Skip to main content

Summarið byrjað

Úr loftsvindeyganum sæst í morgun, at summarið er byrjað. Fyri fyrstu ferð í ár eru fremmandir húsvognar at síggja á kampingplássinum hjá Tórshavnar kommunu úti við Strond. A grøna vøllinum eru trý tjøld.

Norröna kom klokkan hálvgum ellivu í gjárkvøldið og sigldi aftur til Hirtshals ein tíma seinni. 

Hesa tíð á árinum eru tveir túrar til Danmarkar. 

Mikukvøldið klokkan seks fer Norröna til Seyðisfjørð á Eysturlandinum í Íslandi og er frammi hósmorgunin klokkan hálvgum níggju. Tá plagar kampingplássið at verða tómt aftur.

Norröna er einasta bilferja, sum knýtir evropeiska meginlandið, Føroyar og Ísland saman. Hyggja vit at øllum skipunum hjá Smyril Line Cargo sæst, hvussu víðfevndar farleiðirnar í Norðuratlantshavi eru.