Sunnudagin fær John Mikkelsen frámerkið ikon í nýggja ensk-danska bóklinginum Faroe Best, sum á 54 blaðsíðum hevur gjørt ein gjøgnumskurð í eini løtumynd av støðuni í føroysku matstovuvinnuni.
Tað er hin royndi Bent Christensen, sum fyri fimtan árum síðan varnaðist tað serføroyska í altjóða matgerð, ella gastronomi, sum kanska nemur meira við list, matgerðarlist, enn tað gerandisliga, sum liggur í hugtakinum matgerð, ið er heitið á mest seldu kókibókini, Matur og matgerð.
Fyri Bent Christensen skrivaði eg í 2017 hesa donsku grein um føroyska matstovuvinnu og kokkabókagerð.
Í nýggja bóklinginum Faroe Best kemur navnið John Mikkelsen sjey ferðirnar fyri. John er matstovuleiðari, restaurationschef, í Áarstovu, Barbara Fish House og Ræst. Og so fær hann heiðurin sum ársins matstovuprofilur, restaurantprofile, í 2021 í kapping við Ólav í Búrstovu, í matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan og Mike Uhre í matstovuni Munkastovu umborð á Norrönu.
Men stuttligast haldi eg tað vera, at John, saman við teim trimum Leif Sørensen, Gutta Winther og Birgir Enni, er kosin ein føroysk ikon, ímynd, av matstovuvirksemi, við hesum orðum:
Many skills are needed in a Restaurant Manager. It is not just to oversee, being present, to serve, to converse meanwhile maintaining the art of discretion. Being able to read the guests wishes and expectations is one of the many talents that John Mikkelsen possesses.
Tá eg blaði gjøgnum myndasavnið, kann eg ikki annað enn sanna trúvirði í hesum fáu orðum, sum royna at lýsa kompleksa leiklutin hjá John Mikkelsen í matstovunum Heima í Havn, og hansara sentrala leiklut í borðreiðing, at ganga til handa og altíð at vita svar uppá tað, sum matstovugestir kunnu finna uppá at spyrja um. Tað er ikki altíð sum at siga tað, at svara slíkum spurningum og passiarlíknandi práti. Alt tað dugir John.
Og nú vit hava fingið nýggjan landstýrismann við fiskimálum, Árni Skaale, sum eitt tað fyrsta nevndi at lata Føroya Banka upp aftur, so er longu nú greitt, at nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, fer út á Bankan í mars at gera yvirlitstrolingar. Áarstova, hin fremsta føroyska matstovan í Trip Advisor, og Barbara Fish House hava longu lagt seg í kjalarvørrin á royndarveiðuni og lýsa við Bankakvøldi 25. og 26. mars.
Nú føroysk gastronomi og kokkayrkið yvirhøvur hevur verið hart rakt av koronafarsóttini, er vert at savnast um tey avrik, sum undangongufólk á økinum standa saman um, summi sjónligari enn onnur. Takk fyri tykkara íkast, so vit slúknu átufressar aftur kunnu samgleðast kring borðið og skifta orð um tilgerð, smakk og góðsku, nú koronaavmarkingarnar eru linkaðar. Til lukku við tilnevningunum, John!