Skip to main content

Porsche í Føroyum

Í fjør vitjaðu ferðajournalisturin, Katleen van Bremdt, og fotografurin Sven Hoyaux, frá belgiska tíðarritinum Porschist í Føroyum. 

Tíðarritið, sum hevur nítjan ár á baki og í hesi útgávu telur 146 blaðsíður, er í altjóða stíli við góðum teksti og framúr myndum, og eksklusivum lýsingum. Umframt at lýsa landið sum ferðamál, síggja vit James Bond gravsteinin á Kallinum, Kópakonuna og vitja Hiddenfjord. 

Her kanst tú lesa alt blaðið, sum er komið út í dag.

Men fremstu ørindini í Føroyum vóru at hitta bileigarar, ið hava serligan tokka til Porschebilar. 

Føroyska sambandið tók seg upp, tá fotografurin var í Port Stanley á Falklandsoyggjum, og tók eina mynd av einasta Porsche bilinum har, einum Cayenne, til fyrru útgávuna. 

Bileigarin, sum eisini er frímerkjasavnari, postaði eitt bræv til føroyska filatelistin, Álv Danielsen, sum býr í mínum grannalagi, og spurdi fyri belgiska fotografin, um nakar Porscheeigari mundi vera í Føroyum. 

Jú, beiggi mín Oddmar, svaraði eg. Hann eigur ein upprunareyðan Porsche 964 C2 frá 1989. Og so er tað Ragnar Joensen, sum eigur ein bláan Porsche 968, og so er tað hin svarti Porschebilurin hjá Jóannes hjá Akku, sum sæst næstovast.


Nú er Porschist nummar 73 komið út. Tað er temablað um Føroyar, við reyða bilinum hjá Oddmar á permuni, avmyndaður við dronu á Norðradalsskari. 

Næsta blað er úr India. 

Nú veit allur heimurin, sum hevur áhuga fyri bili, at vit umframt Porschebilar eisini hava góðar vegir og spennandi landsløg í Føroyum.