Ummæli av filminum ”Illir andar”:
Tað larmar illa, tá leikhússtjórin dregur borð og stól eftir gólvinum í tóma teatursalinum. Eins illa larmar tað, tá kvinnurnar ganga eftir pallinum og gjøgnum øll rúmini í húsinum. Húsini eru ógvuliga sjónlig sum Sjónleikarhúsið í Havn.
Tað er ikki bara gott.
Í øllum tómleikanum hoyrir lutfalsliga ungi leikhússtjórin ljóð og sær lutir, sum flyta seg. Illir andar eru farnir at fylla tóma húsið, har hann er og hevur verið einaráðandi. Men eingin er her, og eingin kemur her, forvissa tey fáu fólkini, sum enn eru uttan um hann, hann um. Sum í eini ordiligari ræðusøgu tykist alt forlátið. Skútan er søkkandi.
Men so eru boð eftir honum at spæla við í einum leiki uppi í Norðurlandahúsinum, mentanarliga spjótoddinum í øllum landinum.
Bráddliga hevur professionelli veruleikin uttan fyri ringvegin purrað út, og alt hjá amtørunum í miðbýnum fer av skriðuni. Hevur hann ikki gjørt tað fyrr, fer leikhússtjórin nú ordiliga at drekka.
Søgan er ein allegori um eitt hús, har eingin tykist koma og eins lítið hendir, uttan dystir við allareiða innlagdar demonir. ”At bjarga Sjónleikarhúsinum” er ein útsøgn hjá høvuðsleikaranum, eg hefti meg við.
Veit ikki, um eg, eftir at hava sæð filmin trý kvøld á rað í sjónvarpinum um jólini, skal taka hetta ønskriliga neyðarróp í álvara. Veit heldur ikki, um eg skilji rætt, tá eg fati søguna sum eitt kommunalmentanarligt neyðarróp úr einum húsi, sum kvalist í egnum illum andum, tí alt annað er stongt úti, hóast viljin heilt vist hevur verið annarleiðis. Veit ikki.
Men tað er ikki feilurin hjá Hjálmari Dam, at søgan ikki kemur út um pallkantin og sannførir meg um, hvat hon vil mær og hvørja tulkingarleið, eg skal fara við hesi ræðusøgu í einum spøkilsishúsi í dagsljósi, sum við annarleiðis ljósseting kundi nomið við ”The Shining” á heimavølli. Hjálmar ger í hvussu er sítt ítasta at bera søguna gjøgnum teatursalin, foyéruna og øll rúmini í søguliga bygninginum, sum stendur so vakurt sjónligur mitt í Havn, filmiska spøkilsishúsið.
Men sum framleiðsla er filmurin í grundhugsan fyrimyndarligur, ja í roynd og vera eitt mentanarpolitiskt ódnartak uttan líka í allari býarsøguni: elsta Sjónleikarahús í býnum setir atgongumerkjasøluna í veð fyri einum nýggjum filmi, ið er um gamla húsið, tey sjálvi halda til í. Og nýggi filmurin skal so vísast í júst hesum gamla húsinum. Tað er fólksligur mentanarpolitikkur, sum vil nakað. Ítøkiligt og mitt í Havn, har lítið annað enn fótbóltur er til. Eftir hesi tulkingarál er tað ein missur, at Tjóðpallurin ikki verður nevndur.
Vildi ynskt, at søgan fekk flog undir veingirnar. Men tað fær hon ikki. Burtursæð frá páklistraða inn- og útganginum, sum er eins framúr og hann er malplaseraður sum púra skeiv vørulýsing.
Føroyski filmurin, ”Illir andar”, ið er frá 2018, er 73 minuttir. Pablo Merín, sum hevur gjørt hann, er úr Mendoza í Argentina og giftur í Føroyum.