Ja, hvussu kallast ein camper á føroyskum, tá neyðugt er at gera vart við, at tað ikki er ein kampingvognur, sum verður sleipaður aftaná einum øðrum bili, men ein sjálvstøðugur bilur við nummarplátu, setrum og motori? Eitur tað húsbilur, kampingbussur, kampari ella okkurt heilt annað? Føroysku orðabøkurnar hava nógv boð, nú vit møtast á kampingplássinum yviri við Strond í Havn.
Har havi eg møtt Arlette og Norbert, sum eru úr Sveis, haðani tey hava koyrt upp gjøgnum Evropa, siglt við Norrønu og steðga nú her í fjúrtan dagar. Her er altso í øllum Føroyum.
- Akkurát her var fult, tá vit komu, so vit fóru til Vestmanna, sigur Norbert.
Eg spyrji, hvussu tað var at sova í illveðrinum í Havn fyrranáttina, tá tað stóð um húsbrot í grannalagnum.
- Tað var fínasta slag, siga tey bæði væl nøgd við morgunmatarborðið í kompakta bilinum. Einki feyk ella brotnaði. Einasta var, at tá vindurin stóð beint á síðuna, spríkti regnið inn í teltdúkin á takteltinum, so vit ikki kundu sova. Men tað ordnaði Norbert við einum tollfríum keypsposa frá Norrønu, sigur Arlette, sum er sakførari.
Tey hava verið í Kirkjubø, og ætla nú at koyra norðureftir, ikki gjøgnum undirsjóvartunlarnar, tí tey vilja heldur síggja Føroyar úr erva av fjøllunum, tí tey elska hiking, siga tey bæði og spyrja, um G! Festivalurin man vera nakað fyri old timers sum tey.
- Jú, sigi eg. Syðrugøta er kend fyri ikki bara gestablídni, men eisini hugin at møta fremmandum fólki, eisini í lítlu improviseraðu kirkjuni og pop up matstøðunum, sum har eru. Og tað er ikki útselt, nú tey hava festival eftir trý ára koronasteðg.
Tey kenna Eivør, sum er stór í Sveis, og eru ovfarin um, at atgongumerki eru eftir. Vit fara at hyggja, nær hon er á skránni, so velja vit kanska tann dagin, siga tey.
Vit tosa um Tjørnuvík, surfing og Kingo, og hvussu fólk kring landið síggja uppá hetta við turismu í nýggjari tíð. Tey kenna væl sjónarmiðini, sum eru universell, og vita, hvussu tey skulu uppføra seg sum ferðafólk, uttan at lúra inn í hvørt vindeyga og órógva gerandislívið á staðnum. - Vit elska jú sjálvi at ferðast, so vit hava øll eitt regulsett at fylgja. Tað er greitt.
Norbert og Arlett hava átt bilin í tvey ár. - Vit keyptu hann frá bilsmiðjuni Hess í Alpnach, sum hevði gjørt hann til kampara úr einum VW Transporter, so hann nú hevur frámerkið VW T6 4 Motion.
Takk fyri prátið - og vælkomin á føroysku vegirnar!