Cristian Ceresoli, italski rithøvundurin, og Durita Dahl Andreassen, sum er einsamalli leikarin í spillnaka leiklutinum La Merda, Lorturin, eftir leiklok í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Ein sterkur og óunnuliga konfronterandi leikur, sum er í so nógvum løgum, at tú mást resonnera teg í gjøgnum tey teir komandi dagarnar.
Ætlaði at brúka yvirskriftina, Nakin til sláturs í Norðurlandahúsinum, men nú fjøllini verða gingin hongur ein sjávinistiskur dissonansur uppi við orðingini, sum eg slettis ikki brýggi meg um. Tað hevði eisini verið alt ov nær tí fasistiska grundtanka, sum eg giti, leikurin er uppstaðin úr í Italia. Og heldur enn liggjandi slátur undir mannahond, meðan blóðið rennur burtur í kjallaranum, er hetta heilt ítøkiliga ein upphevjað kvinnustøða, púra av egnum ávum, og samstundis ein óunnulig voyeristisk registrering fyri eygunum hjá einum manni av fysiska kvinnukroppinum, sum hon sjálv, kvinnan, er komin sær í, og júst tað, at hon setir seg upp á høga stólin - við mikrofon og langum leidningi í hondini, svingandi um lendarnar, ger tað so óunnuligt at síggja og registrera henda kroppin. Langa hárið fjalir bróstini, sum oftast, og beinini hevur hon uppá kross, sum oftast, og steingir tá fyri ultimativu sjónini, sum eg púrasta avnokti í mínum mentanarliga kodeks, tá skommin, sum Biblian kallar hana, kortini opinberast, og hon fyri mær opnar órørda hárvøkstrinum í neðra, og letur okkum síggja allan hin nakna kroppin, sárbært opnan. Fascinerandi skiftir fysiski kropsleikurin millum tað eindimensionalt hugtakandi og tað djúpt óunnuliga sjálvútleverandi. Hetta er hin kropsligi bakveggurin hjá dialoginum at spæla upp í móti.
Lørini eru í upprunaitalska handritinum ein so stór avbjóðing hjá nakna leikaranum, at hon leingi hevur gingið til elektroduviðgerð at smælka tey. Ítøkiliga er hon púra nakin í italsku tilveruni, stendur á berum, og verður eisini ein óunnulig ideologisk viðgerð av, hvussu vit hyggja eftir kvinnuni, nú hon hevur sett seg upp á ein skammil fyri okkum. Púra nakin.
Í harða dialoginum vil hon, tulkarin, nógv, eisini at ganga gjøgnum lortin, la merda, at blíva vird fyri tað hon er, fyrst og fremst sum samfelagslig vera, men eisini sum ómælandi vøra í brúkarasamfelagnum hjá Pasolini. Tað er mest nakna framsetingin, eg kann hugsa mær í hesum tilvitskustreymandi tríparta monologi, ein tragedia, ið varir knappan tíma.
Markið er gula strípan. Far ikki um markið. Vit eru við jarnbreytina í Italia, har teksturin er skrivaður í 2012, fimm ár innan Mee Too rørslan, sum vit kenna hana, tók seg upp. Knýtið til pápan er sterkt, men hann fór um strikuna, tá gentan var trettan, og tók seg av døgum undir tokinum, pápin. Vit hoyra um ein deyvan drong í skúlanum, sum vil hava hana at fleyga sær millum bilarnar á parkeringsplássinum við skúlan. Og so vil hon sleppa í sjónvarp og blíva kend millum øll hini kendu í brúkarasamfelagnum. Lívslinjan liggur á eini knívsegg, sum dregur á bæði, tað uppgevandi veika sjálvshaturið og tað eksplosivt sterka uppreistrarlyndið, sum hvør partur steðgar við í einum ljósbresti. Suni Joensen stóð fyri ljósinum.
Tað sterka í leikinum er kroppurin, sum manifestatión og ritual. Ræðandi og innbjóðandi.
Marita S. Dalsgaard, sum er útbúgvin á sjónleikaraskúlanum í Odense, er leikstjóri og Durita Dahl Andreassen, sum er útbúgvin á sjónleikaraskúlnum í Aarhus, er leikari, ella tulkari, sum sagt verður í skránni, einsamøll á einum høgum stóli í Høllini í Norðurlandahúsinum.
- Vit eru tær fjórðu, ið hava fingið loyvi at føra týdda leikin fram, søgdu tær báðar í práti við Jákup Dahl í morgunsendingini í Útvarpinum í gjár. - At taka ræðið á kvinnukroppinum aftur, er ein av drívmegunum, segði Marita í samrøðuni.
Gwenaël Akira Helmsdal Carré tók tær tríggjar pallmyndirnar.