tað sjálsama og tað yvirjarðliga”, siga fyrireikararnir.
Fríggjakvøldsskráin er hzd, Strident, James Blames og Muxes
Leygarkvøldið er ein breið samanseting úr Ravlitt skránni - frá heitum elektronika og acid techno til eksperimenterandi cello og vokal og enn meir, lova fyrireikararnir.
Leygarkvøldsskráin er Katros, Jens L. Thomsen, Hús og Playmo.
Katros er ein elektroniskt eksperimenterandi duo, sum eru Rosanna Lorenzen og Anna Katrin Egilstrøð. Tær arbeiða við manipulering av realljóði við cello og vokali og hava sjónbandalist afturvið.
Tað hevur Jens L. Thomsen eisini. Tá er tað Kirstin Helgadóttir, sum stendur fyri visuellu listini.
Hús er huglagsríkur og ambientur tónleikur, sum dyrkar klang, tekst og umhvarv eins nógv og laglinjur og tað melodiøsa. Sjónbandalistina eigur Høgni Egholm.
Playmo er eitt live sett av Dub og Acid Techno.
Bæði kvøldini eru visuellar innstallatiónir, har summar eru fyri seg og summar sum nevnt saman við tónleikinum.
Brandur Patursson brúkar náttúruna sum motiv, og speglingar sum høvuðsúttrykk, til video. Ljóðið er fyri tað mesta úr vatni‚ men eisini úr øðrum í náttúruni‚ sum so er telduviðgjørt. Innstallatiónirnar hjá Brandi eru bæði fyri seg og saman við tónleikaframførslum.
Kirstin Helgadóttir leggur myndir til tónleikaframførsluna hjá Jens L. Thomsen. Hon brúkar myndatilfar úr Krígssavninum og skapar eina livandi sýning, har hon m.a nevnir franska multimedia listamannin Chris Marker sum íblástur.
Villiam Soo arbeiðir við ljósinnstallatión, og Høgni Egholm ger sjónbandalist til eitt nú framførsluna hjá Hús.
Ravlitt er eitt samstarv millum listafólk, ið eru búsitandi í Føroyum, og sum arbeiða innan áðurnevndu listagreinar. Við framførslum, verkstovum og øðrum átøkum miðar Ravlitt eftir at skapa eitt umhvørvi fyri elektroniskari list í Føroyum og ein pall, har elektroniskur tónleikur og list kann sýnast fram og mennast.
Bæði kvøldini byrja í Perluni klokkan 22:00. Niðanfyri er set up hjá Playmo, sum er mín góði starvsfelagi Dávur Poulsen.