Elizabeth Taylor, Mistela (1856-1932)
Ein dag í juni 1895 leggur DFDS skipið Laura at í Føroyum. Ferðamannaskipið skal til Íslands og umborð er 39 ára gamla amerikanska Elizabeth Taylor. Hon er ein traveling lady, sum skrivar til bløð í New York og Boston.
Nú fer hon til Íslands at skriva um æður.
Hon hevur ferðast víða. Hevur verið á listaskúla í New York og í París. Hevur fiskað laks í Alaska, og ferðast eftir stóru áunum í Kanada. Í 1890 var hon fyrstu ferð í Evropa, og vitjaði í Onglandi, Skotlandi, Noregi, Fraklandi, Montenegro og Italia.
Tá Elizabeth hendan junidag í 1895 stendur á dekkinum á Lauru, er mjørki. Bráddliga koma Føroyar úr tí hulda. Tað er okkurt sjáldsamt, ið hugtekur hana, og hon veit, at her fer hon at vitja aftur.
Fimm ferðir kemur Elizabeth aftur til Føroya. Hon er tilsamans tíggju ár í Føroyum, mest á Eiði, í Miðvági og á Viðareiði. Tá hon er á Eiði, gistir hon hjá Caroline Amalie og Jens Jørgen Kruse, ið eru foreldur at Niels Kruse. Hann er fimtan ár yngri enn Elizabeth.
Millum fólk verður hon kallað Miss Taylor, sum skjótt verður til Mistela, við longum é.
Hon teknar, málar og skrivar greinar til amerikansk tíðarrit sum Frank Leslie's Popular Monthly, Atlantic Monthly og Forest and Stream. Greinarnar fíggja ferðirnar og uppihaldið.
Niels Kruse og Elizabeth hava felags áhugamál, sum er at tekna og mála. Elizabeth hevur jú fingið undirvísing á listaskúlum í New York og í París, og hon kann tí geva bæði íblástur og vitan.
Undir fyrra veraldarbardaga býr hon øll árini, frá 1914 til 1919, á kvistinum hjá Mallu (Amalie), ið er systir Niels Kruse og Oliver Øster, og dóttir Jens Jørgen Kruse og Caroline Amalie. Hesi árini eru lýst í Five Years in a Faroe Attic, eisini tá sonur teirra, Óli Egilstrøð (Øster), ið hevur verið virkin at tekna og mála, varð føddur.
Niels Kruse, var fyrsti føroyingur at fáa málning við á várframsýningina á Charlottenborg, og Niels Kruse er abbi Sigrun Gunnarsdóttir, sum júst í hesum døgum verður lýst í heimildarfilminum Heartist, ið ferðast víða, og hevur fingið óvanliga góð skoðsmál.
Tiltakið um íblásturin frá Elizabeth Taylor byrjar hósdagin 16. november í Kolshøll á Eiði. Tá verður filmurin Heartist eisini vístur.
Ellindur og Anna Sofía Egilstrøð skipa fyri tiltakinum, sum hevur afturvendandi heitið Skifti.