Skip to main content

Posts

Showing posts with the label skip

Tá Trina vann 500-0

Í Degi og Viku kvøld var áhugavert kjak millum forkvinnuna í Heimafriði og borgarstjóran í Runavíkar kommunu um larm, har fólk búgva.  Vit frættu, at við vælsignilsi frá landstyrismanninum á økinum, er ein interkommunalur fámannabólkur við monnum, sum allir hava tonnasju og kajkant sum lívsendamál, settur at gera reglugerðir um larm í fólkavaldum føroyskum kommunum.  Heimafriður, ið er heimsins einasta organ, ið hevur sett málið á skrá, fær durafjórðingin, tí tey eru ikki partur av parlamentarisku Fólkaræðisføroyum.  Vit liva í fótbóltstíðum, og eg má straks siga, at í mínum eygum og mínari fatan vann forkvinnan í Heimafriði so dyggliga kjakið í Degi & Viku í kvøld, kanska við eini 500 málum móti ongum. Og tað hóast hon varð avbrotin í heilum. Fólksins vegna varð hon definitivi vinnarin. Bravo! Samstundis hevur borgarstjórin í Havn gjørt av, at tungir og stórir lastbilar skulu ikki koyra um náttina á øllum vegum í hansara býi.  Hetta er tilsamans ein áhugaverd gongd, sum umsíðir be

Summarið byrjað

Úr loftsvindeyganum sæst í morgun, at summarið er byrjað. Fyri fyrstu ferð í ár eru fremmandir húsvognar at síggja á kampingplássinum hjá Tórshavnar kommunu úti við Strond. A grøna vøllinum eru trý tjøld. Norröna kom klokkan hálvgum ellivu í gjárkvøldið og sigldi aftur til Hirtshals ein tíma seinni.  Hesa tíð á árinum eru tveir túrar til Danmarkar.  Mikukvøldið klokkan seks fer Norröna til Seyðisfjørð á Eysturlandinum í Íslandi og er frammi hósmorgunin klokkan hálvgum níggju. Tá plagar kampingplássið at verða tómt aftur. Norröna er einasta bilferja, sum knýtir evropeiska meginlandið, Føroyar og Ísland saman. Hyggja vit at øllum skipunum hjá Smyril Line Cargo sæst, hvussu víðfevndar farleiðirnar í Norðuratlantshavi eru.

Verdandi og kvinnurnar, sum eftir sótu

Diane Schüssele, handritahøvundur, og Dagmar Knöpfel, leikstjóri, sum síggjast omanfyri, eru úr Týsklandi, og hava sett sær fyri at gera film úr søguni um Verdandi úr Heiðunum, sum ikki spurdist aftur, tá hon var undir Íslandi í 1944. Danska Valerie Saunders, sum er fødd í USA, og hevur arbeitt fyri Zentropa, er framleiðari. Fokus er á kvinnurnar, sum eftir sótu. Fyri fimm árum síðan vóru Diane og Dagmar fyrstu ferð í Føroyum. Tá møttu tær Óla Jacobsen, sum visti nøvnini á øllum, sum fórust við Verdandi. Hann visti eisini at siga teimum um ættirnar hjá teim, sum mistu. Diane og Dagmar pitcha søguna um Verdandi soleiðis á enskum máli: When the Faroese fishing boat Verðandi sinks in the waters of Iceland in 1944, the young Semona, mother to a daughter and pregnant with another, is left a widow. Too painful is the loss of her great love Sámal, too harsh the conditions to survive, to ever mention his name or fate again. The silence she bestows upon her daughters Barbara and Poula will sh

Soul food av Bankanum

Í grannahúsinum hjá Hammershaimb borðreiður Teitur Christensen við nýveiddum bankatoski, sum í hesum døgum fæst á førandi matstovunum í Havn. Teitur er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbara Fish House. Høvuðsrætturin er stoktur bankatoskur við pil pil, sufrito og epli í mojosós. Heimligt og tó fult av sál, altjóða par excellence, ikki minst við Chablis afturvið. Rætturin frammanundan er tó krokettir úr saltfiski, brandada, og saltað og roykt rogn, sum eg ikki havi smakkað fyrr. Framúr og væl sett saman við reyðleyki og súrróma. Óvantað eksotiskt, hóast heimligt. So koma kjálkar í salsa við rognum av rognkelsí við royktum granni omaná í høgru hond hjá John. Raffinerað í smakkinum. Í hinari hondini hevur John høgguslokk í paella rísi væl kryddaður við kili, av Bankanum. Í avmálda køkinum á Barbara Fish House er spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer, tá matgjørt verður í ein fart, tí kundin bíðar. Her eru nakrar myndir frá hóskvøldinum.  Og so er tað tað, hvør hevur heiðurin á mat

Trælaskip í koronatíð

Jógvan Hugo Gardar tók myndina í Ánunum Korona leggur nógv á blik. Tá hugsi eg ikki bara um uppstandilsið á arbeiðsplássum, tá onkur hevur ferðast, sum eg sjálvur gjørd síðst í februar, men heldur um russiska flotan, sum fiskar á okkara leiðum, og so liggur í føroyskari havn og umskipar veiðuna í teirra egnu móðurskip, innan næsta túr. Og tað eru ikki hissini skip. Í fólkatali eru tey sum øll fólkini í Kirkjubø, ella øll fólkini í Famjin, ella øll fólkini í Sandvík, ella øll fólkini í Lopra, umsett til menn, bara menn, sum í arbeiðsførum aldri, forvinna til alla bygdina. Nú varð so staðfest, at fleiri av manningini í tveimum av hesi flótandi russisku fjarstøðubygdum høvdu korona. Hvussu føroyski kanningarmyndugleikin varð sloppin umborð at kanna veit eg ikki, men tá eg frætti at skipini fóru avstað, annað norðureftir at fiska meir og hitt suðureftir í hitan at selja, fekk eg tann tanka, at hetta var eitt upplagt stað at filma eina framtíðardystopi, sæð við føroyskum millumtjóðaeygum, u

Norðlýsið - ein upplivingardepil

Samstundis sum tað í dag eru 75 ár síðan krígslok, eru eisini 75 ár liðin síðan fyrstu eigarar fingu Norðlýsið handað frá Tórshavnar Skipasmiðju. Norðlýsið var upprunaliga slupp og fiskifar, bygt úr kanadiskari eik og fyrsta at brúka sildagørn. Myndin er tikin fyrrárið tá russiska skúlaskipið Kruzenštern við heimstaði í Kaliningrad vitjaði Faroe Ship. Eisini á hesari myndin sæst støddarlutfallið millum Queen Victoria, Smyril og Norðlýsið. Undir navninum Aurora Borealis varð Tróndur Patursson undangongumaður tá sluppin í áttatiárunum varð umvæld og riggað til sum skonnart at sigla við ferðafólki. Onkuntíð hevur Tróndur sagt, at hetta var hansara besta listaverk. Til í fjør hevur Birgir Enni verið nautiska og gastronomiska orkukeldan undir- og omandeks, samstundis sum Birgir hevur lagt lunnar undir autentiskar upplivingar í Føroyum. Nú er Frank Djurhuus Jakobsen útgerðarmaður og lovar eitt enn betri skip at tæna gestum og ferðafólki. We are proud to continue