Í Degi og Viku kvøld var áhugavert kjak millum forkvinnuna í Heimafriði og borgarstjóran í Runavíkar kommunu um larm, har fólk búgva.
Vit frættu, at við vælsignilsi frá landstyrismanninum á økinum, er ein interkommunalur fámannabólkur við monnum, sum allir hava tonnasju og kajkant sum lívsendamál, settur at gera reglugerðir um larm í fólkavaldum føroyskum kommunum.
Heimafriður, ið er heimsins einasta organ, ið hevur sett málið á skrá, fær durafjórðingin, tí tey eru ikki partur av parlamentarisku Fólkaræðisføroyum.
Vit liva í fótbóltstíðum, og eg má straks siga, at í mínum eygum og mínari fatan vann forkvinnan í Heimafriði so dyggliga kjakið í Degi & Viku í kvøld, kanska við eini 500 málum móti ongum. Og tað hóast hon varð avbrotin í heilum. Fólksins vegna varð hon definitivi vinnarin. Bravo!
Samstundis hevur borgarstjórin í Havn gjørt av, at tungir og stórir lastbilar skulu ikki koyra um náttina á øllum vegum í hansara býi.
Hetta er tilsamans ein áhugaverd gongd, sum umsíðir bendir á, at menniskjan, og ikki bara osandi flutningstól, so sum bilar og skip, fer at sleppa uppí part, tá larmandi livikorð skulu definerast kring landið.
At grótflutningurin úr Sandsholinum skal akast gjøgnum Havnina og inn á Skálafjørðin í gomlum dumparum, er nú ein sjónlig ørvitisavgerð, sum má standa sína skomm, til seinasta lastin er koyrd og vippað uppá pláss. Annað ber ikki til, tá skilaleysar avgerðir binda framtíðina.
Men tað er ein góð gongd, at forkvinnan í Heimafriði og borgarstjórin í Havn hvør í sínum lagi megna at seta menniskjað í sentrum, heldur enn skjóttvunnan dálkingarkapital. Tað er fólkaræði í funktión og góðari inerti.
Eg fari at byrja at halda, at í hvussu er høvuðsstaðarkommunan er farin at fata, at annað er til enn bilar, eisini í Havn, har eg hepnaðist at taka hesa mynd í kvøld.