Skip to main content

Posts

Showing posts with the label ummæli

Seafood á Hilton

  Toskur á hvítkáli undir tapioca og við brúnaru sós. Fróði Otthamar er kokkur og Jákup úr Hvalba er tænari á altjóða matstovuni, sum einsvæl kundi verið mitt í New York. Vit smakka seafood skránna í Hallartúni á nýggjasta hotelli í Føroyum, Hilton Garden Inn Faroe Islands, uppi á Hálsi, sum er blivið nýggja vakstrarøkið í Havn. Í niðara endanum hava vit Hotell Brandan, beint omanfyri er endurreista Bowlinghøllin og Ítróttarhøllin, sum enn er hinumegin vegin, uttanfyri ringvegin er nýggja Etika í Á handlinum, og fara vit inn aftur um ringvegin og enn eru uppi á Hálsi, síggja vit bryggjaríið OY, sum við køki og nýskapandi servering er flutt inn í goymslubygningin hjá Timburhandilinum. Í meðan koyra bilarnir við ræstkjøtaburgara og fish & chips javnt og samt í økinum, har nógv fólk arbeiða, og góðir burgarar, kanska teir bestu, fáast frá Knas uppi á hjá PE Kolonial. Og í eina tíð hevur verið sagt, at enn eitt hotell verður bygt við Posta, so útsýnið verður yvir Nólsoyarfjørð. Men tað

Absurdi gerandisdagurin

Á Tjóðpallinum spæla tey Nobelvirðislønta Harold Pinter, sum í seksti- og sjeytiárunum skrivaði lýtaleysu handritini til filmarnar hjá Joseph Losey, The Servant og The Go-Between . Men Føðingardagsveitslan , The Birthday Party (1958), er kendasti sjónleikurin. Hans Tórgarð, sum sjálvur hevur ein týðandi leiklut, hevur týtt til føroyskt. Lýtaleyst og livandi talumál, við sansi fyri íbygda tónleikinum í skipaðum máli, ikki minst tá setningar krossast millum fólk. Tað eru fleiri brilljantir setningar og samrøður, sum í niðurbrotnum formi lyfta fram orðaspælið, tikið úr gerandissetningum við køksborðið í gistingarhúsinum hjá Kristinu, sum er hin uppofrandi Meg, ið heldur øllum saman. Og sama spísiborð verður vígvøllur, tá Hans sum jødin Goldberg ilskast inn á Hjálmar, sum er Stanley, ið alt snýr seg um, tá hesin seinni ikki vil akta og teir gerast harðmæltir. Tá flytir retoriska maktin seg yvir borðið, frá Goldberg og etir seg inn á svinnandi maktrúmið hjá Stanley, ið nú tødnar og missir

Kroppurin er síðsta bastiónin

Cristian Ceresoli, italski rithøvundurin, og Durita Dahl Andreassen, sum er einsamalli leikarin í spillnaka leiklutinum La Merda , Lorturin, eftir leiklok í Norðurlandahúsinum í kvøld. Ein sterkur og óunnuliga konfronterandi leikur, sum er í so nógvum løgum, at tú mást resonnera teg í gjøgnum tey teir komandi dagarnar. Ætlaði at brúka yvirskriftina, Nakin til sláturs í Norðurlandahúsinum , men nú fjøllini verða gingin hongur ein sjávinistiskur dissonansur uppi við orðingini, sum eg slettis ikki brýggi meg um. Tað hevði eisini verið alt ov nær tí fasistiska grundtanka, sum eg giti, leikurin er uppstaðin úr í Italia. Og heldur enn liggjandi slátur undir mannahond, meðan blóðið rennur burtur í kjallaranum, er hetta heilt ítøkiliga ein upphevjað kvinnustøða, púra av egnum ávum, og samstundis ein óunnulig voyeristisk registrering fyri eygunum hjá einum manni av fysiska kvinnukroppinum, sum hon sjálv, kvinnan, er komin sær í, og júst tað, at hon setir seg upp á høga stólin - við mikrofon og

Tá stripparahælir skapa samhaldsfesti

Høghælaðu stilvarnir hava í mínum optikki høvuðsleiklutin í rúmligu dansiframførsluni ”Jörð” í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Eftir skeltið, sum deilir okkum sundur í føroyskan barnadans uppi í Klingruni til høgru, og so oman til vinstru í Skálan, har frumframførsla er í norðurlendska ungdómsprojektinum Gátt . Finska Tiia Kasurinen stendur hugtølandi og bjóðar okkum inn at sita, sum var hon ein uppspunnin norna, akkurát skolað upp á land, klár at eta afturvið ljóðinum av havi sum hin feskasta ostra undan eini luksusmáltíð, skúmfødd og havborin.  Allir sansir eru mettaðir og tú skerpir teir í myrkrinum, nú slætta gólvið er bygt upp, so útsiktin er niður á gólvið, ið er sjónligur pallur, sum øll síggja úr bleytaru gomlu stólunum. Gott rúmligt inntriv, har hugsað er um áskoðaran, sum nú fær høvið at uppliva eitt helli við dryppsteinsholum og gjøgnumskygdum bakteppi.  Kvinnur bjóða tær innum. Mjúkt og varisligt, stig fyri stig, men eisini tiltakandi í upplivingini, sum hon kemur til tín í