Skip to main content

Posts

Showing posts with the label skúli

Minnið skal grógva í lendinum

  Minnið skal grógva í lendinum. Soleiðis stóð at lesa í eini bók, sum vit lósu hjá Eldbjørn á Oyrarbakka skúlaárið 1974-75. Bókin var um ein einalærara, ið sum tað fyrsta vaskaði rútarnar í bygdaskúlanum, tí fyrri lærarin helt, at opna útsiktin órógvaði næmingarnar. Tí hevði fyrri lærarin hvíttað rútarnar.  Men nei, hesin nýbyrjaði, sum í lesibókini æt Johannes við eftirnavninum Vig, og sig tað ikki ov skjótt, tí so verður tað Svig, sigur høvundurin ávarandi, meðan hann konstaterar:  Lendið skal ikki fjalast, nei minnið skal grógva og vaksa í tí sjónliga lendinum. Estetikkur er evnið í dag. Og eg eri komin beint úr Havn. Býnum, har tey hata estetikk. Sum bloggari rakti eg herfyri rekord fyri lesing av einum og sama bloggi í meir enn fimtan ár. Tað var um ein serstakliga ljótan bygning í Havn, sum bara poppaði upp á alfara vegi. Ein granni, og journalistur, vísti til byggsamtyktina fyri Tórshavnar kommunu, paragraff 28 og stykki 8, samtykt í 2017, og sum innrammar hugtakið estetikk, og

Fokking feyk

Einaferð rendi eg meg í ungar dreingir og gentur, sum seinasta ár í fólkaskúlanum høvdu stóra fragd at dyrka Alex Jones og øll hansara útfarandi avrik, serliga í filmaðari talu beint úr egnari sendistovu, Infowars hjá Free Speech Systems. Sum tá NRK filmar vakthavandi morgunjournalistin, ið lesur tíðindi.  Tað er nakað fasinerandi við ikki bara at hoyra, men eisini at síggja upplesaran, antin hann er siðiliga avmáldur sum Birger Kolsrud Jåsund hjá NRK, ella ein púra ótamdur fuglur og eitt tómt kar av hemningsleysari øði, sum Alex Jones.  Visti einki um amerikanska konspiratiónsteoretikaran, men varð infatuated av, hvussu hugtikin hesi ungu við Føroya skúla innan í sær vóru uppøst av tíðindamanninum, ið hevði so stóra trongd at fáa heimin á tal. Bara á tal. Ein forsjón av at the medium is the message . Traðrirnir gingu beint heim til okkara egna samfelag til føroyskar politikarar, lærarar, prædikufólk, abortmótstandarar, antivaxarar og virkin mentafólk beint nú og eina hálva øld aftur

Lassi Klein er nýggja stjørnan á Søllerød Kro

  Lasse Klein er ikki eitt ókent navn í politisku søgu Føroya. Men átjan ára gamli Lassi Havsteinsson Klein, sum er uppkallaður eftir abbanum, og sonur prestin á Sandi, skrivaði søgu, tá hann í summar slapp í kokkalæru á Michelin matstovuni Søllerød Kro hjá kenda matstovuleiðaranum Jan Restorff í Holte norðan fyri Keypmannahavn. Nú hevur hann endaliga skrivað undir lærusáttmálan og skal byrja 31. august í ár. Lærumeistari er Brian Mark Hansen, ið er Bocuse d’or vinnari 2022, sum merkir at hann er millum heimsins bestu kokkar. Ungi Lassi er føddur í Stavanger og uppvaksin í Tansania, í Miðvági og á Sandi. Mamman er Beinta Klein. Umframt at sleppa í kokkalæru, upplivdi hann beint framman undan ta eydnu, at verða giftur við Margrethu Eilersdóttir av Argjum, sum starvast á hotellinum Brandan. - Eg var tríggjar dagar í prøvatíð í næstsíðstu viku á Kro'ini. Tað var mikudag til fríggjadag. Tað gekk super. Tá mín prøvatíð var liðug, fekk eg eitt lítið prát við høvðuskokkin, Brian Mark Hans

Frá lynsjing til skúladráp

Saman við essayistinum Frank Wu arbeiðir fotografurin Benjamin Rasmussen, sum sæst omanfyri, við bókini The Good Citizen , ið kavar í eitt amerikanskt tjóðskaparligt trauma, og leitar eftir ábendingum og orsøkum til ógvusligu skottilburðirnar, sum síðan 1999, hava fingið tilsipandi heitið, evfemismuna, Columbine , sum í dag merkir skúladráp, school shooting.  Í bókini hevur Benjamin avmyndað Sue Klebold, ið er mamma annan drápsmannin. - The guilt one feels doesn’t fit in a room, it’s so huge, sigur mamman.  - Við undirheitinum "Photographs and essays exploring how American society came to be what it is today", hyggja vit í bókini The Good Citizen eftir sambandinum millum søguliga harðskapin í lynsjing í amerikansku suðurstatunum, og hvussu tann atferðin flutti inn um dyrnar í skúlanum og skapti skúladráp. Tað var í eini grein í Rolling Stone, at eg varnaðist bókina hjá Benjamin. Kenda amerikanska tónleikablaðið hevði portrettmynd av yvirlivaranum Ivy Schamis, sum Benjamin he

Tá babtistar fylla fjúrtan

  Gjøgnum mítt fýra og trýss ára langa lív havi eg upp í saman hoyrt, at tá babtistar fylla fjúrtan, so hava tey eina giga stóra veitslu við fermentering og øllum. Ja, ein visti um eina heilt spesifikka, sum hevði verið á eini babtistamatstovu, har pengafólkini, sum ivaleyst vóru gardinpimparar, fóru ropandi frá borðinum - av sitrónsodavatni! Hvørja ferð eg hoyri hetta uppáhald, tað var aftur at hoyra í dag, geri eg vart við, at eg aldri havi verið í fjúrtanárafermingarveitslu hjá babsum. Hvørki ein- ella tveyboppaðum babsum. Aldri hoyrt um slíkt vesin.  Er høvið til tað, so spyrji eg nærri, men enn veit eigin at siga akkurát, hvat etnografiska ritualið er, og hvussu tað er skipað, tá hin nýinnvígdi babsalimurin skal fjúrtast ella hvussu hetta eksistentielt lívsbroytandi skiftisritual á lívsleiðini skal kallast í føroyska samfelagnum, tá ein babsur ella babsa fyllir fjúrtan. Eingin veit, hvat tað kallast, tí eingin veit, hvat tað er. Í hvussu er ikki nakar eg havi spurt. Skal ikki útil

Ukraina bankar á dyrnar

Ken Lindenskov Olsen og Mariia Shvets Olsen avmyndaði uttanfyri húsini í Varðagøtu 18 í Rituvík leygardagin, tá tey bjóðaðu til kaffi og ukrainskar hunangssøtar pinjukjarnur á heitum hornum frá mammuni Gunn. Tað er sjáldsamt í føroyskum miðlum at síggja tekst, sum er skrivaður á so fremmandum máli, sum ukrainskum. Tað hendi í farnu viku, tá boð vóru frá Námi til ukrainskar flóttar í Føroyum um, at nú vóru skúlabøkur á teirra móðurmáli tøkar á opna føroyska pallinum Snar.  Samstundis upplýsti Býarbókasavnið í Havn, at lánarar nú kunnu lesa ukrainskar barnabøkur, sum talgilt eru samsagdar á enskum og ukrainskum. Flóttar á Sandi fingu gávubræv frá Lions, og fríggjakvøldið vóru tíðindi í Degi og Viku um, hvussu væl ukrainsk børn kláraðu seg í skúlanum á Tvøroyri. Hetta er ein púra nýggj støða, har vit á fyrsta sinni fingu annað beinið beint í altjóða samfelagið. Okkara egnu politikarar hava nevnt, at vit kunnu væntað so mikið sum 200 ukrainsk flóttafólk. 150 teirra eru longu komin sum ferð

ListaMeldur

Eftir Jackson Pollock'skari fyrimynd hava berføttir næmingar á Føroya Fólkaháskúla dansað føroyskan dans á einum risastórum gólvlørifti við litpigmentum undir iljunum, og tilsamans gjørt eitt listaverk, sum er hongt upp, og nú fer um allan veggin sum eitt óendaligt áttatal inn í gongina í Námi við Hoyvíksvegin 72, har ListaMeldur er málið. Bárður Dal Christiansen, sum hevur verið lærari, sæst her saman við Hedvig Westerlund-Kapnas, sum er stjóri á Háskúlanum, tá framsýningin varð sett í dag. Dagurin í dag er ikki tilvildarliga valdur, tá umræður myndlist í livandi skúlum. Í dag, mikudag 16. mars, fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum. Háskúlin letur upp framsýning í Námi og ætlanin er, at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendsku skúlunum. Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum