Skip to main content

Tá babtistar fylla fjúrtan

 

Gjøgnum mítt fýra og trýss ára langa lív havi eg upp í saman hoyrt, at tá babtistar fylla fjúrtan, so hava tey eina giga stóra veitslu við fermentering og øllum. Ja, ein visti um eina heilt spesifikka, sum hevði verið á eini babtistamatstovu, har pengafólkini, sum ivaleyst vóru gardinpimparar, fóru ropandi frá borðinum - av sitrónsodavatni!

Hvørja ferð eg hoyri hetta uppáhald, tað var aftur at hoyra í dag, geri eg vart við, at eg aldri havi verið í fjúrtanárafermingarveitslu hjá babsum. Hvørki ein- ella tveyboppaðum babsum. Aldri hoyrt um slíkt vesin. 

Er høvið til tað, so spyrji eg nærri, men enn veit eigin at siga akkurát, hvat etnografiska ritualið er, og hvussu tað er skipað, tá hin nýinnvígdi babsalimurin skal fjúrtast ella hvussu hetta eksistentielt lívsbroytandi skiftisritual á lívsleiðini skal kallast í føroyska samfelagnum, tá ein babsur ella babsa fyllir fjúrtan.

Eingin veit, hvat tað kallast, tí eingin veit, hvat tað er. Í hvussu er ikki nakar eg havi spurt. Skal ikki útiloka, at tað er ein lívlong granskingarætlan, sum við høgum ph virði skal avdúka tað innantóma í gerandisfrøði. Spyrst, so livst.

So kom eg í tankar um, at hetta happingarætlaða niðringarátak hjá vaksnum kirkjufólki, sum eg í dag haldi verða stuttligari, enn tá eg sjálvur var fjúrtan fyri hálvtrýss árum síðan, stingur seg upp akkurát tá ið fólkaskúlalærarin fer upp at gartera um at ganga til, og foreldrini halda fram at gartera um kjólar og kokkar, fotografering, uppsatsir og frisørar, og at lána borð og stólar frá gudi og hvørjum manni í grannalagnum, tí tað skal ganga upp tað heila í borgarliga samfelagnum. 

Tá blívur tað interessant at minnast aftur á, hví tú bleiv kløkkur og kendi teg djúpt særdan, tá tú vart fjúrtan og fekk kastað fyri, at við hasum skiparanum og hasum mammubeiggjanum fóru tit at hava eitt ordiligt pengaball á Hafnia. 

Men tí ballinum bíði eg enn eftir. 

Í meðan sigi eg bara væl gagnist.

Vónandi fara nógvu innkomnu pengarnir ikki at geva tykkum so ringa samvitsku, at tit brúka restina av lívinum uppá at kasta babsum fyri, at teir eru líka materialistiskir sum tit. Tí tað eru teir ikki!