Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ferðafrásøgn

Í stólinum hjá Heidenstam

- Hetta er Nobelstólurin hjá Heidenstam, sigur Maria Bogren, sum er fryntliga konan í móttøkuni á slottinum Noors, úti í kavaklæddu jólaskógini millum Arlanda og Uppsala.  Hon er nummar fýra frá høgru á summarmyndini niðanfyri. Mitt fyri í svørtum jakka er hin vertinnan, Cattiz Våreus. Håkan Hjärner, sum er í bláum, eigur hotellið saman við konuni Sofiu, sum stendur aftanfyri Cattiz. Í grønari troyggju og brúnum fyriklæði, eru hjúnini Camila og Andreas Rosén og synirnir Caspar og Wictor, sum vit eisini síggja í køkinum. Tað var í 1916 at Heidenstam fekk Nobelvirðislønina fyri bókmentir, såsom ett erkännande av hans betydelse som målsmannen för ett nytt skede i vår vitterhet . Tá kríggið var av, fekk hann tær 134.610,50 krónurnar, sum fylgdu við. Í dag er virðislønin 11 milliónir svenskar krónur. Nobelvirðislønin í bókmentum varð fyrstu ferð latin í 1901, tá franski yrkjarin Sully Prudhomme fekk hana. Selma Lagerlöf var fyrsta kvinna og fyrsti svenskari at fáa Noðbelvirðislønina í bókme

Helst besta upplivingarrúm

Dávur Winther bjóðar inn í Varpið, nýggja 70 millióna mentanarhúsið mitt í Klaksvík, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað. Úr ymsum pørtum í landinum hava vit koyrt norður at síggja húsið. Innkomin, tað er myrkt úti, havi eg ikki meir enn hugsað tankan, at hetta er ein ítøkilig mentanarkollvelting í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, sum kortini ikki eigur eina fiskamatstovu, men er á odda í fótbólti, og skjótt fær eitt altjóða hotell, tá ein undir liðini á mær spyr, um klaksvíkingar nú fara at slíta frá Havnini.  Hóast spurningurin er sagdur í spølni, hongur hann í luftini, tí hetta er eitt so óvæntað og samstundis so sannførandi upplivingarrúm fyri mentanarligum virksemi, sum eingin okkara hevur sæð fyrr.  Ikki minst er estetikkurin so gjøgnumført tiltalandi, at tú fangar teg sjálvan í at hyggja eftir veggum, gólvum og trappum, og gloyma at hetta skal vera karmur um kjarnuvirksemið, sum eru mentanarupplivingar. Tá eru teir góðir, karmarnir um upplivingarrúmið.  Gamaní er húsið nýtt og enn í gerð,

Mistela og íblásturin, hon gav á Eiði

Elizabeth Taylor, Mistela (1856-1932)   Ein dag í juni 1895 leggur DFDS skipið Laura at í Føroyum. Ferðamannaskipið skal til Íslands og umborð er 39 ára gamla amerikanska Elizabeth Taylor. Hon er ein traveling lady, sum skrivar til bløð í New York og Boston.  Nú fer hon til Íslands at skriva um æður.  Hon hevur ferðast víða. Hevur verið á listaskúla í New York og í París. Hevur fiskað laks í Alaska, og ferðast eftir stóru áunum í Kanada. Í 1890 var hon fyrstu ferð í Evropa, og vitjaði í Onglandi, Skotlandi, Noregi, Fraklandi, Montenegro og Italia.  Tá Elizabeth hendan junidag í 1895 stendur á dekkinum á Lauru, er mjørki. Bráddliga koma Føroyar úr tí hulda. Tað er okkurt sjáldsamt, ið hugtekur hana, og hon veit, at her fer hon at vitja aftur.  Fimm ferðir kemur Elizabeth aftur til Føroya. Hon er tilsamans tíggju ár í Føroyum, mest á Eiði, í Miðvági og á Viðareiði. Tá hon er á Eiði, gistir hon hjá Caroline Amalie og Jens Jørgen Kruse, ið eru foreldur at Niels Kruse. Hann er fimtan ár yng

Í havanum hjá Lennon

Er tað nakar í Liverpool, ið hevur ein hava á høvdinum, so er tað Salah. Men nú hevur hýruvognsførarin Owen, sum eisini er samfelagsreyður fótbóltsfjeppari, koyrt okkum í havatúnið hjá Lennon og teimum, sum tað síðsta av teim fýra. Lennon er krúnan á høvdinum. Hús fyri hús hevur hann ein gimmick, sum er at fáa okkum at gera tað sama, sum sæst á eini søguligari mynd við úrvalda beatilinum, tá hann búði her. Í hesum føri at halla aftur á portrið, við vinstra beini nonsjalant yvir tað høgra. Meðan eg hyggi yvir á bláa National trust skeltið, sum bæði váttar og staðfestir, at her búði John Lennon, gongur upp fyri mær, at stuttabuksurnar lógu eftir.   Í rigoristiska bretska stættarsamfelagnum leggur sjaførurin dentin á stætt, korð og familjuviðurskifti, og eisini eina persónliga meting av, hvønn beatil, honum dámar best í einum jøvnum dialogi við okkum fýra, sum sita aftanfyri. Og so hvørja LP okkum dámar best. Og her dugir hann hegnisliga væl at skjóta inn í millum, at hann eigur mest slit