Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ferðavinna

Eitt pláss í Tjørnuvík

Tað er eitt parkeringspláss í Tjørnuvík. Tað sigur talgilda online skeltið í Haldórsvík, har shuttle bussurin bíðar, um so varð at einki parkeringspláss var, ella eg koyrdi við kampingvogni. So er bussurin til taks, mest sum alla tíðina. Enn er hann tómur. Úr øllum vinklum er Tjørnuvík eitt fotomotiv, antin veðrið er sum í dag, ella brimið hóttir við at skola og strúka alt omanav. Komin á parkeringsplássið við bygdini framman fyri mær, kann ikki sigast annað, enn at skeltiskógurin í Tjørnuvík er tjúkkur, og eingi ferðandi kunnu siga, at tey ikki fá boð um reglur fyri ferðslu. Boðini í Haldórsvík um eina parkeringsplassið koma frá einum sensori, sum fylgir við, so hvørt plássið í næstu bygdini er fult ella ikki, so tú sleppir undan at koyra inn millum húsini og upptaka tey tún, ið bygdafólkið, sum sæst niðanfyri, vil hava í frið, ella bara noyðist at koyra avstað aftur, tí her var einki pláss. Skillig og góð loysn á tí ruðuleika sum privatbilaferðsla kann skapa í smábygdum, sum í øllum

Óður ferðamaður: gisti í bussi í Sandavági

At ferðast er ikki sum at siga tað. Tað mátti Eugene Fodor (1905-1991) sanna í 1936. Hann var amerikanskur ferðamaður av ungarskari ætt, ið ilskaðist inn á manglandi ferðabøkur, sum vóru eftirfarandi og nyttugar, tá tú skuldi til Evropa. Tí for hann sjálvur at skriva ferðafrásagnir. Úrslitið varð On the Continent - The Entertaining Travel Annual sama árið. Í dag er amerikanska tænastan, ið eisini dekkar Føroyar sum ein avstingara úr Danmark, kend sum Fodor’s , bæði í bók og á netinum. Upplýsingarnar hjá Fodor’s eru ógvuliga avmarkaðar og ikki dagførdar. Undir shopping í Havn verður víst til Andreas í Vágsbotni, og sagt verður ikki at Koks er flutt til Grønlands, so hin ferðandi onga Michelinstjørnu finnur í Føroyum.  Býarbókasavnið í Havn plagdi altíð at hava nýggjastu Fodor ferðabókina og aðrar við á hillunum, ta tíðina fólk enn lósu og lántu bøkur til upplýsandi húsbrúk. Men alt hevur sína tíð. Á netsíðuni hjá Fodor’s hevur ein anonymur ferðamaður, ið kallar seg Kavehmz_2022, gjørt

Føroyar eru vakrar í húsbili

Ja, hvussu kallast ein camper á føroyskum, tá neyðugt er at gera vart við, at tað ikki er ein kampingvognur, sum verður sleipaður aftaná einum øðrum bili, men ein sjálvstøðugur bilur við nummarplátu, setrum og motori? Eitur tað húsbilur, kampingbussur, kampari ella okkurt heilt annað? Føroysku orðabøkurnar hava nógv boð, nú vit møtast á kampingplássinum yviri við Strond í Havn. Har havi eg møtt Arlette og Norbert, sum eru úr Sveis, haðani tey hava koyrt upp gjøgnum Evropa, siglt við Norrønu og steðga nú her í fjúrtan dagar. Her er altso í øllum Føroyum.  - Akkurát her var fult, tá vit komu, so vit fóru til Vestmanna, sigur Norbert. Eg spyrji, hvussu tað var at sova í illveðrinum í Havn fyrranáttina, tá tað stóð um húsbrot í grannalagnum.  - Tað var fínasta slag, siga tey bæði væl nøgd við morgunmatarborðið í kompakta bilinum. Einki feyk ella brotnaði. Einasta var, at tá vindurin stóð beint á síðuna, spríkti regnið inn í teltdúkin á takteltinum, so vit ikki kundu sova. Men tað ordnaði

Summarið komið

Afturvendandi yvirskriftin hesa ársins tíð er "Summarið komið". Mátið er fyrsti dagur, at kampingplássið hjá kommununi yviri við Strond í Havn er fult. Í ár var tað mánamorgunin 6. juni, sum var 2. hvítusunnudagur, og aftur sunnukvøldið 12. juni, tá Norrøna var komin á Havnina, sum sæst niðanfyri. Mikukvøldið eftir fara fleiri av bilunum við tá Norrøna fer til Íslands. Tað er einasta samband, har tú sjóvegis kanst fara í egnum bili av evropeiska meginlandinum til Íslands og aftur. Steðgurin í Føroyum letur upp fyri eini skjótari rundferð í meginøkinum, sum nú er knýtt saman við undirsjóvartunlum. Eftir koronastongsil í tvey ár er alt aftur við tað vanliga. Fólk koma higar at ferðast, og vit fara hagar í staðin. Summarið er komið.

Summarbjór frá Áka á Strondum

Nú hitastigini vórðu tveysiffrað og summarmjørkin sum amen í kirkjuni legði seg yvir Havnina, fór eg ein túr inn á svalligu Strendur, har sýnið er beint út á opið hav, og nógv nýtt verður bygt niðan í brekkuna móti Hálsatjørn. Men ørindini eru at fara oman í fjøruna at hitta danska Aage Dyssegaard, ið bryggjar øl, sum bara fast til keyps í Urtahavanum. Tað er ein kafé, dygst við Raktanga, sum lýsir seg sjálva við orðunum: ”ein hugnalig kafé Úti við Sker á Strondum. Á matarlepanum er bæði søtt og salt :) og so hava vit eisini onkur tiltøk í skjáttuni!” - Áki, sigur hann klingandi skilliga, tekur fast í hondina og ger mær greitt, at í Føroyum vil hann ikki kallast Aage. Bilsin hoyri eg hann fortelja, at hann undirvísir í rokning á Toftum, er AKT-lærari og brennir fyri trivnaði á skúlanum. Læraraprógvið tók hann í Odense. Tí skuldi hann, eins og 25 onnur, lúka prógv í føroyskum á Setrinum. Tey fimm, ið ikki høvdu føroyskt sum móðurmál, dumpaðu øll. Men seinni gekk betur. Gøtunummurini er

Sjálvtekt í Saksun

Gjaldsportrið hjá eina bóndanum í Saksun er ímyndin av tí illvilja, sum hevur tikið seg upp millum bøndur, ferðavinnumyndugleikar og privatfólk, sum vilja ganga í haganum Í dag boðar tíðindaportalurin in.fo frá, at Kristi himmalsferðardag fara fólk at ganga á portrið í Saksun. Og tað uttan at betala. So má svíða sum svøllurin. Eftir at allir politikarar hava kastað burtur og alment siga, at teir ikki makta uppgávuna, er hetta mest interessanta - og samstundis eisini mest sjálvsagda - sjálvtektsátak eg havi upplivað í Føroya nútíðar søgu. Í Degi og Viku hava vit hoyrt um tað fyrimyndarliga samstarv, sum fyrisiting, sjúkrahúsverk, flutningstænasta og einstaklingar hava, tá umræður nýrasjúklingar, ið hava tørv á dialysu. Tað er ikki smávegis logistikkur, ið skal fáast uppá pláss. Men við innliti, vilja og helst eitt sindur av treiskni, ber tað til. Soleiðis er ikki við gongd í haga. Meðan Visit Faroe Islands hava megnað marknaðarføringsuppgávuna úti í heimi so framúr, at ferðafólkini fyll

Minnissteinur um James Bond á Kallinum

Tá nýggjasti James Bond filmurin varð frumsýndur í Havnar Bio hin 30. september í fjør, skrivaði eg soleiðis á blogginum :  "Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin av, at almennu Føroyar hava eydnast so væl at draga eitt filmiskt produkt aftur at sær sum No Time To Die ." Avrikið skal samstundis haldast upp móti teirri syndarliga lágu játtan, sum tað almenna letur til føroyska filmsgerð, ið elvir til at útlendsk location feløg fara avstað við óslípaða diamantinum á norðuratlantiska filmsløriftinum, sum eingin hevur sæð fyrr - Føroyar.  Í øðrum bloggi um sama evni - James Bond, sum hevur valt at leggja beinini í Kalsoynni - skrivaði eg soleiðis á blogginum hin 7. oktober:   "Stuttligt og hugvekjandi, at vit í Føroyum, og tað serliga kalsoyingar, hava fingið leiklutin sum heimstaður og karmur um higartil mest endaligu or

John er ímyndin av matstovuvirksemi

  Sunnudagin fær John Mikkelsen frámerkið ikon í nýggja ensk-danska bóklinginum Faroe Best , sum á 54 blaðsíðum hevur gjørt ein gjøgnumskurð í eini løtumynd av støðuni í føroysku matstovuvinnuni.  Tað er hin royndi Bent Christensen, sum fyri fimtan árum síðan varnaðist tað serføroyska í altjóða matgerð, ella gastronomi, sum kanska nemur meira við list, matgerðarlist, enn tað gerandisliga, sum liggur í hugtakinum matgerð, ið er heitið á mest seldu kókibókini, Matur og matgerð . Fyri Bent Christensen skrivaði eg í 2017 hesa donsku grein um føroyska matstovuvinnu og kokkabókagerð.  Í nýggja bóklinginum Faroe Best kemur navnið John Mikkelsen sjey ferðirnar fyri. John er matstovuleiðari, restaurationschef, í Áarstovu, Barbara Fish House og Ræst. Og so fær hann heiðurin sum ársins matstovuprofilur, restaurantprofile, í 2021 í kapping við Ólav í Búrstovu, í matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan og Mike Uhre í matstovuni Munkastovu umborð á Norrönu. Men stuttligast haldi eg tað vera, at John,