Myndina omanfyri tók Magni Arge mikudagin úr køksvindeyganum í Borgartúni á Argjum. Hon sýnir Norwegian Star, sum henda dag steðgar frá níggju til sekstan, tí hon er á ellivu daga cruise ferð úr Tromsø til Reykjavíkar.
Í baksýni er norska kongaskipið Norge, sum kom higar sunnudagin við drotningini Sonju umborð. Hon arbeiðir við list, umsitur Queen Sonja Print Award og hevur fyrr verið her í privatum ørindum at síggja føroyskan grafikk.
Norge liggur á Havnini til í morgin.
Hóast ferðamannaskipini eru mong og stór, til vinstru Bolette, til høgru Seven Seas Splendor og fremst fyri hin skúmandi Smyril, so er langt síðan at eg havi sæð tað, sum vit fyrr róptu innrás av ferðafólki í Havnargøtum.
Gamaní liggja korona og samfelagsligur niðurstongsil í allari verðini ímillum.
Ein útlendingur, sum eg gekk við í gomlu Havnini í síðstu viku, helt fyri, at her var einki ferðafólk at síggja.
- Tað hevði eg ikki væntað, segði hon, sum kom úr Íslandi og kendi til ferðavinnu á okkara leiðum.
- Eg hevði væntað eina óframkomuliga kjøtrond av ferðafólki hesa ársins tíð, í hvussu er av Tinganesi og inn í Vágsbotn. Men her var mest sum einki fólk. Og heldur einki stórt sølustað at savnast um hesa løtu úti í góðveðrinum.
- Her er púra opið fyri øllum, segði hon bilsin um óspiltu hellunna har úti, bøin millum húsini á Bakkhellu og marglittu bygningarnar undir Bakka.
Hetta er ein gimsteinur, sum í ferðavinnuhøpi er óspiltur, kanska takkað verið koronastongsilinum, sum gav okkum eitt andarhald. Bláa perlan í Norðurhøvum, haldi eg at eitt herðróp úr Havn ljóðaði.
Tað, sum flestu ferðafólkum dáma, er lagaligi skjótleikin at koma higar, hvørjum heraðshorni tú so kemur úr, og so enda og lenda í eini heilt aðrari verð, har heimsins gerandisdagur uppá gott og ilt eisini røkkur, alla tíðina og uttan at nakar verður avkrøktur.
Nakrar dagar framman undan hevði eg møtt einum parið úr Suðurtýsklandi, sum fyrstu ferð vitjaðu her, vælfyrireikað, forvitin og ferðavillug. Tey mintu meg aftur á bláa gimsteinin, vit hava í varðveitslu.
Fyrsta tey søgdu eftir vitjanina var: Føroyar - ansið eftir hópferðavinnuni!
Í útdýpandi ferðabrævið, sum bleiv til ein blogg, skriva tey á enskum:
- Now I could tell something more about the outstanding nature of die Färoer. But I don´t have to, because I think you already know, what a treasure you have. In that context I don´t want to make too much noise about your country, because I don´t want to wake up all this hordes of tourists storming your country and the sensitive and fragile nature. Please look after that treasure you have - and do not open it to mass-tourism.
Latið ikki Føroyar upp fyri hópferðavinnu, siga ferðavandu týskararnir, sum koma úr Feinstaub-høvuðsstaðnum Stuttgart til reinastu luft tey hava upplivað - í Bø í fjúrtan dagar.
Fór at leita eftir orðunum hópferðavinna og cruiseskip á heimasíðunum hjá Tórshavnar kommunu, Visit Faroe Islands, Runavíkar kommunu og Klaksvíkar kommunu.
Í einum lítlum bóklingi hjá Tórshavnar kommunu frá 2022 verður hópferðavinnan nevnd í einum føri. Undir átøk verður sagt um hana:
- Heldur enn at satsa upp á hópferðavinnu, skal kommunan leggja dent á ferðafólk, sum kasta nógv av sær fíggjarliga, vitanarliga og mentanarliga, og sum geva virksemi alt árið. Hetta skapar støðug arbeiðspláss í ferðavinnuni og tryggjar, at eitt nú matstovur kunnu hava opið alt árið - til gleði fyri nógv.
Í einum sjálvstøðugum kapitli í sama bóklingi verður sagt í yvirskriftini, at høvuðsstaðurin má skipa cruisevinnuna:
- Cruisevinnan má skipast betur, soleiðis at hon hevur fyrilit fyri náttúruni, sosiala umhvørvinum og kastar meira av sær fíggjarliga. Nógvastaðni í londunum rundan um okkum eru atfinningar móti cruiseskipum. Eisini í Havn. Sagt verður m.a., at cruiseferðafólk fylla ov nógv upp í býarmyndini, leggja ov lítið av pengum eftir seg sammett við aðrar bólkar av ferðafólkum, og at skipini eru dálkandi fyri umhvørvið. Áhugin at koma til Føroya við cruiseskipi er vaksin spakuliga frá aldarskiftinum og fram til 2015, tá ið 71 skip vitjaðu. Fram til 2020, tá ið korona fór at herja, vóru í miðal 47 cruiseskip í Føroyum. Nógv tey flestu vitjaðu í Havn.
Í 2019 vitjaðu 51 cruiseskip í Føroyum við yvir 35.000 ferðafólkum. Øll uttan trý vitjaðu í Havn. Í 2020 var bert eitt skip og í 2021 trý cruiseskip í Føroyum. (kelda: TAKS)
Noreg hevur ásett reglur um null-útlát innan 2026 á ávísum firðum, og har fara tey nú at endurskoða karmarnar fyri virksemið hjá cruisevinnuni. Ein cruisestrategi varð orðað fyri Tórshavnar kommunu í 2019, men varð ikki endaliga samtykt.
Átak: Arbeiðið við cruisestrategiini hjá Tórshavnar kommunu skal takast upp aftur, soleiðis at kommunan hevur eina ætlan fyri hesa vinnu. Í hesum sambandi skulu serlig fyrilit havast fyri nógv vitjaðum støðum so sum Reyn og Kirkjubø.
Lakoniskt verður í endanum viðmerkt: Ábyrgd: Tórshavnar kommuna.
Klaksvíkar kommuna upplýsir á heimasíðuni, at tey hava havt ein cruise-samskipara í 2012. Meira sæst ikki til tað á heimasíðuni.
Hinvegin er Runavíkar kommuna javnt og samt aktiv á ferðavinnuøkinum, tá umræður ferðamannaskip.
Á heimasíðuni skriva tey í mai í ár, at tey vilja fremja eina cruisevinnu, sum fyrst og fremst er burðardygg og hóskilig til økið.
- Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við íbúgvunum í Funningi og í Elduvík um at menna ein leist í sambandi við móttøku av ferðamannaskipum. Hetta arbeiðið hevur tikið drúgva tíð, men er nú komið á mál og vitjaninar verða skipaðar til frama fyri allar partar. Tikið verður í mesta lagi ímóti trimum skipum um árið í hvørjari bygd.
Taka vit saman um hesar spjaddu tankar um kommunala handfaring av hópferðavinnu og cruisevinnu í Føroyum, er eingin vandi at hóma. Málið er í tryggum kommunalum fyrisitingarhondum.
Hvussu privatu avgreiðslufólkini handfara aðrar stórskipavitjanir og annars hugsa um hópferðavinnu havi eg ikki funnið upplýsingar um. Heldur ikki hevur verið upplýst, hvussu nógvar pengar ymsu havnirnar fáa fyri ferðaskipini, sum leggja at í Føroyum.
Enda- og lyklaorðini í dagsins bloggi um hópferðavinnu og cruiseskip, fær Visit Faroe Islands, sum í 2019 gav út frágreiðingina Join the Preservolution! við undirheitinum A sustainable tourism development strategy for the Faroe Islands towards 2025:
- Key messages/initiatives include limiting the size and number of cruise ships allowed ashore in the Faroe Islands; spreading tourism across the country, all year round, ensuring job stability and strengthening the industry’s economic durability; and the introduction of a Nature Preservation Fee for all visitors to the islands, funds from which will go into a National Nature Preservation Foundation that will reinvest the money in sustainable and nature-preserving projects and activities across the islands.
Orðini eru góð, og hevur samgongan eitt líkinda hjartað, so er lagaliga løtan nú, at byggja eina burðardygga ferðavinnu mitt í havsins hjarta.
Takk til Magna Arge fyri tær báðar myndirnar, ovast á hesum bloggi.