Skip to main content

Hvat brúka vit grafiska førleikan til?

Fyrr í jólamánaðinum bleiv eg serstakliga fegin um eitt tíðindaskriv frá Listasavninum, har tey bóru tey gleðiboð til alt landið, at nú vóru átta málningar hjá Mikines komnir í savnið, og teir kunnu síggjast, tá opið er aftur fyrsta februar.

Ein bæði markleys, ja heilt yljandi kosmisk, og samstundis jarðbundin heimagleðiskensla av at eiga ein nýggjan evarska lítlan part av heimslist her heima hjá okkum, stakk seg upp í eygað. 

Tað er sami ylur, sum tá vit flúgva beinleiðis við Atlantslflogi til ein metropol úti í heimi.

Ein ordiligur jólapakki, sum ikki kann gerast upp í pengum og verðsligum umsetningi, bara vit fáa atgongd til listina og sleppa at ganga framvið henni og hyggja við egnum eygum, tá tíð er. 

At síggja bygnaðin, litirnar og strokini, ið byggja myndaevnið, sum heldur enn at vera tvungið føroyskt, er leyst av bæði rúmi og tíð, tí tað er eitt bíbilskt myndaevni, niðurtøkan av krossinum, sum lýst í Nýggja testamenti og her endurgivið í 1944, tá heimurin var í einum djevilskum heimsbrandi, Mikines giftist við Elinborg Lützen og tey búðu í Frankrigsgade 2,3v á Amager og hann málaði, sýndi fram og seldi, og einki enn varð at frætta um nazismu úr háhalgaða Noregi. 

Hugtakandi at síggja henda monumetala og samtundis skjóttstroksliga málningin avmyndaðan. 

Neyvan hevur nakar, sum Mikines, hepnast at skapa effektivar mótpolar í hvørjari framseting og lívshending. Nú gleði eg meg bara at síggja stóra halgimálningin laiv, okkara egna El Greco, á heimavølli.

Um somu tíð vórðu Jón Sonni Joensen, Edith Mørkøre og eg sjálvur biðin um at vera dómarar í eini skúlakapping hjá ListaMelduri í tekning, har uppgávan hjá næmingunum var at tekna seg sjálva ella ein, ið tey kenna. 

Novemberavbjóðingin, sum Henny Dánialsdóttir, lærugreinaráðgevi í evning í Námi, skipaði fyri, var sostatt andlitsmyndir

Undirtøkan varð so góð, at útvið trýhundrað andlitsmyndir komu frá børnum, sum í yngsta føri ikki vóru farin í skúla, og so næmingum í innskúlingini, miðdeildini og hádeildini. 

Vert er eisini at hefta seg við, at mikudagin 16. mars 2022 verður Listafagnaður í skúlunum.

Men fyrst ein tekning frá 1983, har Børge Petersen, sum var framúr faklærari í evning á linju, hevði givið okkum somu uppgávu: at tekna floksfelagan hinumegin borðið, sum so teknaði afturímóti. 

Á ovasta lofti fann eg í dag søguligu og skjótt fjøruti ára gomlu portrettmyndina av floksfelagnum, Bergi Brim Joensen, teknað á kardúspappír við bleytum pastellkriti og so hørðum glaskriti, sum hugtók meg hesa tíð, skjóta og grova glaskritið, alt meðan bøkurnar hjá amerikansku Betty Edwards "At tegne er at se" og bretska Edward Lucie-Smith "Kunsten i dag - fra ekspressionisme til superrealisme", lógu opnar á borðinum. 

Í okkara bókstavastýrdu tilveru, har stavurin hevur alla maktina, og vit fara um koll av visualiseringum, sum ikki fylgja hartsláandi bókstavatrúnni, siga vit í dannilsishøpi bæði í kirkju og skúla: ”Í fyrstuni var orðið”. Men nei, sigi eg, við evning á linju hjá Børge sum støði, og spyrji: ”Hvussu kanst tú siga eitt orð, uttan at hava eina mynd at hanga orðið á?” Tí fari eg altíð at tvíhalda um, at í fyrstuni varð myndin. Myndin av orðinum. Tá vit so høvdu myndina, spratt týdningurin úr orðinum og festi seg. Grafiski og visuelli førleikin skal nurture, hjúklast um, so vit skapa samband millum tilognandi fatan og avgreiðandi úttrykk. Tað er skúlans uppgáva.

Tekningarnar í andlitskappingini tóku meg á bóli, tí so nógv dugdu so væl, og høvdu so gott grafiskt eyga og høvdu gjørt so nógv burturúr. Ikki bara repeterandi sjálvsagt, eins og hini í flokkinum, men veruliga brutu burturúr og gingu egnar leiðir, sum til dømis ein, ið hevði teknað ommuna, hesu megin og hinumegin eina vertikala miðstriku á pappírinum, har fríska omman var øðrumegin og sjúka omman hinumegin miðstrikuna. Ein framúr heildarmynd, fyrr og eftir, við eini hugtakandi innlagdari søgu um sjúku.

Ein annar næmingur hevði teknað eina gentu, sum við opnum vónríkum eygum en face og beint framman fyri okkum dómarum hevur eina bamsu í føvninginum, sum vit síggja á skák úr erva og niður á, fremst fyri. Hugsi, at teknarin hevur hugt í onkra av bókunum hjá Bárði Oskarsyni, tí opnu bamsueyguni blíva eftir eini løtu tóm svørt hol, sum geva rúm fyri ræðumyndum, men kanska bara í mínari fatan og eygum, tí upplivingin spælir mær eitt puss. Tað mjúkt harmoniska myndaevnið av óskuldsreinu barnabókagentuni gevur eftir einari løtu ein skurrandi grundtóna av onkrum ófrættakendum, ið ger tekningina perfekta til vakstramannaillustratión. Í hvussu er í mínum eygum, og so til rætta endamálið, sjálvandi.

Og so er tað mín yndistekning av øllum somlum í hesum føri. Einføld við turrum blýanti og uttan litir ella nakað vátt. Sjálvsmynd av einum drongi, sum ber fýrakantaðar brillur, hevur smá markant eygu, og er í jakka við lýnlási heilt upp í hálsin. Effektivt hugtakandi mynd, sum fangar meg, sjálvt tá hon liggur á borðinum millum hópin av øðrum tekningum, so fangandi eru eyguni, hvar tú so ert í rúminum. Eyguni fylgja mær, so markant eru tey.

Sama vikuskifti var tunnilsdagur, og elsta blað í Føroyum, kom í húsini, blankt og nýprentað. Aldri fyrr er tað komið mær fyri, at bollar, serliga teir við rosinum, kunnu tengjast so mikið afturat undirklæðum til kvinnur, at tær standa á somu glitrandi blankasíðu, bollarnir og boppurnar. Ikki er tað komið mær fyri fyrr enn nú, Norðlýsið upplýsti meg um tað. Gudviti, hvussu tað verður eftir hetta, at taka ein bolla upp í hondina, nema við rosinuna á toppinum, og so Buñuel-skera gjøgnum hann, bollan, so ein ostaflís av Trøllanesi kann leggjast omaná, við súltutóyi úr reyðum vínrabarbum úr James Bond landi stroyddum omaná. 

Eftir smekru Klaksvíksmodellina til vinstru, henni, sum vil hava luft undir nalvanum, hevur redaktionelli grafikarin helst hugsað sum so, at hetta er ov langt úti á Nýggjavegi, nú mannatrekkurin úr Klubbanum loksins hevur lagt seg. Her má ein politiskt korrektari snekkja setast inn til høgru. Ein trivaligari bygd ein, sum er klár at hanga á bróstið ein heilan og holdligan saltfiskatúr. Tað er lívið frammi í grafiska skarpinum, nú tunnilsgjaldið varð lagt niður. Tað siga tey úr Klaksvík, at vit fáa afturfyri. Tað er tann ediliga sannheit, og tað stendur í Norðlýsinum. Har stendur, so segði hann, alt.

Men ikki er tað frítt fyri, at soleiðis til gerandis fer ein at síggja hin uppreisna Mikines mitt í kontórlandslagnum. Helst er tað úrslitið av at ganga í einum grafiskum veruleika, sum so nógv virkin og dugnalig fólk hjúkla um til gerandis. Takk fyri tað, øll tit, sum gera Føroyar grafiskt sterkari og stuttligari.

Og at enda ein serlig jólatøkk til Dagmar Ludvig Mouritsen, sum gjørdi gávuprentið til starvsfólkini í Námi og á Próvstovuni til jóla í ár. Tað er linoprent í olju, lagt við gulli so hvørt, sum Dagmar kallar Gullmakrelurin

Takk fyri og gleðilig jól!