Skip to main content

Tá stripparahælir skapa samhaldsfesti

Høghælaðu stilvarnir hava í mínum optikki høvuðsleiklutin í rúmligu dansiframførsluni ”Jörð” í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Eftir skeltið, sum deilir okkum sundur í føroyskan barnadans uppi í Klingruni til høgru, og so oman til vinstru í Skálan, har frumframførsla er í norðurlendska ungdómsprojektinum Gátt.

Finska Tiia Kasurinen stendur hugtølandi og bjóðar okkum inn at sita, sum var hon ein uppspunnin norna, akkurát skolað upp á land, klár at eta afturvið ljóðinum av havi sum hin feskasta ostra undan eini luksusmáltíð, skúmfødd og havborin. 

Allir sansir eru mettaðir og tú skerpir teir í myrkrinum, nú slætta gólvið er bygt upp, so útsiktin er niður á gólvið, ið er sjónligur pallur, sum øll síggja úr bleytaru gomlu stólunum. Gott rúmligt inntriv, har hugsað er um áskoðaran, sum nú fær høvið at uppliva eitt helli við dryppsteinsholum og gjøgnumskygdum bakteppi. 

Kvinnur bjóða tær innum. Mjúkt og varisligt, stig fyri stig, men eisini tiltakandi í upplivingini, sum hon kemur til tín í væl koreograferaðum rørslum, ljósi og ljóði, har allar upptøkur uttan trummur og strings eru gjørdar á staðnum, har filmað hevur verið. 

Serliga úti við Strond og móti Boðanesi, hugsi eg, tí í april fyrrárið fekk eg tær fyri linsuna úr køksvindeyganum, tá tær performaðu fyri upptøkutólinum hjá Barbara Lervig á Bukkevald og undir oljugrúsinum, sum hongur niður av bakkanum har. Trýst á myndirnar og tær verða størri.

Hugtakandi, eisini í grafiskari framseting, at seta tær tríggjar, sum eru dansandi og altavgerandi høvuðspersónarnir í so berligt landslag. Yndi og innbjóðandi gróður, móti tí fruktarleysa, turrgelda og gagnleysa, sum vit lesa um, tá Jørðin enn var oyðin og ber. Í løtum er so stilt á pallinum, at vit bara hoyra andadráttin frá teimum trimum. Gott ljóðarbeiði.

Umframt finsku Tiiu, eru føroyska Vár Bech Árting og svenska Lisen Pousette, sum føra okkum gjøgnum eitt mix av male gaze og female gaze í mytologiskari og myndlistarligari framseting av kvinnuni, sum eg hugsi at Kylie Minogue hevur vampyrbitið meg við, síðan eg sá skarpt grafiska sangin ”Padam Padam” visualiseraðan. Serliga markant í ”Jörð” er Lisen í hettutroyggju og sminku sum ”eg eri deyðin” úr filminum hjá Bergman, har lívstelvarin møtir seinasta mótspælaranum við strondina. Sterkt og klassiskt, transformerað til kvinnu. 

Men enn sterkari visuell uppliving, ið samansjóvar tær allar tríggjar, er inngangurin, prologurin, til framførsluna, sum fekk okkum á stólarekkjuni sum við ein munn at hugsa um Listastevnuna í somu húsum fyri tjúgu árum síðan, har Benjamin Bagby og Seqentia framførdu ”Edda” sum sitandi kvøðing úr Sjúrðarkvæðunum, meðan ein flogterna við teim longstu armum og fingrum, eg havi sæð, grasiøst vísti til neyðutgongdir og hvussu tú skuldi sita íbundin, meðan eitt flogfar hoyrdist lametera yvir húsunum. Sterkasta uppliving eg minnist úr Norðurlandahúsinum. Eingin av teim framførandi kendu No-teatrið ”Edda” úr New York, men tó høvdu tey í teirra kollektiva arbeiði í Norðurlandahúsinum hesar dagar rakt við sama lívstráð í dryppsteinsholuni sum tá. 

Framførslan ”Jörð”, sum er 45 minuttir, endar við at tær tríggjar trilva seg í myrkrinum fram um baktjaldið eftir stivlunum, sum tú sært standa aftast, stivlarnar, lata seg í teir aftur, spenna teir upp eftir legginum, reisa seg, enn í myrkri, og hála hvørja aðra upp av gólvinum. Ein fysisk so krevjandi gerð, rørsla og balansuakt, at eg gerist bangin teirra vegna, men so stiðja tær hvørja aðra, eisini við flættum, og standa upp í felag, tá ljósið tendrar. 

Hugtakandi avantgarde mitt í Havn. Fantastiskt. Og tú undrast, at tú kanst ganga inn av gøtuni og seta teg inn í eina so kompakta boks av totaluppliving, sum í Skálanum beint nu. Sublimt úr myrkrinum. Maria Guldbrandsø Tórgarð er leikstjóri, Lil Lacy gjørdi tónleikin, Maibritt Marjunardóttir og Lydia Vermaat-Wallin gjørdu búnar og Anton Skarborn stóð fyri ljósi og ljóði. Mie Meyle, sum skipaði fyri artist talk eftir frumsýningina, hevur samskipað fyri Norðurlandahúsið. Nakrar av myndunum eru læntar frá Kringvarpinum. Tær tók Bjarni Rubeksen.