Dávur Winther bjóðar inn í Varpið, nýggja 70 millióna mentanarhúsið mitt í Klaksvík, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað. Úr ymsum pørtum í landinum hava vit koyrt norður at síggja húsið. Innkomin, tað er myrkt úti, havi eg ikki meir enn hugsað tankan, at hetta er ein ítøkilig mentanarkollvelting í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, sum kortini ikki eigur eina fiskamatstovu, men er á odda í fótbólti, og skjótt fær eitt altjóða hotell, tá ein undir liðini á mær spyr, um klaksvíkingar nú fara at slíta frá Havnini.
Hóast spurningurin er sagdur í spølni, hongur hann í luftini, tí hetta er eitt so óvæntað og samstundis so sannførandi upplivingarrúm fyri mentanarligum virksemi, sum eingin okkara hevur sæð fyrr.
Ikki minst er estetikkurin so gjøgnumført tiltalandi, at tú fangar teg sjálvan í at hyggja eftir veggum, gólvum og trappum, og gloyma at hetta skal vera karmur um kjarnuvirksemið, sum eru mentanarupplivingar. Tá eru teir góðir, karmarnir um upplivingarrúmið.
Gamaní er húsið nýtt og enn í gerð, og hevur tí ein undangangandi fyrimun, at leggja seg á odda framman fyri tey mentanarhús vit vita um í landinum.
Tá tú hevur gingið í nøkur mentanarhús og notið fleiri sløg av upplivingum í teirra ymsu rúmum, fert tú, sum árini ganga, at miðsavna teg um sitikomfort. Hvussu er at sita og njóta upplivingina í rúminum, stutta ella langa. Tá verður beinpláss fremsta krav. Í fleiri mentanarhúsum fært tú beinleiðis ilt í knøini, um mentanarupplivingin er longri enn ein fótbóltsuppliving, tað er 90 minuttir, ið eisini svarar til eina filmsuppliving. Tá skalt tí skifta millum at sita til vinstru, til høgru, og at hava beinini yvir kross fyrst annan vegin og so hinvegin. Hetta er størsta avbjóðing hjá verandi mentanarhúsum. Higartil havi eg hildið at nýggju stólarnir í Havnar Bio eru teir bestu at sita í, júst av somu orsøk, beinpláss og komfortur. Tí dámdi mær allarbest, at stólarnir í stóru høllini í nýggja Varpinum, hava so framúr beinpláss, sum eg ikki havi sæð fyrr, her í landinum ella aðrastaðni.
Andras Sólstein roynir akustikkin í stóra rúminum framman fyri okkum. Stórbært, reint og skært í ljóði.
Stjórin, Anfinnur Heinesen, bjóðar ein lokalan dramm við móttøkuborðið, sum eru postboksir, upprunaliga danskt-reyðar og síðan føroyskt-bláar, alt samalt í postsins søguliga anda, tí posthúsið hjá Palla Gregoriusen er til høgru, tá vit koma inn. Her er fyrsta listaliga avrikið. At lata arkitektaheimarnar hjá Ósbirni og Palla møtast. Tað gevur long ævintýrakend gongurúm, har trappan hjá Palla er best varðveidd í endanum.
So fara vit, 45 ár eftir Veðraplátuna, ta beinu leið út til besta vert uttanfyri Havnina, ja kanska í landinum øllum, Símun Gullaksen og konuna Jastrid, sum hava lagt riv í ovnin heima, og nú sett 192 riv á borðið í Gamla Seglhúsinum. Skúlafelagin hjá Símun, Bryngerð Sólbjørg, borðreiðir og gongur til handa alt rivjakvøldið.
Mikkjal Hvannastein spælir gittar undir felagssanginum, og Andras Sólstein spælir aftur á trompet og sigur góðar søgur, serliga um seyðahald, við einum undirfundigum skúlavendum denti á kanningar hjá eini lokalari sjúkrasystir, um bollarnir vóru komnir niður, fyri at lenda á veruligum søgum um kvinnur, sum í 1800-talinum komu illa fyri, Sibylle til dømis, sum í rættarprotokollunum varð søgd at hava stærke sanselige drifter og tí fekk seks mans drignar uppá seg. Alt var hennara skyld. Hugtakandi at hoyra so viðkomandi viðvendar tankar her norðuri yvir hálvpiðaðum rivum. Men Andras, kallaður Andy av teim lokalu, hevur eisini eina álvarsliga striku í morreyðu søgununum um kvinnur uttanfyri nummar. - Meðan menn doyggja í bjørgunum, doyggja kvinnur í barsil, og eingin skrivar kvinnusøguna. Men nú ger Fuglafjørður ein minnisvarða. Kanska eru tær góðu søgurnar at hoyra uttanfyri Havnina.
Karl Martin fær alla fjøldina at syngja um Torvatrøllið, sum nú við Finku hjá Marionna Skarðenni, var komið inn um skúlagátt. Eftir at Eyðun hevði spælti undir, fekk hann at enda øll at syngja Hallelujah hjá Cohen nú uttan fylgispæl.
Steintór og Heini Ziska Dahl komu inn og sungu vælupplagdir nakrar sangir, har kanska Dropin riggaði best til mannfólkahøvið. Dávur segði nakrar Skarvanessøgur. Ein stuttligur mentanarfelagsskapur at uppliva eitt fríggjakvøld burtur frá Havnini.
Men rivini í sjálvum sær, innan tey eru farin í ovnin, eru eins hugtakandi og estetikkurin í einum ævigt aktuellum mentanarhúsi. Fyrsta myndin av rivum er frá Símuni úr Fugloynni, og hinar báðar niðaru eru frá Ivani Holm í Nólsoy. Tað er nakað hugtakandi við marmoreringini í góðum rivum. Og niðast er krúnan á verkinum. Rundu borðini í nyggja mentanarhúsinum í Klaksvík - Varpið - í linsuni hjá Peturi M. Solmunde.