Skip to main content

Posts

Showing posts with the label myndlist

Amariel Norðoy deyður

Í dag bórust deyðsboðini av Amariel Norðoy. Hann varð 76 ára gamal, nú hann andaðist á Hvidovre Hospital, har familian var savnað um hann. Amariel var føddur í Klaksvík í 1945, og búði í Keypmannahavn. Í bókini Myndlist í Føroyum (2000) skrivar Bárður Jákupsson, at Amariel hevur serliga havt áhuga fyri tí føroyska deksbátinum, og sipar til Norðan.  Sagt verður, at Amariel ”hoyrir til teir listamenn, ið staðiliga halda seg til eitt fast tema og alsamt umringja tað ígjøgnum eitt lutfalsliga avmarkað úrval av myndaevnum. Tema hansara er umhvørvið í fjøruni og við bryggjuna. Skip og bátar liggja fyri íla, skrokkanna myrka tyngd og bylgjandi linjur ígjøgnum flótandi spegilsmyndir skapa tungar litflatar, ið ganga upp í litríka mótsetningsfulla myndaskipan á ultramarinbláum og pergamentgrønum botni. Ella báturin liggur við bryggju, útróðrarmenn umborð og fólk á bryggjuni eru lutir í yðjandi samanseting. Í útsýninum yvir havnina við meldri av pakkhúsum, neystum, skipsmatrum og lýsandi flotum

Ravlitt í Perluni

Um vikuskiftið verður elektronisk sansan og dansan í Perluni niðast í mentanargøtuni í Havn. Dámdi tær stórbara ljóðið frá Jens L. Thomsen við Tjóðsanginum á FMA, so er høvið at hoyra hann aftur í Ravlitt leygarkvøldið. - Ravlitt hevur verid í menning í eina tíð, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. Fyrstu Ravlitt-tiltøkini vóru í Sirkus í november, við nøvnum sum Konsørn, EMP og Lasse T. Jæger, sigur Sunneva og útgreinar tankan um tiltakið. - Ravlitt er ein platformur fyri elektroniskan tónleik í breiðari merking. Bæði tann elektroniska tónleikin, ið fokuserar uppá at dansa, men eisini tann, sum fokuserar uppá at sansa. Ravlitt savnar alt tað stuttliga og tað skeiva, so tað meira perifirera eisini kann koma í fokus. Fríggjakvøldið verður presenterað av Órógv , hvørs mál er ”at forstýra og skelka status quo, at svimja ímóti streyminum og flyta mørkini. Kom við okkum og uppliv tað dissonanta og tað ekstrema, tað sjálsama og tað yvirjarðliga”, siga fyrireikararnir. Fríggjakvøldsskráin

ListaMeldur

Eftir Jackson Pollock'skari fyrimynd hava berføttir næmingar á Føroya Fólkaháskúla dansað føroyskan dans á einum risastórum gólvlørifti við litpigmentum undir iljunum, og tilsamans gjørt eitt listaverk, sum er hongt upp, og nú fer um allan veggin sum eitt óendaligt áttatal inn í gongina í Námi við Hoyvíksvegin 72, har ListaMeldur er málið. Bárður Dal Christiansen, sum hevur verið lærari, sæst her saman við Hedvig Westerlund-Kapnas, sum er stjóri á Háskúlanum, tá framsýningin varð sett í dag. Dagurin í dag er ikki tilvildarliga valdur, tá umræður myndlist í livandi skúlum. Í dag, mikudag 16. mars, fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum. Háskúlin letur upp framsýning í Námi og ætlanin er, at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendsku skúlunum. Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum

Meðan eg røri í lívsins grýtu

Sum mentabrúkari í Havn legði eg í dag til merkis, at bara tíggju krónur eru á muni, at vitja Listasavnið við føroyskari list í hundrað ár, og síðan at keypa eina kotilett niðri í Irish Pub. Gamaní, eina siðsøguliga eina, ja eina Havnarkotilett við sós og reyðkáli, akkurát sum í Perluni í Vágsbotni fyri hálvtrýss árum síðan.  Annan vegin kann tað merkja, at almenn list verður lítið stuðlað, og roynir at fóta sær í trongum skóm, meðan fólkslig matstovuvinna er væl fyri og nógv vitjað, tí hundraðkrónuseðlarnir sita leysir í lummanum hjá verkamanninum. Júst tað er kenda sitatið frá fyrsta matstovueigara við Steinatún. Um náttina eiga øll ein leysan hundraðkrónuseðil, segði hann, stílskaparin Mouldi. Í dagsljósi í Havn er ikki traditión fyri at tikið verður saman um, hvussu nógv ein myndlistaframsýning umsetti, tá dyrnar stongdu og alt varð selt, íroknað mentastuðulin til somu framleiðslu. Hinvegin er í sama býi sterk sjurnalistisk traditión fyri at viga og meta um hvørja krónu, sum matsto

Hvat brúka vit grafiska førleikan til?

Fyrr í jólamánaðinum bleiv eg serstakliga fegin um eitt tíðindaskriv frá Listasavninum, har tey bóru tey gleðiboð til alt landið, at nú vóru átta málningar hjá Mikines komnir í savnið, og teir kunnu síggjast, tá opið er aftur fyrsta februar. Ein bæði markleys, ja heilt yljandi kosmisk, og samstundis jarðbundin heimagleðiskensla av at eiga ein nýggjan evarska lítlan part av heimslist her heima hjá okkum, stakk seg upp í eygað.  Tað er sami ylur, sum tá vit flúgva beinleiðis við Atlantslflogi til ein metropol úti í heimi. Ein ordiligur jólapakki, sum ikki kann gerast upp í pengum og verðsligum umsetningi, bara vit fáa atgongd til listina og sleppa at ganga framvið henni og hyggja við egnum eygum, tá tíð er.  At síggja bygnaðin, litirnar og strokini, ið byggja myndaevnið, sum heldur enn at vera tvungið føroyskt, er leyst av bæði rúmi og tíð, tí tað er eitt bíbilskt myndaevni, niðurtøkan av krossinum, sum lýst í Nýggja testamenti og her endurgivið í 1944, tá heimurin var í einum djevilskum

Føroyar í amerikanskum optikki

Her er amerikanski fotografurin, Bill Schwab longst til høgru, avmyndaður á Viðareiði við Múla í baksýni, nú tey hava havt fotoskeið í Føroyum í skiftandi heystveðri við Hotel Føroyum og tveimum bussum sum støði. Tey eru frá vinstru Gwenn Rosseau, Amy Acettura, Daniel Bayer, Kerik Kouklis, David Schoenwald, Olivier Boreau, Jim Feller og ferðaleiðarin Bill Schwab. Í eitt tíðggjuáraskeið havi eg kent meistarfotografin, Bill Schwab, sum býr í Harbor Springs í Michigan. Hann hevur lisið fotografi á Central Michigan University, tók prógv í 1983 og seks ár seinni fór hann undir virksemið North Light Press. Í 2005 byrjaði hann, m.a. við fundraising, at byggja eini skeiðsdepil úti í skógini í Emmet County, har norðuri í Michigan. Húsini vórðu liðug í 2014 og eru nú karmur um North Light Workshops .  Tað er við hesum støði at Bill skipar fyri ferðandi fotoferðum víðahvar, eisini til Føroya. Í dag fara tey í Sandoynna at fotografera, fyrst og fremst við analogari útgerð so sum Hasselblad. Heimko