Skip to main content

Posts

Showing posts with the label fótbóltur

Derby í Liverpool

Í dag er derby á Anfield í Liverpool, har lokalu fótbóltsfeløgini Everton og Liverpool møtast. Felagið 4-3-3 skipar fyri útferð til dystin og eg eri við umborð. Fyrstu ferð í lívinum fari eg at taka saman um, ella í minsta lagi at eygleiða, ein dyst og eftirmeta her á The Albert, einasta upprunaliga húsi, sum enn stendur við Anfield. Undir loftinum hanga Merkið og onnur føroysk fótbóltsfløgg. Aftanfyri ítróttarøkið eru føroyskir steinar lagdir í túnið. Spennandi at síggja so kærleiksfullan áhuga í einum fyribrigdi, sum er borið av markleysum áhuga, sum hjá Cat Stevens, har faðir og sonur er gjøgnumgangandi tema. Fótbóltur er navnið á leikinum. Tey bæði grannaliðini hava felags uppruna, stovnað í 1878. Ættartalvan sigur, at Everton flutti til Anfield í 1884 á eitt øki, sum John Houlding, fótbóltsforsetin, tey róptu, átti, umframt at hann frammanundan hevði verið borgarstjóri í býnum. Verjuleikarin í TB, Petur Hammer, 74, sum Vagnur Michelsen á Hvannrók minnist sum skjótan og frálíkan ál

Fótbóltsjournalistikkur

Eftir søguliga fótbóltsúrslitið hjá KÍ á Tórsvølli í gjárkvøldið, hevur eingin í føroysku fótbóltpressuni enn sagt, at Dovregubben fikk brunost , ella Fire pils og en pizza var ikke nokk , ella Ingen roser til Molde , ella Her hjalp hverken bønner fra Hanvold eller Frelserarmeen . Ikki enn. Síggja vit burtur frá kríggi, er tað neyvan nakað sum fótbóltur, ið fær professionellar journalistar at ferðast um landamørk, og í heimamiðlum siga frá um tað, sum fer fram á fólksins grannalandsvølli.  Fyrimyndin er teir larmandi gladiatordystirnir, har trælkaða arbeiðsfólkið er á vøllinum og teir endaleyst ráðandi sita á hægstu rók í Róm. Fyrrverandi koloniveldið, gamle Norge, hevur verið hopleyst at seta niður á yrkisliga partin hjá føroyska fótbóltsspælaranum nú hann í gjárkvøldið vann so ruddiliga.  Pitsaseljari var hann. Elektrikari ein annar. Fyrr vóru teir seyðabøndir. Serliga í donsku kolonipressuni. Kanska er tað so, at journalistikkur í grannalondum altíð fer undir eitt sjálvbestaltað kn

Sjeyndi Skannarin

Sjeyndi Skannarin hjá Øssuri og Brynhild er fínur uppá ein eitt sindur hugnaliga altmodisch máta, sum alla tíðina fær meg at hugsa, at hann hevði riggað nógv betri sum beinleiðis Útvarpssending fríggjamorgun, heldur enn offspring hjá Dimmu í kjallaranum hjá Arbeiðskvinnufelagnum í Havn.  Tað hevði verið greiðari.  Útvarpið, sum einki ger við tað fjølmiðlakritiska í skránni til lurtaran, hevur slept hesum upplagda vertsmøguleika, sum burdi veri har, men bara ikki er har.  Tey bæði eru so púra natúrliga heilt har uppi í journalistisku føðiketuni, at tey slett ikki verða fatað sum Jesu-Kristi-Kirke-af-Sidste-Dages-Hellige, tá tey tilskila sær rættin at kommentera tað, sum hini fyrr hava kommenterað, Norðlýsið í Klaksvík og Eirikur í Havn. Evnið er, at Føroyar eru limur í FIFA og í fýra vikur skal heimsins besti fótbóltur nú avviklast, sum útvarpsfólkini siga, í oyðimarkarlandinum Katar, ið hevur fingið gestaarbeiðarar at byggja sær eftirgjørdar býir og spælistøð fyri menn, sum ikki gang

Egil, Rosengården og pengaørskapur

Innleiðing hjá Una Holm Johannesen til nýggja svenska spælifilmin "Eg eri Zlatan", sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio mikudagin 18. mai 2022: Løtan stendur framvegis ljóslivandi fyri mær, tí tað var fyrstu ferð, at eg veruliga merkti megina í meiningsleysa og meiningsfulla fótbóltsuniversinum. Seinnapartin tann 24. september í 2000 dansaði B36-húsið í Gundadali í sonnum ovfarakæti. Har var tjokkfult av fólki. Himmalfegin stóð eg og klemmaði ein eldri mann, sum eg ikki kendi. Hann geylaði uppøstur við knýttum neva yvir høvd og guvaði dúgliga av sigarrettini. Eg var 10 ár. Tað var grannauppgerð millum B36 og HB. Fimm minuttir frammanundan hevði eg sitið í fullum álvara við afturlatnum eygum og foldaðum hondum og varpað Jesuspápa eitt inniligt ynski. Hetta snúði seg um heiður og æru. Eitt territorium, sum skuldi verjast. Tankin um at skula í Kommunuskúlagarðin dagin eftir, og B36 hevði tapt, meðan HB fór at vinna føroyameistaraheitið, var einki minni enn ótolandi. Eg skal ikki