Í dag er derby á Anfield í Liverpool, har lokalu fótbóltsfeløgini Everton og Liverpool møtast. Felagið 4-3-3 skipar fyri útferð til dystin og eg eri við umborð. Fyrstu ferð í lívinum fari eg at taka saman um, ella í minsta lagi at eygleiða, ein dyst og eftirmeta her á The Albert, einasta upprunaliga húsi, sum enn stendur við Anfield. Undir loftinum hanga Merkið og onnur føroysk fótbóltsfløgg. Aftanfyri ítróttarøkið eru føroyskir steinar lagdir í túnið. Spennandi at síggja so kærleiksfullan áhuga í einum fyribrigdi, sum er borið av markleysum áhuga, sum hjá Cat Stevens, har faðir og sonur er gjøgnumgangandi tema. Fótbóltur er navnið á leikinum.
Tey bæði grannaliðini hava felags uppruna, stovnað í 1878. Ættartalvan sigur, at Everton flutti til Anfield í 1884 á eitt øki, sum John Houlding, fótbóltsforsetin, tey róptu, átti, umframt at hann frammanundan hevði verið borgarstjóri í býnum. Verjuleikarin í TB, Petur Hammer, 74, sum Vagnur Michelsen á Hvannrók minnist sum skjótan og frálíkan álopsbakk, sigur mær, at í 1892, sama ár sum Føroya elsta fótbóltsfelag, Tvøroyrar Bóltfelag, varð stovnað, tekur ósemja seg upp millum Houlding og nevndina í Everton um eigaraviðurskiftini og atgongdina til vøllin. Úrslitið varð, at Everton sama ár flutti til grannaøkið Goodison Park at vera og spæla. Tí er fótbóltsfelagið Liverpool fjúrtan ár yngri enn Everton, sum ivaleyst kendasti býarsonur, ið enn er á lívi, 81 ára gamli Paul McCartney, onkuntíð vitjaði, hóast eingin av Beatlunum vóru serliga sporty, sum hann við egnum orðum sigur í hesum uppslagi um Everton í bókini ”The Beatles Anthology” (2000):
Í dag er Paul McCartney aktuellur við bókini ”Eyes of the storm”, sum er fotomyndir hann tók í 1964. Bókin telur 336 síður og vigar fimm pund. Tí aftri eg meg at keypa hana, tí kuffertið er avmarkað.
Men um meistarliga høgra bakkin á Tvøroyri, Petur Hammer, sum er við okkum í ferðini, og lið hansara, sigur Vagnur í sama bloggi, at ”TB vann FM-heitið í 1951, men so vann TB ikki FM-heitið aftur fyrr enn í 1976. TB vann FM-heitið í 1976, 1977 og 1980, og TB liðið var eitt so væl spælandi lið, sum fólk enn tosa um.” Petur sigur, at tað er konan, sum er orsøkin til at hann, sonurin og abbasynirnir eru við í Liverpool. - Tað er hon, ið hevur keypt mær eina 75 ára føðingardagsgávu, sigur Petur, sum fyllir í næsta mánað.
Við pressuborðið hjá Jürgen Klopp og Liverpool spyrji eg hann, hvør var besta og stuttligasta løtan í fótbólti, soleiðis óforpliktandi at hugsa aftur á í dag.
- Jú, sigur Petur, tað var tá vit høvdu vunnið greipuna, men so spældu á Tvøroyri í 1977, og fyrst taptu trý null móti VB. Aftaná spældu vit í Vági og vunnu trý null á VB har. Tað er besta fótboltsminnið, sigur Petur og leggur seg framm á kantin á pressuborðinum hjá Klopp.
Petur Hammer sigur mær, at fremsta fótbóltsfyrimyndin var altíð Torstein Magnussen av Argjum, vit kenna úr B36, og sum nýliga andaðist. - Hann var ein humørspælari, sigur Petur fegin. So spyr ein av abbasynunum, um Petur kennir øll fólk. Tað gevur høvið at skifta orð um tað allar besta í fótbólti, at skapa góð og varandi sambond. - Fótbóltur skapar vinarløg, sigur Petur.
Hóast nýbygdir á allan hátt, og við bønarrúmi til allar religiónir, eru báðir fótbóltsvallirnir enn á somu støðum, Anfield og Goodison, so nær hvør at øðrum, 970 metrar, at tú sært teir báðar í senn bara við grønu geilini Stanley Park ímillum. Men útsýnið og forvitnið er bara galdandi, um tú heldur við hvørgum, fái eg at vita. Fyrra myndin er tikin through the rain frá Anfield í gjár. Fremstur fyri á veggjamálninginum er walisiski Ian Rush, 62, sum eisini spældi við Liverpool. Seinnu myndirnar av Goodison og úr Stanley Park er tiknar eftir dystarlok í góðveðrinum í dag.
Umsetiligheit er fremsta mantra í fótbólti á hesum støði. Í 2010 keypti amerikanarin John Henry og hansara Henry's Fenway Sports Group enska fótbóltsliðið í Liverpool og onnur amerikansk lið við. Nú hevur eitt annað pengafelag, Dynasty Equity, keypt ein part av fótbóltsklubbanum í Liverpool fyri hundrað til tveyhundrað milliónir dollars, siga Proactive Investors. Hitt lokalliðið, Everton, er eisini farið á amerikanskar pengahendur, 777 Partners í Miami, hevur keypt tey 94 prosentini av áskoðaravinnufelagnum, sum Farhad Moshiri fyrr átti.
Tað er ein løgin kensla, tá tú gongur inn um perluportrið við gildigari fótbóltsbilett og heldur teg vera í tí enskasta av enskum sosialistiskum felagsskapi í einum sunnum likami, sum heimligu sunnheitsapostlarnir við snápilinum í kommunukassum altíð hava sagt.
Jordan Henderson, fyrrverandi liðskiparin í Liverpool, seldi seg fyrr í ár til saudiarabiska Al Ettifaq. Tað hoyrdist aftur fríggjadagin í farnu viku, tá hann leiddi enska landsliðið í venjingardysti móti Avstralia. Áskoðarar vóru ónøgdir. 33 ára gamli Henderson plagdi at vera millum fremstu LGBT-forsprákarar, men í nýggja arbeiðsgevaralandinum, Saudi-Arabia, er alt sovritt bannað.
Ein av fáu spælarunum, kanska hin einasti, sum er lokalur og føddur á staðnum, er 25 ára gamli Trent Alexander-Arnold. - Considered one of the best right backs in the world, sigur fótboltspressan, hóast hann hevur nummar 66 á rygginum. Løgið. Hann sæst longst til høgru á myndin omanfyri hjá felagnum 4-3-3. Hinir eru í somu røð Louis Diaz, 26, frá Kolumbia, málmaðurin Alisson Becker, 31, frá Brasil, Mohamed Salah, 31, úr Egyptalandi, og so Dominik Szoboszlai, 22, úr Ungarn longst til vinstru. Fótbóltsskemtarar, ið sita undir hvørjum orði, kunnu meir enn so finna uppá at siga um stjørnuna Salah, at meðan Jesus einu løtuna legði City á odda, skoraði Mohamed fyri Liverpool, so tað stóð á jøvnum. Og mikukvøldið legði Salah eina djarva heilsan til allar heimsins leiðarar á gamla Twitter miðilin, sum nú kallast X, um at byrgja fyri ”further slaughter of innocent souls”. Hugsunarvert, eru Petur og eg samdir um, nú heimsstøðan, eisini á fótbóltsvøllum á okkara leiðum, er so óstøðug, at lætt er at festa í, kanska serliga nú dagurin í dag eitir 11.000 moyggjar.
Ferðaleiðararnir í 4-3-3, Mortan Joensen og Lasse Weihe, seta seg í skiftingarrúminum hjá Liverpool undir troyggjuna nummar 8 hjá Dominik Szoboszlai. Til túrin hava teir funnið gott hotell, Holiday Inn í miðbýnum, har vit møta norðmonnum og íslendingum, og so fingu teir busssjaførin har norðuri í Skotland at koyra gjøgnum Lockerbie. Takk fyri tað.
Uber-sjaførurin, ið hevur koyrt okkum her út, setir allar vónir til sama fótbóltsspælara, sum Mortan og Lasse. So sigur hann, sjaførurin, at hann lurtar lítið eftir Beatles, men gongur høgt uppí fótbólt. - Tað kann vera ein byrða av tí forðandi slagnum at lyfta arvin eftir The Beatles. Tú kemur ikki burtur úr tí. Tá er tað annarleiðis við teimum relatiónum, sum fótbóltur altíð gevur, sigur Darren Robert. - That Hungarian guy is my favourite at the moment, sigur hann um Szoboszlai. Og so er Klopp the best German import ever, sigur hann. Petur hellir seg atfurat Robertson. Ein annar sjafførur, vit koyrdu við í gjár, sigur tað sama, tá eg spyrji hann um ferðavinnuliga og mentanarberandi munin á Beatles og fótbólti her í býnum. Eg spyrji um hann hevði valt fótbólt fram um Beatles sum lokalur scouser? Ja, so hundrað prosent. Tað er okkara lifeline, fótbólturin, sigur hann.
Og Everton? Jú, fái uppspurt, at aktuelli málmaðurin á enska fótbóltslandsliðunum er 29 ára gamli Jordan Pickford frá Everton. Tað kunnu vit so fegnast um innanfyri The Shankley Gates á Anfield í dag. Men ikki snakka so nógv um tað. Everton byggir annars nýggjan vøll niðri við dokkirnar.
Havi skilt, at orsøkin til at dysturin millum lokalu liðini byrjar so tíðliga sum klokkan hálvgum eitt er, at hann er ein high risk dystur. Fyri at áskoðararnir ikki skulu fáa stundir at drekka seg fullar og bresta saman í bardaga í barrfyltu gøtunum í Liverpool, so er dysturin lagdur so tíðliga uppá dagin, sum til ber. Hóast bólturin er rundur, kann eg ikki siga annað enn livst so spyrst.
Tey trý ensku fótbóltsliðini, sum hava verið longst á toppinum í bestu deildini, eru Arsenal, Everton og Liverpool. Og trýss ár eru nú liðin síðan tey fyrstu ferð her á staðnum sungu “You’ll never walk alone”.
Hóast pláss er fyri 54.074 fólkum, er útselt á Anfield í dag. Ætlanin var at byggja út, so 61.000 fólk kundu sita og hyggja eftir dystunum, men arbeiðstakarin er farin á heysin, so ætlanin er í løtuni steðgað upp. Vit møta pápa og soni frá Bodø, sum grundað yvir, hvussu nógv fólk eru inni her á vøllinum. Hele Færøyene, sigur hann og vit skifta orð um slagarasangir hjá Ole Ivars, Kari Bremnes og Bjørn Eidsvåg.
Slagsangurin, hin sentimentalt, næstan religiøst romantiskt nemandi, ”You’ll never walk alone”, ella YNWA sum tey ótolnu og blekkfátæku siga, hevur mánadagin í hesi vikuni verið brúktur í trýss ár. Tað hevur norska Liverpool viðhaldsfelagið roknað seg fram til og kunngjørt á degnum.
Rodgers og Hammerstein eiga sangin, sum var við í sangleikinum Carousel í 1945, men Liverpoolorkestrið, Gerry and the Pacemakers, tulkaðu og bóru hann fram í 1963, beint eftir hjartanum hjá fótbóltsspælarum og -áskoðarum her í býnum, og løgið nokk eisini hjá teimum báðum týsku fótbóltsfeløgunum hjá 56 ára gamla Jürgen Klopp - Mainz 05, har hann spældi frá 1990 til 2001, tá hann fór av vøllinum og bleiv venjari, til hann sjey ár seinni fór til Borussia Dortmund, sum hann leiddi og vandi í sjey onnur ár, til hann í 2015 fór í útlegd við Bee Gees smílinum til Beatlesbýin og gjørdist høvuðsvenjari hjá Liverpool Football Club.
- He is widely regarded as one of the best football managers in the world, sigur bretska Wikipedia við fýra fótbóltsmiðlum sum keldu, teirra millum Goal og Eurosport.
Mín starvsfelagi, Rói, er ikki ósamdur.
Sangurin, "You'll Never Walk Alone", sum Celtic eisini brúkar í Glasgow, rungar á trýss ára degnum her í Anfield, men uttan forsangaran Gerry Marsden, sum fyrrárið fór úr tíðini, 78 ára gamal.
Í tali taka tey allar Føroyar uppá eingang, eru eitt føroyskt mikrokosmos, og syngja við gefühl, sum var tað jarðarferð og vit eru táravætt á gravarbakkanum og skulu sleppa togunum undir kistuni og lorða hana niður í nýgrivnu svørtu jørðina, men so rivnar fyri røddunum, og vit eru sum reysta ímyndin hjá felagnum, the Liver Bird, mytologiski avatar fuglurin, ið líkist honum, sum lokalir ornitologiskir kennarar kalla cormorant, tað er stóri og reysti hiplingurin á okkara máli, við tara í nevinum, sum ímynd av sjófarandi bretska arbeiðarabýnum Liverpool.
Ein kvinnuligur prestur, vit tosa við í Liverpool Cathedral er hugtikin av okkara tosið um fuglar sum ímyndir, og vit fara yvir til altarið, stólarnar og gólvið, har líknandi fuglar síggjast, hóast teir ikki beinleiðis eru liver birds sum á tekjuni í The Royal Liver Bulding.
Mikkjal á Ryggi sigur í ”Fuglabókini” (1951) um hiplingin: - Morgun og kvøld ferðast hann fram við landi og kavar eftir fiski. Um dagin sita teir, ofta fleiri saman, við velinum niður á sjóvarklettin og bleiktra við veingjunum. Kemur tá bátur framvið, stoyta teir sær í kav, og so skjótt svimja teir undir vatni, at stravið er hjá báti at fáa teir aftur. Áður var hiplingurin nógvur um Føroyar. Nú er næstan eiðasørt eftir av byggingarfugli, og fryktandi er fyri, at hann fer at doyggja heilt út. Spell er at verða av við henda prýðiliga fugl, sigur føroyski Mikkjal.
Í enska sanginum eru vit nú komin har til, at stríðsfuglurin hjá the liverpoodlians brettir sær á, sum í ”Svarta Ravninum” hjá Martini Joensen, slotar og minnir okkum á tolinmóð við sagnarstrondina, tí ein dag skalt tú vinna. Walk on. Gravarsangurin er nú bøn og mytologiski fuglurin manar til stríð og avrik.
Eisini á Kop áskoðaraplássunum, sum vit vitjaðu í gjár, fyri endanum á vøllinum, har øskan av kremeraða Bill Shankley varð stroydd, tá hann doyði 68 ára gamal í 1981. Jarðarferðin var úr Liverpool Cathedral, har vit júst hava vitjað. Walk on.
Fyrstu ferð eg hoyrdi sitatið um tað lívsneyðuga í fótbólti, helt eg at pávin í Róm átti orðini. Men tað er frá Bill Shankley, at hann hevði tikið tey: - Some people believe football is a matter of life and death. I am very disappointed with that attitude. I can assure you it is much, much more important than that.
Skotski Bill Shankley varð í 1959 settur sum níggjundi venjari hjá Liverpool, sum spældu 783 dystir og vunnu 400, tríggjar deildarkappingar, tvey FA Cup og eitt UEFA Cup. Inngongdin til Anfield rópast Shankly Gates, har sangheitið “You’ll Never Walk Alone” stendur á portrinum, sum sæst ovast og niðast á hesum blogginum.
Eitt annað kent skotskt navn, er Kenny Dalglish, 72, úr Glasgow, sum var venjari hjá Liverpool 1985-1991 og aftur 2011-2012. - He is regarded as one of the greatest players of all time and one of Liverpool's greatest ever players, siga bæði fótbóltsblaðið FourFourTwo í "Ranked! The 100 best football players of all time" í septembur í ár, og avísin The Telegraph í greinini "Best Liverpool players ever, the top 50" í mars 2015.
29 ára gamli Andrew Robertson, sum eisini er úr Glasgow, er í størstu Liverpool avísin Echo lýstur sum “one of the best left-backs in the world, Robertson is known for his vision, athleticism and physical power”. Skotska sambandið sýnist at vera trygdin fyri góðum úrslitum hjá Liverpool. Men ólukkutíð, hann hevur brotið økslina og the greek scousuer, tey siga her, 27 ára gamli Kostas Tsimikas, sum varð loystur frá Celtic, tí hann var so lítil, kemur á vøllin í staðin fyri Robertson.
Men aftur til suðurafrikanska navnið Kop, sum sipar til heyggin Spion Kop í Boarakrígnum í árinum 1900. Tí afrikanska navnatilsipingin røkkur eisini til Kvívíkar, tí - Walk on - hetta sama árið yrkti Jóan Petur Gregoriussen uppi í Trøð (1845-1901), av teimum ótolnu eisini kallaður IPG, um Spion Kop í táttinum, sum so livandi detaljerað sigur okkum frá um hin havisjúka Chamberlain, ið ikki fær mettuna, og so niðurbardu boararnar í Suðurafrika, sum vit kúgaðu føroyingar, eins og yrkjarin, treytaleyst hildu við í Boaratáttinum, hóast teir komu úr Niðurlondum, boararnir. Árni Dahl, sum á opna undirvísingarportalinum, Snar, hevur savnað kvæði og tættir, sigur:
- Vit taka her fram ein tátt, sum er yrktur um aldaskiftið 1900, og fyri tátt at vera, er hann yrktur um eitt evni, sum er sjáldsamt sum umrøðuevni í okkara táttaheimi. Talan er um „Boaratáttin“, sum Jóan Petur uppi í Trøð læt prenta í “Fuglaframa“ nr. 13, týsdagin 16. oktobur 1900 við heitinum “Nakað lítið um Transválbardagan 1899-1900“ - hann brúkti lagið til brúðarvísuna.
Í teimum báðum fyrstu ørindunum fáa vit eina lyndislýsing hjá IPG av bretska Chamberlain:
Ein dekans svongd yvir Chamberlain kom
mót árinum nítjanhundrað.
Hann sat úti á eini fjallatrom
so hálur sum nøkur flundra.
So mjúkur og lúnskur um heimin hann sá,
hann vildi alt eta, fyri eygum lá,
fyrr skuldu kanónirnar dundra.
At metta tann mannin stóð ikki til,
í hvat teir so fyri hann settu,
bæði hold og hár, bæði indur og vil,
bæði fólk og lond, teir flettu.
Teir førdu úr Danimark egg og smør
rørdu saman við hveiti av Onglands jørð,
tó føldi hann sær ikki mettu.
Í tíggjunda ørindi kemur heiðursplássið á Anfield fyri - Spion Kop:
Men ætlan kann bresta, og hon brast har,
so løtt skuldi ferðin ei ganga,
fyrst Tugela áin á vegnum var,
um hana var ilt at ganga,
hart Buller hann brølar mót Spions Kop,
men slapp ikki um tann fjallatopp,
og Joubert lat seg ikki stanga.
Føroyingatíðindi vita um hetta mundið, at ein seyrvingur, Óli Olsen, Ólavur í Stórustovu, føddur í 1862, hevur tikið skipsprógv í Noregi, giftist boarakonu úr Suðurafrika, at tey búsettust í Johannesburg, fáa tríggjar døtur og at djarvi seyrvingurin verður yvirmaður í boaraherinum. Tá hann er fallin eins og hinir, flyta einkjan og døturnar til London.
Í Rituvík hevur eisini verið so stórur áhugi í stríðunum hjá boarunum, at í Heiðunum kundu tey meir enn so kalla rituvíkingar boarar, sigur Edvard, sum er við í flogfarinum, men fer til Glasgow við soninum Djóna at lurta eftir Deep Purple. - Í Rituvík er eisini ein bátur hjá Dánjal Peturi Højgaard, sum ber navnið ”Boarin”, sigur Edvard.
Veit ikki, um tað er júst henda slóðin, ið hevur fingið Victor Danielsen at umseta sosialrealistisku metsølubókina um børn á gøtuni í Liverpool, ”Her Benny, A Story of Streetlife”, sum kornwalski metodistapresturin, Silas B. Hocking, skrivaði í 1879, og Nýggja Forlagið gav út í Fuglafirði í 1949 undir heitinum ”Einglar hansara” og seinni undir heitinum ”Benny hennara : einglar hansara” (1969). Landsbókasavnið sigur, at trettan eintøk standa á føroysku útlánshillunum. Í tjúgunum var filmur gjørdur úr søguni.
Men í dag eru vit í nútíðar Beatlesbýnum Liverpool og hyggja eftir fótbólti á Anfield. Búgva mitt í býnum við Liverpool One handils økið, sum varð liðugt, tá býurin varð evropeiskur mentabýur í 2008, við hópin av arkitektum og matstovum, 170 handlum og 3000 stólum í 14 biografum undir navninum Odeon. Kanska ein fyrimynd, tá umræður miðbýargerð í Havn og plasering av Tjóðleikhúsi.
Í kvøld er døgurði á Miller & Carter í Albert Dock Atlantic Pavilion har niðri í Albert Docks. Í gjárkvøldið var tað Fazenda Rodizio Bar & Grill miðskeiðis í býnum, har vit hittu pápa og son úr Bodø. Í morgin er tað Beatles túrur við vinmanninum hjá John Dam úr Vestmanna, Owen úr Liverpool.
Og úrslitið? Jú, Liverpool vunnu á Everton við tveimum málum móti ongum. Takkað verið Salah. Og tað í báðum førum. Kortin var kolumbianski Luis Diaz kosin man of the match.
- Gamaní var hetta ikki besti dystur hjá Liverpool, kanska meira vánaligur, men vit vunnu. Eingin spælari var ordiliga góður, Liverpool var betra liðið, og egyptiski kongurin avgjørdi dystin. Og tað er tað, sum telur, sigur starvsfelagin, Rói.
Bergur Hansen, sum er við í ferðini og sæst við Liverpool turriklæði undir sanginum omanfyri, sigur, at tað er ringt at velja ein leikara.
- Liðið spældi ikki væl og eingin skaraði framúr. Tað kom meira ferð á dystin eftir at Klop skifti Harvey Elliot og Darwin Nunez inn í seinna hálvleiki, og tað gjørdi at Liverpool setti seg á dystin og komu til stórar kjansir, sum so at enda góðu mál. So eg haldi, at eg fari at siga at Klop var besti spælari hjá Liverpool móti Everton við at gera tað broytingina á liðnum, sigur Bergur.
Ferðafyrireikararnir, Mortan og Lasse, siga tað sama, men halla til Szoboszlai sum besta spælara í dag.
Eftir mína fyrstu fótbóltsfrásøgn takki eg fyri meg og mín blogg - ikki sørt merktur av egyptiska Salah og hansara ábyrgarfullu áminning til heimsins leiðarar um aktuellu støðuna í Miðeysturi - av The Albert Anfield Pub í Liverpool. Salah er vissuliga fjórða pyramidan í Egyptalandi. Men bestur var sangurin. Yvir og farin.