Skip to main content

Egil, Rosengården og pengaørskapur

Innleiðing hjá Una Holm Johannesen til nýggja svenska spælifilmin "Eg eri Zlatan", sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio mikudagin 18. mai 2022:

Løtan stendur framvegis ljóslivandi fyri mær, tí tað var fyrstu ferð, at eg veruliga merkti megina í meiningsleysa og meiningsfulla fótbóltsuniversinum.

Seinnapartin tann 24. september í 2000 dansaði B36-húsið í Gundadali í sonnum ovfarakæti. Har var tjokkfult av fólki. Himmalfegin stóð eg og klemmaði ein eldri mann, sum eg ikki kendi. Hann geylaði uppøstur við knýttum neva yvir høvd og guvaði dúgliga av sigarrettini. Eg var 10 ár.

Tað var grannauppgerð millum B36 og HB. Fimm minuttir frammanundan hevði eg sitið í fullum álvara við afturlatnum eygum og foldaðum hondum og varpað Jesuspápa eitt inniligt ynski. Hetta snúði seg um heiður og æru. Eitt territorium, sum skuldi verjast. Tankin um at skula í Kommunuskúlagarðin dagin eftir, og B36 hevði tapt, meðan HB fór at vinna føroyameistaraheitið, var einki minni enn ótolandi.

Eg skal ikki siga við vissu, at Várharra forbarmaði seg, men í seinastu løtu kastaði Egil á Bø seg fram og flúktaði bóltin í málið. Eitt plettskot, og so stóð á jøvnum. 2-2. Tað lætnaði frá hjartanum. Við málinum var føroyameistarasteypið púra óvæntað flutt úr HB-húsinum suður í VB-húsið, og eg var núverandi sjefinum í Heilsutrygd æviga takksamur. Eg fór bæði væl nøgdur og styrktur í trúnni í skúla dagin eftir.

**

Tað er í grundini púra absurd – men hvussu ber tað til, at fótbóltsspælið kann gera tilveruna bæði størri og minni? Tað er eitt primitivt spæl, sum eisini er kompliserað og álvarsamt. Tað er rungandi banalt, men sanniliga eisini lívsjáttandi.

Fótbóltur er ballettin hjá fjøldini, segði russiska tónaskaldið Sjostakovitj, og undirhald í sínari breidd og øllum sínum fjølbroytni er tiltrongt í einari tilveru, sum stundum kann vera monotom, litleys og turrislig. Vit kunnu helst skjótt semjast um, at massiva uppmerksemið, sum fótbólturin fær millum fólk og í fjølmiðlum annars, als ikki stendur mát við samfelagstýdningin. Fótbóltur skal ikki takast fyri meira enn tað er, men í frákoblingini kann tað vera framúr undirhald. Fótbóltur er ókontrolleraður sjónleikur, sjónleikur uttan leikrit, tí eingin veit úrslitið frammanundan, og tú veit heldur ikki, um tú fær eina lívliga ella stirvna framførslu. Á rennibreytini vinnur tann fimtskjótasti ikki á teimum 100 metrunum, men á fótbóltsvøllinum tapir betra liðið í heilum. Tú kann tapa við flottum spæli, og tú kann vinna, hóast leikgongdin bendi á nakað annað.

Kanningar vísa, at savningarmegin er øgilig. Øll hava eina meining og tosa uppií. Ein av føroysku útvarpssendingunum við størstu undirtøkuni er eisini Fótbóltsprátið við teimum trimum, Tróndi, Tróndi og Oddbirni, har teir skifta orð um umstríddu hendingarnar og avgerðirnar um vikuskiftið.

Fótbóltur er eitt tað mest savnandi mentanarfyribrigdi í øllum heiminum. Ein breiður skarði av fólki úr øllum samfelagsbólkum flokkast við sjónvarpstólið. Og við girðingarnar savnast ung og eldri, fólk við drúgvum lívsroyndum, fólk við handaligari útbúgving og fólk við bókligari útbúgving. Tey, sum eiga nógvar pengar, og tey, sum hava ringt við at fáa endarnar at røkka. Tey krossast øll á jøvnum føti um tann einstaka fótbóltsdystin, sum kann rúma so nógvar serstakar søgur um harm og gleði, moral og amoral, dygdir og fusk, hepni og óhepni, smædni og dirvi.

**

Hendan sama sunnudagin, sum Egil á Bø sparkaði lív í B36-húsið, fyltu lovorð forsíðurnar á stóru dagbløðunum í Malmø í Svøríki. Ikki um Egil á Bø, men um ein 18 ára gamlan karismatiskan úrmæling, Zlatan Ibrahimovic. Hann var millum málskjúttarnar, tá Malmø sama dag vann seg uppaftur í bestu svensku fótbóltsdeildina. Í Malmø var gleðisrúsurin ivaleyst tann sami sum í B36-húsinum.

Og hann hevur síðan við jøvnum millumbili átt høvuðsleiklutin, anarkistiski og braneggjaði málrevurin við eyðkenda síða hárinum, sum ikki fírir fyri nøkrum. 

Lívssøgan er forvitnislig – so forvitnislig, at hon nú eisini er á filmi. Hann er av baltiskari rót í folkhemmet Svøríki. Foreldrini eru tilflytarar, og hann vaks upp í kriminella fátækrabýlinginum Rosengården í Malmø. Livikorini vóru fátækslig, og tey høvdu sítt at dragast við. Pápin drakk illa og mamman var sálarsjúk. Tey fóru eisini hvør til sítt, foreldrini, meðan Zlatan var smádrongur. Í skiftum válaði hann millum trongu íbúðirnar hjá mammuni og pápanum. Annars droymdi hann seg fyri tað mesta burtur á lokala fótbóltsvøllinum, og tað var tíðliga greitt fyri øllum, at fótbóltsevnini vóru sjáldsama góð. Fyrstu fótbóltsskógvarnar sleit hann í felagnum FBK Balkan, har tilflytarar úr Bosnia, Kroatia og Serbia hildu til.

Rái uppvøksturin myndaði hann eisini sum fótbóltsspælara. Zlatan hevur ongantíð lagað seg eftir treytunum, hann kann vera ófínur, og stórlætni er bæði hansara meinbogi og vælsignilsi. Sum hann so ofta er endurgivin fyri at siga: tú kann taka mannin úr Rosengården, men tú kann ikki Rosengården úr manninum. 

Í januar 2001 var Zlatan Ibrahimovic við á svenska landsliðnum á fyrsta sinni, bara fýra mánaðir eftir stórslignu løtuna í Gundadali og uppflytingarveitsluna í Malmø. Hann formáddi sær heldur ikki nógv í venjingardystinum hendan dagin. Mótstøðumenninir itu Óli, Pól og Kurt, teir vóru úr Føroyum, og teir tóku broddin úr glógvandi stjørnuskotinum. Føroyska avrikið var gott hendan dagin, og úrslitið var 0-0. Við sínum eyðkenda provokerandi stíli staðfesti hann í viðtalu við fjølmiðlar eftir dystin, at hann dugdi ikki svenska tjóðsangin.

Evropeiska frambrotið var kortini á gáttini, og egosentriskur og speiskur flutti hann seg skjótt runt á teimum størstu og pompøsu fótbóltvøllunum. Hann hevur livað og virkað í Amsterdam, Torino, Manchester, Barcelona, París, Los Angeles og nú aftur í Milano. Zlatan Ibrahimovic er nú 40 ár, og hann telist framvegis millum teir frægu framherjarnar í Evropa. Ítróttaliga er tað einki minni enn eitt bragd.

Zlatan Ibrahimovic hevur verið ein av teimum mest undirhaldandi og merkisverdu fótbóltsstjørnunum, og við skemti og arrogansu hevur hann støðugt sett seg sjálvan í miðdepilin. Eitt dømi var í Stokkhólmi í 2013. Svenska superstjørnan spældi ta ferðina yvirav føroyska miðverjanum Atla Gregersen. Fucking fisherman og javla fiskare, segði Zlatan argandi. Atli finnur seg ikki í øllum. Why don’t you go home and make us a kebab?, svaraði hann. Tað var kontant avrokning. Lítla løtu seinni brustu teir saman í nærdysti, og svenska heimsstjørnan ripaði albogan í høvdið á Atla. That’s what kebab can do, segði Zlatan speiskliga. Svøríki vann 2-0, og Ibrahimovic skeyt bæði málini.

**

Eg segði íáðni, at fótbóltur skal ikki takast fyri meira enn hvat tað er. Av tí sama haldi eg eisini, at tað er nú neyðugt við einum kraftigum mótspæli, tí sum handilsvøra, sum showbusiness, hevur fótbólturin rokkið sjúkligum hæddum.

Friður verið við, at ein meinaleysur fótbóltsdystur millum fótbóltslið úr Onglandi og Týsklandi verður í fullum álvara dramatiskt marknaðarførdur sum týsk hevnisøka fyri seinna heimsbardaga. Tað, sum er meira álvarsamt, er, at fótbóltsáskoðarar hava fyri tað mesta bara nikkað tigandi til rembingarnar, sum síðan aldarskiftið hava verið í fótbóltsvinnuni, sprottin úr sjálvum fótbóltsspælinum. Og tað er eitt rák, sum tey flestu ikki kunnu torga. Eftir umskipanina av enska Premier League í 1992 hevur karráa og ótamda kapitalisman í sínum ringasti formi fingið fastartøkur í Evropa, og pengaørskapurin er rætt og slætt eksploderaður. Eisini í fótbóltsvinnuni savnast ríkidømið á støðugt færri hondum.

Við russiskum og arabiskum milliardum skulu ørvitisprojekt sum Super League stovnast, so nakrar útvaldar fótbóltsfyritøkur, sum frammanundan hava meira enn ríkiligt, skulu fáa enn meira í sín part. Heimsmeistarskapið í Katar í november er rætt og slætt ein sorgarsøga. Lønarlagið er vitleyst. Og pengarnir eru eisini við færri og færri undantøkum avgerandi fyri, hvør vinnur. Og tað er áskoðarin, sum rindar gildið. Í Evropa verða sjónvarpshaldini og atgongumerkini støðugt dýrari. Í bestu ensku fótbóltsdeildini kostar eitt áskoðarapláss nú millum 500 og 1000 krónur.

Uttan fjeppararnar syndrast alt. Tað skulu vit minnast til, tí fótbóltur snýr seg fyrst og fremst um smáu bergtakandi løturnar og stóru hugtakandi søgurnar. Og tær kunnu bæði Egil á Bø úr Føroyum og Zlatan Ibrahimovic úr Svøríki skapa. 

Góða sýning!