Eitt jólatræ er ímyndin av jólum, friði, samstarvi og hugna, nú árið rennur út, og øll skulu vísa, hvat kom burturúr. Í Havn er tað kommunan, sum tendrar træið á Vaglinum, og fær okkum at savnast um tað við sangi og røðum undir brandstiganum, har jólamaðurin stendur á ovasta stigi og festir í alla herligheitina.
Upprunaliga vóru tað Norrønu feløgini, sum eftir fyrra verðaladarbardaga settu sær fyri at skapa frið í okkara parti av heiminum gjøgnum vinabýir, ið samstarvaðu við kommunustýrið og so eisini persónliga gjøgnum fólksligu Norrønu feløgini.
Tá kom jólatræið í Havn úr vinabýnum Birkerød, sum nú eitir Rudersdal kommuna, hóast vit neyvan hava gloymt V4 táttin um danska træið úr Birkerød. Hinir vinabýirnir eru Asker í Noregi, Eslöv í Svøríki, Jakobstad í Finnlandi og Garðabær í Íslandi.
Vinabýarsamstarvið, sum eisini er úti í stóru verð og á enskum verður kallað Twin Cities, er til enn, men Havnin er farin úr gamla samstarvinum. Í staðin hevur hon tikið upp samstarv við norðurlendsku høvuðsstaðirnar. Í ár var tað nýggjunda ferð, at eitt jólatræ úr Reykjavík varð tendrað á Vaglinum.
Síðan krígslok hevur norski høvuðsstaðurin, Oslo, sent eitt gávutræ úr granni til bretska høvuðsstaðin, London, til minnis um tað góða samstarv, sum var undir krígnum. Síðan 1947 hevur gamla og - oftast - vælvaksna norska jólatræið verði sett á Trafalgar Square, sum er mitt í býnum.
Í ár hevur Londonbúgvin fýlst á, at træið er so ljótt. Tey vilja hava eitt annað træ. Í London hevur jólatræið egna twitter kontu, har fólk kjakast um træið, sum verður sett við síðuna av eini ímynd av jødisku Hannukah høgtíðini. Øll vilja hava sítt.
Hetta við ónøgd um jólatræið er ikki ókent á okkara leiðum heldur. Somu atfinningar hava verið í Havn, tá træið ikki hevur staðið mát til tær vónir, vit hesa ársins tíð knýta at jólum, ársskiftinum og hvussu skarst, innan ársfrágreiðingarnar koma.
Í Facebook bólkinum ”Bara gamlar Havnarmyndir” er jólakortið omanfyri komið fram. Postmenn siga, at kortið hevur verið í brúki heilt til 1967, hóast myndin er nógv eldri, ja helst eldri enn 1963, tá nýggja Ebenezer varð tikið í brúk. Á myndini sæst gamla Ebenezer, sum nú er Berøa í Runavík, fyri endanum á gøtuni. Tað er Ásmundur Poulsen, ið hevur tikið myndina av jólatrænum á Vaglinum hetta árið.