Eftir Jackson Pollock'skari fyrimynd hava berføttir næmingar á Føroya Fólkaháskúla dansað føroyskan dans á einum risastórum gólvlørifti við litpigmentum undir iljunum, og tilsamans gjørt eitt listaverk, sum er hongt upp, og nú fer um allan veggin sum eitt óendaligt áttatal inn í gongina í Námi við Hoyvíksvegin 72, har ListaMeldur er málið.
Bárður Dal Christiansen, sum hevur verið lærari, sæst her saman við Hedvig Westerlund-Kapnas, sum er stjóri á Háskúlanum, tá framsýningin varð sett í dag.
Dagurin í dag er ikki tilvildarliga valdur, tá umræður myndlist í livandi skúlum. Í dag, mikudag 16. mars, fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum.
Háskúlin letur upp framsýning í Námi og ætlanin er, at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendsku skúlunum. Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum tey gera.
Endamálið við ListaMelduri er at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist. Eitt endamál er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað, umframt at kveikja og geva íblástur til skapandi virksemi í skúlunum.
- Vit fegnast um væleydnaða tiltakið og stóru undirtøkuna í fjør. Hóast Føroyar bert hava verið við einaferð, er okkara luttøka lutvíst hin størsta í Norðurlondum. Og tað er bara okkara ágrýtnu lærarum fyri at takka, sigur Henny Dánialsdóttir, sum er ráðgevi í handaverki og list í Námi.
- Um tit gera eina tvørfakliga verkætlan, arbeiða við litlæru, læra at tekna andlit, byggja eitt fuglahús, tøva eitt landslag, ella mála ein heilan húsaveg, er púra upp til tykkum. Einki er ov stórt, og einki er ov lítið, sigur Henny, sum her sæst við næmingaavrikum.