Gjaldsportrið hjá eina bóndanum í Saksun er ímyndin av tí illvilja, sum hevur tikið seg upp millum bøndur, ferðavinnumyndugleikar og privatfólk, sum vilja ganga í haganum
Í dag boðar tíðindaportalurin in.fo frá, at Kristi himmalsferðardag fara fólk at ganga á portrið í Saksun. Og tað uttan at betala. So má svíða sum svøllurin.
Eftir at allir politikarar hava kastað burtur og alment siga, at teir ikki makta uppgávuna, er hetta mest interessanta - og samstundis eisini mest sjálvsagda - sjálvtektsátak eg havi upplivað í Føroya nútíðar søgu.
Í Degi og Viku hava vit hoyrt um tað fyrimyndarliga samstarv, sum fyrisiting, sjúkrahúsverk, flutningstænasta og einstaklingar hava, tá umræður nýrasjúklingar, ið hava tørv á dialysu. Tað er ikki smávegis logistikkur, ið skal fáast uppá pláss. Men við innliti, vilja og helst eitt sindur av treiskni, ber tað til.
Soleiðis er ikki við gongd í haga.
Meðan Visit Faroe Islands hava megnað marknaðarføringsuppgávuna úti í heimi so framúr, at ferðafólkini fylla fitt í Føroyum, so fitt, at tey fíggja vinnugreinar sum hotell, matstovur, bilaleigu og mentanartiltøk, ið annars ikki høvdu borið til, so siga Saksunarbøndur nei og stopp til alt. Her ber ikki til at fara um annan mans grund. Ikki talan um. Og skuldi nakar verið í iva, so er eitt forðandi gjaldsportur sett upp til tey óynsktu, sum ikki skulu koma higar. Betal, og far so av fananum til. Ikki so lítið av eini tvørsøgn.
Í hálva øld ella so var Feðgar á ferð hin mest lisna bókin á móðurmálinum, tá tað galt høvuðsverk í fólkaskúlanum. Bókin, sum flestu eisini minnist frá ófrívilliga komiska upplestrinum í Útvarpinum, lýsir tíðina, tá bóndasamfelagið ætlaðist at verða flutt inn í ídnaðarsamfelagið.
Margháttligt at hugsa sær, at partar av okkara samfelag enn dvøljast við gáttina á hesi byltingartíð fyri skjótt hundrað árum síðan og ikki vilja fáa nútíðina á tal. Vilja bara ikki. Ja, illviljin hevur nú leingi verið sjónskur við hesum ólukku portrinum hjá bóndanum Svartáarmegin í Saksun. Og politiski viljin, mátturin og førleikin hevur verið eins tvørrandi og fráverandi svikaligur.
Havi onkuntíð skift orð við fastbúgvandi fólk í bygdini beint norðanfyri, Tjørnuvík, har nýggja ferðavinnugreinin er at standa á brimfjøl. Nýggja innrásin er kærkomin og væl móttikin av øllum. Bert ein persónur í bygdini var ivasom, tí hon dugdi so lítið enskt, og helt seg tí fáa minni burturúr enn hini, so stór og semjusøkjandi var undirtøkan norðanfyri sýnina.
Klipp úr nýggja topografiska Føroyakortinum hjá Umhvørvisstovuni, sum kortfrøðingurin Hans Olof Engberg hevur teknað. Kommunumørk eru purpurlitt
Í somu kommunu, har norðuri við Gjógv, var sama jaliga støða viðvíkjandi ferðafólkum nú um vikuskiftið.
Gjáargarður var fullsettur, stórur partur av tríhundrað dønum, sum búðu í hvørjum einasta kamari á Hotel Føroyum suðuri í Havn, vóru á mennandi starvsfólkaferð og gjørdu eitt rend við Nax niður og norður í gjónna við Gjógv, og ein fyltur føroyskur bussur við íslendingum av Eysturlandinum steðgaði í bygdini, meðan Eirik Suni fortaldi í Brunsj, hvussu hann flutti vallarheimið við krabbagoggum og ongum umsetningi til eitt tveystjørnað hotell við tveysiffraðum milliónaumsetningi eftir fimtan árum.
Nax skipar fyri síðing í gjónni meðan øll bíða í baksýni og kioskin hjá Gjáargarði hevur opið
Meðan Brunsjurin í Útvarpinum gongur, er gamli bygdaráðsformaðurin í túninum og sigur, at júst hetta skapar lív í bygdini, sum hevur fýrs hús og átjan fólk. Kommunan er hin sama, men eyðsýnt er, at her norðuri eru tey ikki so erkvisin, sum í Saksun.
Tá fólksins politiskt valdu ikki megna hesa sjálvsagdu fólksins uppgávu í so mong ár, einki sæst aftur og útlitini eru púra ongi, tá er sjálvsagt at ómegdin stingur seg upp og gongufólk taka til sjálvtekt, ið er eins ólóglig og uppsetta portrið. So kunnu partarnir úr bygd og bý tørna saman sum í Mannafelsdali. Tað verður helst eins undirhaldandi ferðafólkasøga í bussunum á fronskum og sponskum, sum í stríðnum í Roncesvalles har suðuri í Baskaralandinum fyri tólvhundraðogfýraogfjøruti árum síðan.
Onkuntíð skal sjálvtekt hava eitt søguligt perspektiv. Nú fer tað at verða. Heilt presis á Kristi himmalsferðardegi.