Skip to main content

Summarið komið

Afturvendandi yvirskriftin hesa ársins tíð er "Summarið komið". Mátið er fyrsti dagur, at kampingplássið hjá kommununi yviri við Strond í Havn er fult. Í ár var tað mánamorgunin 6. juni, sum var 2. hvítusunnudagur, og aftur sunnukvøldið 12. juni, tá Norrøna var komin á Havnina, sum sæst niðanfyri. Mikukvøldið eftir fara fleiri av bilunum við tá Norrøna fer til Íslands. Tað er einasta samband, har tú sjóvegis kanst fara í egnum bili av evropeiska meginlandinum til Íslands og aftur. Steðgurin í Føroyum letur upp fyri eini skjótari rundferð í meginøkinum, sum nú er knýtt saman við undirsjóvartunlum. Eftir koronastongsil í tvey ár er alt aftur við tað vanliga. Fólk koma higar at ferðast, og vit fara hagar í staðin. Summarið er komið.