Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ferðavinna

Vit sláa ring um bankatoskin

Takkað verið nærlagdum útflytarum til katólsku londini, er bankatoskur - ein meir enn hundrað ára gomul søluvøra - so væl varðveittur, at hann tolir allar vinklingar og tilgongdir, bara hann er atkomuligur, bankatoskurin. Tað er sjón fyri søgn í Áarstovu í hesum døgum. Eftir at hava havt egna matstovu í Danmark, Steingríms Kælder, kom Jógvan Steingrím Rasmussen til Føroya í fjør, og hevur verið køksleiðari í Áarstovu síðan. Nú eitt ár er umliðið, hevur hann fingið spanska, Eli Gonzáles Roda, við í køkin. Eli hevur arbeitt á Roks og fer framyvir at verða køksleiðari í Barbara Fish House hinumegin túnið. Hann hevur ellivu ára royndir sum kokkur, er úr Alicante í Spania, og hevði arbeitt í Cork í Írlandi, nú hann kom til Føroya.  Nú vit nema við mobila arbeiðsorku í føroyska køkinum, er eisini áhuagvert at hefta seg við, at matstovuleiðarin, John Mikkelsen, hevur fingið ukrainsku Anju afturat sær. Hon er har eysturi úr krígsrakta Ukraina, dygst við russiska markið, og hevði búð í høvuðsst

Pitsauppliving í Karlsá

Italsk pitsa er mest útbreidda matvøra á heimsins matstovum, úti á gøtum í stórbýum og í frystaranum í næsta handli, instant klár at koyra í ovnin heima í køkinum. Kanska við egnum toppings, at leggja omaná. Tað plagar at dáma børnum.  Avbjóðingin er at gera útbreiddu matvøruna til eina uppliving, sum persónliga hóskar til givna høvið.  Og júst her er tað, at tey bæði, Anna Maria og Rógvi Joensen, av einslistum reka Karlsá við Vágsheygsgøtu í Klaksvík undir landsfevandi skipanini Heimablídni. Mitt í bønum við útsýni til ikoniska Kunoyarnes út fyri vágni, sum nú verður bygd við nýggjum húsum til altskyns endamál, skjótt eisini eitt hotell. Hóast ósin avgjørt letur upp fyri øðrum, hava allir bygningarnir tað arkitektoniska eyðkennið, at teir eru merktir av kassahugsan. Á so miðsavnandi fløtu er tað undarligt í mínum eygum. Men aftur til Karlsá uppi í Vágsheygsgøtu, har tey hugsa út um kassan, out of the box. Her er katalonska Bargalló olivinoljan grundstøði. Úr Barcelona fær hon breyðið

Øll eiga at seta sær fyri at fara ein túr til Føroya!

- Øll eiga at seta sær fyri at fara ein túr til Føroya eina ferð í lívinum. Tað sigur Neelie Kruse, sum er Certified Travel Consultant, og síðan 1989 hevur rikið og enn rekur og eigur fyritøkuna Cary Travel Express í Chicagoforstaðnum Cary í statinum Illinois. Hon og maðurin, Neils, síggjast mitt í myndini, saman við synunum Alex og Andrew við konum og børnum. 22. august fer føroyska flogfelagið Atlantic Airways at flúgva úr Føroyum og til altjóða flogvøllin Stewart í statinum New York. Hetta er fyrstu ferð at ein beinleiðis rutuferð er úr Føroyum til USA í ferðafólkaflogfari. - The Faroe Islands is a hidden secret that should be on everyones bucket list. It's comprised of 18 small islands,  steep cliffs,  mountains and fjords. It's even more special to me, as we have relatives that live there, sigur Neelie Kruse, og slær fast at nýggja ferðamálið er A Bucket List Destination . Tað er eitt ferðamál, øll eiga at seta sær fyri at vitja minst einaferð í lívinum. Hugtakið bleiv ser

Mitt í havsins hjarta

Myndina omanfyri tók Magni Arge mikudagin úr køksvindeyganum í Borgartúni á Argjum. Hon sýnir Norwegian Star , sum henda dag steðgar frá níggju til sekstan, tí hon er á ellivu daga cruise ferð úr Tromsø til Reykjavíkar.  Í baksýni er norska kongaskipið Norge , sum kom higar sunnudagin við drotningini Sonju umborð. Hon arbeiðir við list, umsitur Queen Sonja Print Award og hevur fyrr verið her í privatum ørindum at síggja føroyskan grafikk.   Norge liggur á Havnini til í morgin. Hóast ferðamannaskipini eru mong og stór, til vinstru Bolette , til høgru Seven Seas Splendor og fremst fyri hin skúmandi Smyril , so er langt síðan at eg havi sæð tað, sum vit fyrr róptu innrás av ferðafólki í Havnargøtum.  Gamaní liggja korona og samfelagsligur niðurstongsil í allari verðini ímillum.  Ein útlendingur, sum eg gekk við í gomlu Havnini í síðstu viku, helt fyri, at her var einki ferðafólk at síggja.  - Tað hevði eg ikki væntað, segði hon, sum kom úr Íslandi og kendi til ferðavinnu á okkara leiðum

Porsche í Føroyum

Í fjør vitjaðu ferðajournalisturin, Katleen van Bremdt, og fotografurin Sven Hoyaux, frá belgiska tíðarritinum Porschist í Føroyum.  Tíðarritið, sum hevur nítjan ár á baki og í hesi útgávu telur 146 blaðsíður, er í altjóða stíli við góðum teksti og framúr myndum, og eksklusivum lýsingum. Umframt at lýsa landið sum ferðamál, síggja vit James Bond gravsteinin á Kallinum, Kópakonuna og vitja Hiddenfjord.  Her kanst tú lesa alt blaðið , sum er komið út í dag. Men fremstu ørindini í Føroyum vóru at hitta bileigarar, ið hava serligan tokka til Porschebilar.  Føroyska sambandið tók seg upp, tá fotografurin var í Port Stanley á Falklandsoyggjum, og tók eina mynd av einasta Porsche bilinum har, einum Cayenne, til fyrru útgávuna.  Bileigarin, sum eisini er frímerkjasavnari, postaði eitt bræv til føroyska filatelistin, Álv Danielsen, sum býr í mínum grannalagi, og spurdi fyri belgiska fotografin, um nakar Porscheeigari mundi vera í Føroyum.  Jú, beiggi mín Oddmar, svaraði eg. Hann eigur ein uppr

Rannvá fekk Fjällräven til Føroya

Fotografurin Rannvá Joensen er úr Hósvík og hevur fleiri Insta-fylgjarar enn samlaða talið á føroyingum í allari verðini, ikki færr enn 61.000. Nýggjasta er, at hon hevur fingið víðagitna svenska vørumerkið Fjällräven til Føroya at mynda vetrarkollektiónina, mitt í okkara náttúru. Og tað riggar so væl, at eg kann ikki hugsað mær Føroyar og Fjällräven sum annað enn eitt perfekt match. Tey tvey F’ini sum prinsipp fyri perfektu kulissuni. Føroyar og Fjällräven. Sum beint nú síggjast úti í heimi. - Mín fyrsti leiklutur var location scout, og síðan var eg samskipari, sigur Rannvá, og fortelur, at tað var framleiðslustjórin, Johan Jonnson, frá svensku filmsfyritøkuni Vast Work, sum setti seg í samband við hana. - Tað var síðst í marts gjøgnum Instagram, og hann spurdi, um eg var áhuga í at gera eina uppgávu fyri tey. Hann greiddi frá, at tey skuldu taka myndir og filma heystkollektiónina 2022 hjá Fjällräven í maj í ár, og tey manglaðu onkran í Føroyum við góðum kunnleika, ið kundi vera samsk