- Øll eiga at seta sær fyri at fara ein túr til Føroya eina ferð í lívinum. Tað sigur Neelie Kruse, sum er Certified Travel Consultant, og síðan 1989 hevur rikið og enn rekur og eigur fyritøkuna Cary Travel Express í Chicagoforstaðnum Cary í statinum Illinois.
Hon og maðurin, Neils, síggjast mitt í myndini, saman við synunum Alex og Andrew við konum og børnum.
22. august fer føroyska flogfelagið Atlantic Airways at flúgva úr Føroyum og til altjóða flogvøllin Stewart í statinum New York. Hetta er fyrstu ferð at ein beinleiðis rutuferð er úr Føroyum til USA í ferðafólkaflogfari.
- The Faroe Islands is a hidden secret that should be on everyones bucket list. It's comprised of 18 small islands, steep cliffs, mountains and fjords. It's even more special to me, as we have relatives that live there, sigur Neelie Kruse, og slær fast at nýggja ferðamálið er A Bucket List Destination. Tað er eitt ferðamál, øll eiga at seta sær fyri at vitja minst einaferð í lívinum.
Hugtakið bleiv serliga kent í Bob Reiner-filminum Bucket List við Jack Nicholson og Morgan Freeman í 2007.
- I attribute the success of my agency to the small town atmosphere and friendly people of Cary, having won the MAST Top Agent Award for many years. My staff here at Cary Travel brings personalized service and personal travel knowledge that our clients find very reassuring. In the MAST Travel Network board I was the chairman until my time was up on the Board of Directors with the Cary-Grove Chamber of commerce, sigur Neelie, sum ber millumnavnið Skoulund.
Hon er gift Neils Kruse, sum er av somu Kruse-ætt, ið kom av Bornholm, tá kongaligi Einahandilin varð lagdur niður í 1856.