Skip to main content

Posts

Showing posts with the label kirkja

Bach á jólum í Kirkjubø

Kirkjubøarkonsertin undan jólum í fjør, sum varð kallað Bach í Kertuljósi , varð so mikið væleydnað, at fyrireikingar til eina líknandi jólakonsert í ár eru longu byrjaðar. Her er ein bloggur frá konsertini í fjør. Leisturin er hin sami við Bach og kertuljósum í ólavskirkjuni, hinari elstu í landinum. Sangsolistur í ár verður Birita Av Sondum, sum lesur tónleik í Berlin. Fyrireikararnir siga, at skráin verður Bach við framur tónleikarum inni í kertuljóslýsta rúminum, har ikki bara Meinhard Bjartalíð fer at hugleiða, men eisini við psykedeliskum ljóssjovi hjá Carsten Arnskov uttan á kirkjuvegginum. Og so fara Jóannes bóndi og Føroya Bjor at taka ímóti i Roykstovuni. Kertuljósakonsertin í Kirkjubø verður 6. desember. Á myndini sæst Birita saman við Ólavi Jakobsen.

Kristin landslagslist

Undir yvirskriftini Ætla at seta stóran kross á Høganes , skrivaði Vilmund Jacobsen herfyri um ein fimtan metur høgan kross, kanska ein vindharpa, sum ein persónur við Skálafjørðin, helst av Strondum, ætlar at seta á Høganes, har sum undirsjóvartunnilin kemur upp um ikki so langa tíð. Ætlandi verður krossurin úr glasi, verður sagt. Kjakið gongur dúgliga á einum Facebook bólki, sum rópast túnatos í Nes kommunu . Í netverkssamfelagnum er ikki so torført at fáa at vita, hvør umsøkjarin er, og fyri hvønn hann rennur tingakross. Men tað er ikki so áhugavert, sum at ein samd kommuna tekur undir við tílíkum. Ja, tílíkum. Tí hetta slag av propaganda- ella bara politiskari list við innilæstum boðskapi, havi eg ikki sæð so ágangandi í nøkrum landslagi fyrr, burtursæð frá í Tucumcari í New Mexico í USA. Myndina av høgu krossunum tók eg í 2011. Stóri hvíti bilurin, ein Mitsubishi Endeavor, sum er 1,8 metur høgur, stendur longst til høgru og gevur eina fatan av støddini. Handilskamarið

Nær er ein fjølmiðil ikki longur ein fjølmiðil og ein kirkja ikki longur ein kirkja?

Gamlir menn og konur hava tað fyri, at siga, at alt var betri fyrr. Tá tey so eru liðug at greina teirra egnu tíðarbornu fortreffeligheitir, fara uppaftur eldri fólk at gera burtur av sær við rættingum og stigbendingum, sum eru annarleiðis enn hjá teim næstelstu. Og so spleysa tey allar yngstu alt av við at sløkkja fyri tí kollektivt akkumuleraða gamlamannaminninum og ganga egnar leiðir, sum bara eru til innvortis brúk. Soleiðis fer tíðin við øllum. In medias res , mitt í hendingunum, hava altíð verið korini og avbjóðingarnar hjá miðlunum, talgildir ella ikki. At lýsa og aktualisera hendingar beint nú, og draga lurtaran við, ikki bara teg sum einstakling, men øll samstundis, fjøldina, tí hetta er týdningarmikið fyri samfelagið, og gevur tær okkurt at tosa um afturvið kaffinum á arbeiðsplássinum í morgin, ella úr egnari sofu við allan heimin beinanvegin á Facebook, langt innan løgtingsval er komið í ljósmála. Tað er substansurin í einum fjølmiðli. Meiningin og miðlingin til fjø

Ein elegantier í føroyskum fakjournalistikki

Ikki bara við einum djúpt persónligum útgangsstøði oman í barndómsins Ebenezer, sum hann ikki hevur samband við í dag, so sum sæst á myndini omanfyri, har hann demonstrativt fer om hornið, men eisini við religiónsfakligari gransking og framúr journalistiskum innliti, førdi Heini í Skorini okkum í kvøld inn í fyrsta part av seks, har hann leggur kristindóm og gudsdyrkan á blik í Føroyum í dag. Stílurin er eins elegantur, og verturin - ein sannur elegantier - ið dugur at seta seg í senu. Hvør biti er gjøgnumhugsaður, og eg kann hugsa mær, at tá allar samkomur eru valdar við redaktiónsborðið, eru krossandi spurdómar valdir sum tema. Krúnan á verkið er innlagda spurnarkanningin, sum í fyrsta parti spurdi, hvørt ein trýr á Gud ella ikki, og hvar í landinum respondenturin býr. At gera sendingar, sum uttan frávik hvíla á fleiri beinum innan sama tematikk, hevur altíð verið ein avbjóðing. Ikki minst tá hvør sending er ein knappan tíma, og tilfarið tíðuliga setur sær sjálvum tað krav, a

Fullsett kirkja við Bach og kertum

Ólavskirkjan í Kirkjubø, sum helst er reist í 1200-talinum og tí er Føroya elsta kirkja, var fullsett í kvøld, tá skipað var fyri konsert við klassiskum tónleiki eftir Johann Sebastian Bach (1685-1750). Samskipari var Ólavur Jacobsen, sum spældi klassiskan guitar og var framúr væl upplagdur frásøgumaður við perfektari timing , ikki bara í gittarspæli, men eisini í orðum. Einki orgul er í kirkjuni, so umframt gittarin hjá Ólavi, hoyrdu vit eina strúkikvartett við Moniku Stauss Joensen, Jón Festirstein, Jens Christian Guttesen og Jonu Jacobsen. - Alt samalt í andum hjá Bach, sum skuldi levera tónleik hvønn sunnudag, bæði til vanliga messu og til hámessu, og altíð leggja til rættis eftir høvi og umstøðum, sum til dømis her í kirkjuni, segði ein nærverandi Ólavur. Carsten Arnskov, teknikari í Kringvarpinum, hevði myndprýtt kirkjuna við ljósi upp á veggin í litum, sum vit annan vegin kenna úr litaðu glaslistini hjá Tróndi Paturssyni, men eisini við søguligum portrettmyndum

Bach í kertuljósi

Í Føroya elstu kirkju, Ólavskirkju í Kirkjubø, verður ein sjáldsom konsert hóskvøldið 14. desember klokkan 19:30. - Fyrimyndin er úr St Martin In the Fields kirkjuni í London, har konsert er á hvørjum ári, sum kallast Bach in Candle Light , sigur Jóhan Mortensen. Í innbjóðing ger hann vart við, at konsertin er ókeypis og pláss er fyri 100 áhoyrarum. - Bretska konsertin er hugnalig og sera væl fagnað, og við íblástri frá henni verður nú konsert i Kirkjubøar Kirkju við Bach tónleiki á høgum støði, sigur Jóhan. Aftaná konsertina, sum varar slakan tíma, hevur Føroya Bjór móttøku í Roykstovuni hinumegin túnið, har eitt jólalag eisini verður spælt. Palli Gregoriussen sigur, at kirkjan í Kirkjubø, eisini nevnd Ólavskirkjan, er elsta kirkja í landinum, sum er í brúki. Hon hevur eitt tíðarskeið verið dómkirkja á føroyska biskupssætinum. Í 1963-1966 fóru fram umfatandi fornfrøðiligar rannsóknir av lendinum undir kirkjuni. Rannsóknin vísti, at kirkjustaðurin er fornur. Komið varð m.a.

Øl er annar munkur

Í dag kom ølkuskurin hjá Føroya Bjór við tveimum sixpacks av temabjóri, nú tað stundar til at fimm hundrað ár eru liðin síðan reformatiónin byrjaði. Tað var tá týski munkurin, Martin Luther, hin 31. oktober í 1517 negldi tær 95 tesurnar, ið vendu sær móti katólska avlátshandlinum, á kirkjudyrnar í Wittenberg. Munkurin skifti ikki bara frá katólskum latíni til týska móðurmálið, hann gavst at verða munkur, lokkaði eina nunnu, Katharinu von Bora, við sær, og uttankleystraði, brutu tey í felag munkalyftið og nunnulyftið við at ganga í hjúnalag. Umframt kynsdriftina, sum man hava verið serstakliga sterk hjá virkna maktmunkinum Luther, var tað helst eisini av praktiskum orsøkum, at hann gekk í hjúnalag við Katharinu, sum ikki bara var ófør at halda skil á balstýrna Luther, men eisini at bryggja bjór. Eins og leikurin hjá Eyð Matras, ið verður frumframførdur í Posthúskjallaranum í Klaksvík fríggjakvøldið, er heitið á ljósu og angandi hveitibjórini Morgunstjørnan í Wittenberg

Luther í skúlanum

Grein frá Námi í Luthersblaðnum, sum kom í hvørt hús í dag: Á undirvísingarportalinum Snar ger Nám temasíður til undirvísing, sum øll kunnu brúka uttan gjald. Evnini eru mong, men knýta seg altíð til verandi lærugreinar ella kravd undirvísingarevni, ofta í einum aktuellum ljósi. Her eru temasíður um at vit nú eru 50.000 fólk í landinum, um amerikanska forsetavalið og um at samkynd kunnu giftast. Temasíða um Luther Í sambandi við reformatiónina, sum tók seg upp fyri 500 árum síðan, hevur Fólkakirkjan og Mentamálaráðið heitt á Nám, at gera eina temasíðu til undirvísing um Luther. Eftir gott upplegg frá Una Næs, dómprósti, og Armgarð Weihe, fulltrúa, tók Nám á seg uppgávuna at gera eina temasíðu um Luther á undirvísingarportalinum Snar, og at týða og geva út eina upprunatýska teknirøð um Luther, sum vendir sær til konfirmantin og javnaldrandi skúlanæmingar. Snartoymið, sum eru Rói Joensen og Birgir Kruse, hava gjørt temasíðuna um Luther saman við Oliviu Weihe Hansen, sum er l

Luther í hvørt hús

Við postinum í morgin fær hvørt húsarhald í landinum hesa heilsan frá kirkjuni. Uni Næs, dómpróstur, greiðir frá á tíðindafundi í Arnes Minde í dag. Longst til vinstru sæst Eyð Matras, sjónleikari, sum 6. oktober fer at framføra ein spennandi leik, Morgunstjørnan yvir Wittenberg, um nunnuna Katarinu von Bora, ið varð kona munkin Martin Luther. Í pakkanum frá kirkjuni eru teknirøðin um Luther, Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin,  ið Nám gav út fyrr í ár, Luthersblaðið hjá Grunninum Føroyskt Kirkjumál, sum burturav er um Luther, og ein stórur kalendari, sum á framsíðuni vísur øll tey tiltøk, ið verða hildin kring landi, nú 500 ár brátt verða liðin, síðan Luther hin 31. oktober í 1517 negldi tær 95 tesurnar á kirkjudyrnar í Wittenberg, og reformatiónin byrjaði. Tesurnar eru á baksíðuni. Eina løtu sluppu júst hesar 500 ára gomlu tesurnar, ella avlátssetningarnir, at standa á dómkirkjudyrnum í sólskininum í Havn. Umframt fyrilestrar og lesitilfar, verða smærri og

Til lukku, Jón Sonni!

Fram til 12. august hevur Jón Sonni Jensen framsýningina  Viscera-Construct í granskarasetrinum iNOVA við Hoyvíksvegin í Havn. Á Facebook profilinum hjá framsýningingini skrivar Jón Sonni: I am absolutely thrilled to be able to announce that the largest art foundation in Denmark, The New Carlsberg Foundation, have invested in six, maybe seven of my pieces from my current exhibition 'Viscera-Construct'. This is a huge honour and I'm still trying to realize what has actually happened! You can still see the exhibition, it's open until the 12th August. That's at iNOVA, Hoyvíksvegur 51. Kinna Poulsen skrivar á Listaportalinum, at "Framsýningin Viscera - Construct er...gjøgnumførd og stórsligin. Heitið á framsýningini sipar bæði til organiskar innvølir og byggivirksemi. Verkini eru tilfarsgranskandi við denti á mótsetningar sum flótandi og hart, tungt og lætt, organiskt og mekaniskt og harvið tykist staðsetingin av framsýningini í einum vísindaligum granska