Skip to main content

Í stólinum hjá Heidenstam

- Hetta er Nobelstólurin hjá Heidenstam, sigur Maria Bogren, sum er fryntliga konan í móttøkuni á slottinum Noors, úti í kavaklæddu jólaskógini millum Arlanda og Uppsala. 

Hon er nummar fýra frá høgru á summarmyndini niðanfyri. Mitt fyri í svørtum jakka er hin vertinnan, Cattiz Våreus. Håkan Hjärner, sum er í bláum, eigur hotellið saman við konuni Sofiu, sum stendur aftanfyri Cattiz. Í grønari troyggju og brúnum fyriklæði, eru hjúnini Camila og Andreas Rosén og synirnir Caspar og Wictor, sum vit eisini síggja í køkinum.

Tað var í 1916 at Heidenstam fekk Nobelvirðislønina fyri bókmentir, såsom ett erkännande av hans betydelse som målsmannen för ett nytt skede i vår vitterhet. Tá kríggið var av, fekk hann tær 134.610,50 krónurnar, sum fylgdu við. Í dag er virðislønin 11 milliónir svenskar krónur.

Nobelvirðislønin í bókmentum varð fyrstu ferð latin í 1901, tá franski yrkjarin Sully Prudhomme fekk hana. Selma Lagerlöf var fyrsta kvinna og fyrsti svenskari at fáa Noðbelvirðislønina í bókmentum. Tað var í 1909. Eftir Verner von Heidenstam í 1916, fingu hesir svensku rithøvundar virðislønina hesi ár: Pär Lagerkvist í 1951, Nelly Sachs í 1966, Eyvind Johnson og Harry Martinson í 1974 og Tomas Tranströmer í 2011.

Í ár fekk norski Jon Fosse bókemtavirðisløn Nobels. Undan honum hava norsku Bjørnstjerne Bjørnson í 1903, Knut Hamsun í 1920 og Sigrid Undset í 1928 fingið virðislønina.

Teir donsku rithøvundar, sum hava fingið Nobelvirðislønina, eru Karl Adolph Gjellerup og Henrik Pontoppidan í 1917 og Johannes V. Jensen í 1944.

Einasti finski høvundur, ið hevur fingið bókmentavirðisløn Nobels, er Frans Eemil Sillanpää, sum fekk hana í 1939, og einasti íslendski høvundur, sum hevur fingið Nobelvirðislønina, er Halldór Laxness í 1955.

Virðislønin verður handað 10. desembur. 

Vit eru í Knivsta og hetta er minsta træslott í Svøríki, og skrivar seg heilt aftur til 1600-talið. Tað ræður um at finna títt serstaka sølumál og vitjunarvirði, hugsi eg, meðan hin vertinnan, Cattiz Wåreus, málsøkin bjóðar mær upp á loftið, at síggja kamarið, har Heidenstam sat í stólinum og skrivaði. 

- Vit flyta hann runt í húsinum, sigur hon um stólin, og fortelur um stóra barockträdgården uttanfyri slottið, sum í 1686 varð lagt undir kong. Síðan er urtagarðurin tikin frá. Navnið Noors stavar frá vøtnunum her umkring, sigur hon.

- Verner von Heidenstam (1859-1940) kom higar í 1897, og hann setti seg í stólin allar arbeiðsdagar tað árið. Óivað var tað fyri at kenna kongaligu nærveruna av Karl tólvta, sum var í kríggi úti í Evropa, tá stora nordiska kriget herjaði í 1700-1721, sigur Cattiz sannførandi.

 - Her skrivaði Heidenstam 48 stuttsøgur, sum undir heitinum Karolinerna : berättelser komu út í tveimum bindum beint fyri aldarsskiftið. Hundrað ár seinni, í 1996-1997 vórðu húsini totalrenoverað. Tá hevði slottshotellið leingi verið á privatum hondum, og í dag eiga Håkan og Sofia Hjärner hotellið, sum enn hevur navnið Noors Slott, ið hevur 25 kømur og kann hýsa 60 gestum, bæði á sumri, tá pør koma higar at giftast, ella á jólum, tá vinfólk og arbeiðspláss koma higar, kanska í sambandi við skeið og fundir. Við borðini kunnu vit dekka upp til 110, og vit eru bara fimtan minuttir frá Arlanda, minnir vertinnan meg á, nú jólini eru í hondum. 

Og tað hendir seg meir enn so, at svensktmæltir finnlendingar og álendingar koma higar at halda lilla jul, sum er leygardagurin fyri fyrsta sunnudag í advent.

Síggi á booking.com, har hotellið fær besta ummæli, at amerikanska Monica, sum hevur ligið veðurføst í Arlanda, skrivar: - Fairly close to ARN and a perfect place to stay after a cancelled flight. Offered a prix fixe dinner of classic Swedish food which included an amuse buche of a Danish raw oyster with mignonette and lemon. Our next surprise was roasted chanterelles, smoked perch, and dessert for 795 SEK which I gladly accepted. Friendly staff who gave us a tour of the property. Located on the top floor is a billiard table and a dart board. An amazing breakfast which included ginger shots, smoothie, juices, coffee, make-your-own tea bag, meets/cheese, breads, eggs and bacon.

Og nú vit nevna matin, er vert at nevna Andreas og Camilu Rosén, sum stíla fyri í køkinum. Eins og hotelleigararnir, Håkan og Sofia, búgva tey í Sollentuna. 

- Tá vit fara heim eftir loknan arbeiðsdag, taka synirnir, Wictor og Caspar, yvir og ordna alt kvøldsarbeiðið, siga Andreas og Camila. Stílurin er heimligur og líka til, men professionellur út í odd og egg.


Míni ørindi á Noors Slotti í Knivsta eru arbeiðsfundur hjá Norðurlendska Netverkinum fyri Vaksnamannalæring, stytt til NVL. Skal savna føroyskt virksemi í skandinaviskum teksti til heimasíðuna. Her er fyrsta greinin, sum er um NVL ráðstevnu í Havn hin 16. novembur í ár.

Umframt at hitta øll tey fryntligu, vitandi og sosialt engasjeraðu NVL fólkini, ið til dømis hava verkætlanir um inklusjón og validering gangandi í fangahúsum, hitti eg eisini svensku Marju Backman. 

Hon er journalistur og hevur í tólv ár arbeitt sum informatör fyri svensku NVL skipanina. Nú gevst hon, og gevur á degnum út barnabókina Klockan som ägde tiden

- Óneyðugt at siga, er Die unendliche Geschichte hjá Michael Ende mín stóra fyrimynd, sigur Marja, ið hevur ein autistiskan son, og júst tí hevur skrivað bókina við nágreiniligari klokku-dedikatión, sum sæst niðanfyri. 

- Fyrstu tvey árini fari eg nú at arbeiða sum informatör fyri Svenska Dyslexiföreningen, sigur Marja meðan kavin legst, og øll fara heim, ríkað av einum góðum fundi á einum sjáldsama spennandi jólaslotti.