Skip to main content

Fótbóltsjournalistikkur

Eftir søguliga fótbóltsúrslitið hjá KÍ á Tórsvølli í gjárkvøldið, hevur eingin í føroysku fótbóltpressuni enn sagt, at Dovregubben fikk brunost, ella Fire pils og en pizza var ikke nokk, ella Ingen roser til Molde, ella Her hjalp hverken bønner fra Hanvold eller Frelserarmeen.

Ikki enn.



Síggja vit burtur frá kríggi, er tað neyvan nakað sum fótbóltur, ið fær professionellar journalistar at ferðast um landamørk, og í heimamiðlum siga frá um tað, sum fer fram á fólksins grannalandsvølli. 

Fyrimyndin er teir larmandi gladiatordystirnir, har trælkaða arbeiðsfólkið er á vøllinum og teir endaleyst ráðandi sita á hægstu rók í Róm.

Fyrrverandi koloniveldið, gamle Norge, hevur verið hopleyst at seta niður á yrkisliga partin hjá føroyska fótbóltsspælaranum nú hann í gjárkvøldið vann so ruddiliga. 

Pitsaseljari var hann. Elektrikari ein annar. Fyrr vóru teir seyðabøndir. Serliga í donsku kolonipressuni.

Kanska er tað so, at journalistikkur í grannalondum altíð fer undir eitt sjálvbestaltað knoss, sum tey halda selur meiri bløð og gevur fleiri lýsarar, lurtarar og hyggjarar, tá sett verður niður á næstu grannatjóð, tí tað gevur eina sjálvhevjandi meining, bara tú kanst festa í eina identifikatión, sum gevur seljarameining. Úti í heimi, til dømis í Stuttgart, er úrslitið bara ein faktuell upplýsing, sum inni við teg sjálvan verður gleðilig, hevur tú akkurát ferðast í Føroyum, sum eingin í tínum vinaskara kendi.

Narrativið, sum tey fyrr bara søgdu í Havn, men nú siga um alt landið, er, at smámaðurin kann eisini vinna á Goliat. Tí eru Olsen banden so vælumtóktir filmar, allir sum ein. Smámaðurin, sum uppá egin premissir reisir seg móti allari yvirvøld. Og vit halda við sniðfundiga smámanninum, hvussu kriminellur hann er í eina avmarkaða fótbólts- og spælifilmslongd, tí endaskeltið sigur altíð at brotsverk betala seg ikki. Aldrin í verðini. Tá skalt tú hægri upp í fótbóltsføðiketuna, nógv hægri, til Blatter og teir, har somu miðlar siga, at kriminaliteturin er ikki bara veruligur, men ein konstantur. Tað er narrativið, frá ovast til niðast.

Eftir siti eg við spurninginum, hvussu ber tað til at fótbóltsjournalistar altíð finna niðurgerandi orð at siga frá um ein grannalandadyst, sum er heilt niðri á jørðini, orð, ið verða enn meira eyðmýkjandi, jú minni landið er og verri útlitini vóru hjá tær sjálvum fyri at tapa, tá tú fórt heimanífrá og pakkaði reportaraútgerðina niður í ferðataskuna? 

Er tað katharsis, ein sjálvsdyrkan at koma reinsaður út í hinum endanum, ikki sum tapari, men kolinalistiskur yvirharri, bara hann kann peika niður á tey smáu, halda tey upp fyri heimalesarunum sum tey turru spott, og í berari fáfongd royna at gloyma tann veruleika, at tú, blendaði koloniharri, hevur tapt og mist eitt faktuelt stig? 

Er fótbóltsjournalistikkur ein nýggjur formur fyri narsissismu í higartil ókendum potensi?