Einaferð rendi eg meg í ungar dreingir og gentur, sum seinasta ár í fólkaskúlanum høvdu stóra fragd at dyrka Alex Jones og øll hansara útfarandi avrik, serliga í filmaðari talu beint úr egnari sendistovu, Infowars hjá Free Speech Systems.
Sum tá NRK filmar vakthavandi morgunjournalistin, ið lesur tíðindi.
Tað er nakað fasinerandi við ikki bara at hoyra, men eisini at síggja upplesaran, antin hann er siðiliga avmáldur sum Birger Kolsrud Jåsund hjá NRK, ella ein púra ótamdur fuglur og eitt tómt kar av hemningsleysari øði, sum Alex Jones.
Visti einki um amerikanska konspiratiónsteoretikaran, men varð infatuated av, hvussu hugtikin hesi ungu við Føroya skúla innan í sær vóru uppøst av tíðindamanninum, ið hevði so stóra trongd at fáa heimin á tal. Bara á tal. Ein forsjón av at the medium is the message.
Traðrirnir gingu beint heim til okkara egna samfelag til føroyskar politikarar, lærarar, prædikufólk, abortmótstandarar, antivaxarar og virkin mentafólk beint nú og eina hálva øld aftureftir. Føroyar eru sum einki annað land, eg veit um, gróðursett fyri at taka ímóti Alex Jones sum ein homecoming queen.
Í fyrstuni helt eg hetta vera bæði áhugavert og stuttligt, tí upplærdi og tilognaði málsligi førleikin og innlitið í lingo hjá skjóttsnakkandi amerikanska vertinum var simpulthen heildekkandi, sum málingahandlarnir siga. Helst einasti tíðindadekningur, ið treingir ígjøgnum til ung. Og so er tað undirvísingin í enskum, ið er so góð, at hon veruliga er heildekkandi.
At ferðast fysiskt í USA er eins hugtakandi og at sita heima og ferðast í okkara innara USA. Nógvir av okkara tankum og hugmyndum eru hersettar av USA, og gera av, hvussu vit fata umheimin.
Tá eg hoyrdi um skúladrápini í Sandy Hook fyri jól í 2012, fór eg beint at strika av og planleggja eina minnisbilferð frá staðnum, har Mayflower lendi, og so lata "American Tune" hjá Paul Simon taka yvir. The rest is the road.
Men so kemur Alex Jones aftur á breddan, the information highway. Í einari fulkomnar avnoktan, eins og hin yvirmáta lærdi John Irving, ið púra avnoktar at holocaust nakrantíð var eitt issue, fer Jones í denial mode. Hetta hendi yvirhøvur ikki, og er bara enn ein roynd hjá yvirvøldini at taka grundlógartryggjaðu vápnini frá okkum, sigur emperor Jones, tvíhaldandi um byrsir, revolvarar og øll vápn, ið drepa kunnu.
Mayflowerferðin bleiv av ongum og satt at siga hevði eg gloymt alt um ørvitisfiskin Jones, til útlendsku miðlarnir, sum í morgun ikki tosa um fólkating, bóru okkum boðini um, at nú var trygdin fyri fríu pressuni, Alex Jones, dømdur fyri at manipulera og bera rong tíðindi um skúladrápini í Sandy Hook. Tey hendu veruliga. Tjúgu børn í seks og sjey ára alduri vórðu skotin til deyðis, tá ein tjúgu ára gamal byrsumaður gekk amokk, og drap seks vaksin afturat.
Umframt sakarmálskostnað er Alex Jones í Connecticut dømdur at rinda átta foreldrunum 7,4 milliardir krónur. Fyrr hevur eitt rættarmál verið í byrsustátinum Texas, har Jones varð dømdur at rinda foreldrum at eina barninum eina minni upphædd enn hesa, men enn eitt rættarmál í sama byrsustáti er á veg.
Vónandi fer sektarpeningurin til vælgerandi endamál, at verja ung móti information overflow, og fær skúlaskipanir at læra næmingar at brúka og kritiskt at handfara miðlar.
Myndin er frá Reuters