Við postinum í morgin fær hvørt húsarhald í landinum hesa heilsan frá kirkjuni. Uni Næs, dómpróstur, greiðir frá á tíðindafundi í Arnes Minde í dag. Longst til vinstru sæst Eyð Matras, sjónleikari, sum 6. oktober fer at framføra ein spennandi leik, Morgunstjørnan yvir Wittenberg, um nunnuna Katarinu von Bora, ið varð kona munkin Martin Luther.
Í pakkanum frá kirkjuni eru teknirøðin um Luther, Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin, ið Nám gav út fyrr í ár, Luthersblaðið hjá Grunninum Føroyskt Kirkjumál, sum burturav er um Luther, og ein stórur kalendari, sum á framsíðuni vísur øll tey tiltøk, ið verða hildin kring landi, nú 500 ár brátt verða liðin, síðan Luther hin 31. oktober í 1517 negldi tær 95 tesurnar á kirkjudyrnar í Wittenberg, og reformatiónin byrjaði. Tesurnar eru á baksíðuni. Eina løtu sluppu júst hesar 500 ára gomlu tesurnar, ella avlátssetningarnir, at standa á dómkirkjudyrnum í sólskininum í Havn.
Umframt fyrilestrar og lesitilfar, verða smærri og størri tónleikatiltøk, m.a. við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum 28. oktober, og sjónleikurin um konu Luthers, Katarinu von Bora, sum Eyð Matras hevur skrivað, og Ria Tórgarð fer at seta upp niðri í Posthúskjallaranum í Klaksvík.
2. oktober verður eitt Lutherfrímerki hjá Posta avdúkað í Havnar kirkju, í døgunum 22. oktober til 1. november verða Lutherdagar í Norðurlandahúsinum og 24. oktober fara sangarar og tónleikarar at nýtulka sálmar hjá Luther á sama staði. Reformatiónskantatan hjá Bach yvir sálmin hjá Luther Vár Guð er føst og haldgóð borg verður send í Útvarpinum 31. oktober, og sama dag er fagnaðargudstænasta í Havnar kirkju. Hesin dagur er í álmanakkanum merktur Upphav trúbótar Luthers.
So savnaði eg virknu Reformatiónsnevndina, ið hevur arbeitt við tiltøkunum til Lutherárið, undir uppslagnum við endurprentaðu tesunum hjá Lutheri.
Tey eru Meinhard Bjartalíð, Uni Næs, Ása Justinussen, sum hevur verið skrivari, og Ólavur í Geil, ið heldur útgávunum, sum er samskipari. Jákup R. Hansen og Maria Jørðdal Niclasen, sum eisini eru í Reformatiónsnevndini, vóru burturstødd. Tað verður eitt hendingaríkt og spennandi Luther- og Reformatiónsár.