Sjeyndi Skannarin hjá Øssuri og Brynhild er fínur uppá ein eitt sindur hugnaliga altmodisch máta, sum alla tíðina fær meg at hugsa, at hann hevði riggað nógv betri sum beinleiðis Útvarpssending fríggjamorgun, heldur enn offspring hjá Dimmu í kjallaranum hjá Arbeiðskvinnufelagnum í Havn.
Tað hevði verið greiðari.
Útvarpið, sum einki ger við tað fjølmiðlakritiska í skránni til lurtaran, hevur slept hesum upplagda vertsmøguleika, sum burdi veri har, men bara ikki er har.
Tey bæði eru so púra natúrliga heilt har uppi í journalistisku føðiketuni, at tey slett ikki verða fatað sum Jesu-Kristi-Kirke-af-Sidste-Dages-Hellige, tá tey tilskila sær rættin at kommentera tað, sum hini fyrr hava kommenterað, Norðlýsið í Klaksvík og Eirikur í Havn.
Evnið er, at Føroyar eru limur í FIFA og í fýra vikur skal heimsins besti fótbóltur nú avviklast, sum útvarpsfólkini siga, í oyðimarkarlandinum Katar, ið hevur fingið gestaarbeiðarar at byggja sær eftirgjørdar býir og spælistøð fyri menn, sum ikki ganga á barr. Og so er telefonprát um tað.
Telefonprát er eitt so stórt tekniskt aftirstig, at tað er heilt okay, tá ein ríkisleiðari sum Palme er skotin og deyður, um so er, at ein føroyingur sá tað, men ikki tá talan er um fótbólt, hóast tað bæði her í landinum og altjóða er pengasterkasta evni at seta á public service skránna, so sterkt, at kommunur, ríkisstjørnir og millumtjóða felagsskapir øll verða drigin eftir hárinum, at sparka ølfíggjaðan fótbólt inn í hvørja stovu, sum er tað bera ramasjang, fótbólturin, hóast Ivan sigur at tað er ein skylda hjá public service stovninum í Føroyum.
Umframt Kringvarpið skulu vit eisini hoyra, hvat Dimma sigur um tað.
Sigurjón er netredaktørur á tí blaðnum, og við hann er aftur eitt telefonitervjú í Skannaranum. - Tað er so innsvansað í øllum møguligum mutrið, sigur hin skilagóði Sigurjón í telefonprátinum um Fifa. The Guardian er miðilin, sum hann hellir seg afturat.
Spell, at vit hava so veikar miðlar í Føroyum, at vit ikki sjálvi, burtursæð frá lítla poddinum, Skannaranum, megna at viðgera fótbóltsmutur í egnum karmi.
Noreg, sum ikki hevur nakað landslið í endaspælinum, er ikki við á nøkrum stigi í Katar. Men Toftakristian hellir seg til danska DBU, sum er við fyri Ríkið. Hví hava vit, sum FIFA limir, ikki melda út, at vit boykotta endaumfarið í Katar, um so avrokningin er ókeypis, verður spurt, hóast vit ikki eru við á annan hátt enn sum eftirsitarar á fundarstólunum, nokkso langt frá útskiftingarbonkinum.
Frakland kann koma langt, sigur Sigurjón.
Einasta laiv prát í sjeynda Skannaranum er við Theodor prest í Hoyvík.
Hetta er ein etisk tvístøða, hvørt vit skulu luttaka ella ikki, sigur prestur. Pliktetikkurin sigur, at vit skulu sløkkja fyri HM. Nyttuetikkurin sigur at vit skulu tendra og hyggja, í hvussu er um vit lurta eftir Beckham. Tað góða er, at nú er fokus á landið Katar. Vit kunnu uppdraga tey, og verða við til at broyta landið, sigur prestur, sum kundi funnið uppá at tikið fótbólt og Fifa við í prædikur. Málið er ikki bara fyri Fifa og fótbólt, men umboðar arbeiðarafjøldina í síni søguligu heild. Tað eru tey veikastu, vit skulu halda við. Vit kristnu kunnu ongantíð gera nóg nógv burturúr tí, siga bæði gestaprestur og vertur, og tosa um fótbóltstempul, sum prestur hevur upplivað í París. Vit kunnu sløkkja, um vit fylgja pliktetikkinum, men um tú hugsar nyttuetiskt og ikki sløkkir, so kanst tú fáa okkurt burturúr. Men at vera limur í Fifa er eisini at vera limur í einum klubba av mutri. Vit kunnu siga hov hov og seta ljóskastaran á henda trupulleika, sigur víðsýndi prestur.
Púra ópolitiski føroyski fótbóltsforsetin skal vera við til fyrsta HM dystin í Katar, tí hann er í kærunevndini. Tað er orsøkin til at hann sjálvur triði er á oyðimarkarstaðnum, og kanska er tað júst tí hann slepti politikki, hugsi eg.
Og børnini fáa kanska okkurt at vita um Katar frá foreldrunum, hvørs stovur í fýra vikur verða ein víðkað skúlastova, sigur Øssur. Nyttuetikkurin kann kroystast yvir tað ringasta, er semja um.
Brynhild er ikki uppslúkt av fótbóltsramasjangi, men hevur víðsýni at fokusera á fremsta og mest mannliga undirhald í søguligum perspektivi og heilt upp til nútíðina. Hon hevur eisini funnið eini katólsk fótbóltsprestaráð: Katar er ikki gott. Men plágið tykkum ikki við ringum ráðum. Tosið heldur um, hvussu tey kristnu hava tað í muslimska landinum Katar. Tá HM skuldi vera í Brasil, vóru eins vemmiligar søgur um, hvussu menniskju á niðastu rók blivu fjernaði, tá vegir og vøllir skuldu byggjast, bara fyri at fegnast um fótbólt. Hetta blívur við og við, hetta við fótbólti, sigur Brynhild tendrað og reflekterandi væluppløgd, sum stillaði hon upp til val. - Lat okkum fara til HM og fara útav saman við fasistum og øðrum fótboltsfjepparum, sigur hon at enda.
Fótbóltur er so týdningarmikil, at hóast valið er útskrivað ein mikudag, so verður ikki sent fyrr enn dagin eftir, tí soleiðis er skráin. Kanska kann fótbóltssambandið sponsorera, so vit fáa Dag og Viku ein mikudag eisini, siga vertirnir ertandi, og sipa til inntøkur hjá Fifa fyri fótbóltsrættindi. Kanska er okkurt samband har, halda tey fyri.
Eg vil ikki hava at undirhaldið, tey rópa fótbólt, verður stuðlað við mínum og okkara felags skattakrónum framum alt annað undirhald í øllum skipanum, frá tí minsta í heimakommununi, til tað størsta í mutursbefongdu FIFA, har vit hava representativ umboð, enntá meðan tey hava sitið á tingi. So tætt er millum partarnar, sum sjeyndi Skannarin við hepni varpaði ljós á. Frálíkt útvarp. Frálíkt.