Skip to main content

Posts

Showing posts with the label vitanarsamfelagið

Hvaðan eru blogglesarar?

Á hesum bloggi havi eg sett mær fyri at brúka ókeypis funkur og ongar reklamur. Sjálvur pallurin, blogspot, er ókeypis og krevur einki hald ella logon. Harafturat er alt, næstan 100%, á føroyskum, so tað er rættuliga sjálvsagt, at lesarar eru føroyingar. Í dag sigur ókeypisversiónin av Statcounter soleiðis um býtið millum lesarar á Birkblog og hvaðan teir koma: Flestu lesarar, tað er 55%, koma frá tilvísandi heimasíðum, sum í allar flestu førum er VP, men fyri ein lítlan part eisini frá øðrum føroyskum bloggum. Næstflestu lesarar, tað er 22%, stava frá sosialum miðlum, tað er í høvuðsheitum Facebook. Triðflestu lesarar, tað er 15%, eru beinleiðis lesarar á blogginum. Fæstu lesarar, tað er 8%, finna Birkblog á leitimaskinum á netinum. Av hesum eru 88% frá Google og bara 12% frá bing. 88% av lesarum á Birkblog hava føroyskan netveitara. Næstflestu, tað er 5%, hava danskan veitara. Eitt fátal, men eitt stútt og javnt tal av Birkblog-lesarum, eru úr allari verðini. Júst í dag eru

Triðihvør á netinum er eitt barn

  Children in a Digital World  (UNICEF 2017) Fleiri og fleiri børn eru á netinum, sigur ST-stovnurin UNICEF í árligu frágreiðingini. Nú er triðihvør á netinum eitt barn, verður sagt í fráfreiðingini Children in a Digital World,  sum kemur út í dag og fæst ókeypis á netinum. Ein sjónlig avbjóðing í nýggju frágreiðingini er, at 71% av teim 15 til 24 ára gomlu eru sambundin, connected, meðan bara 48% av øllum brúkarum eru sambundnir á netinum. Atkoma, access, til internetið, verður mett sum ein fyrimunur hjá børnum í allari verðini, heilt frá útbúgving til nýggj sosial sambond og samfeløg. Vandi er tó í allari vælferð. Í tíðindaskrivi úr New York í dag, hevur UNICEF hesa samanfatandi áheitan longu í yvirskriftini: Make the digital world safer for children - while increasing online access to benefit the most disadvantaged Ov lítið verður gjørt við at kanna, hvussu børn brúka internetið, sigur UNICEF. Hóast vit í Føroyum helst hava flestu og nýggjastu teldur og líknandi amboð f

Hvar fer framtíðar skúlin?

Her er Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, saman við Jórun Simonsen, fyrrverandi lærara í Venjingarskúlanum og á Føroya Læraraskúla, har hon ikki bara hevði fimleik, men eisini leik . Tær møttust í Høllini í Norðurlandahúsnum mikudagin, har Nám og Mentamálaráðið skipaðu fyri ráðstevnuni Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum fyri lærarum og leiðarum í fólkaskúlanum. Árni Øregaard hevði gjørt ein fínan lítlan film , har fólk úr øllum landinum, í ymsum aldri og av báðum kynum søgdu frá bestu minnum um skúla, læring og lærarar. Rigmor hevði ein playlista, sum hon tendraði, tá ráðstevnan byrjaði í Høllini. Listan hevði hon goymt sum Jórun . Heitið sipaði til besta læraran, sum við soninum, Erlendi, var komin niðan í Norðurlandahúsið. Jórun býr heima, úti í Grønlandi, tey rópa. Umframt í Høllini vóru fyrilestrar í øllum Norðurlandahúsinum, sum lærarar skuldu velja ímillum og tekna seg til eina viku undan tiltakinum.  Skúlin og framtíðar førleikar var yvirskrifti

Er nakað mark millum skemt og happing á netinum?

Í kvøld var stak áhugaverd sending á DR2, Hængt ud på nettet , har Michael Jeppesen kannar atferð hjá ungum danskarum á netinum, tá tey skriva á Facebooksíðuni Offensimentum , har fleiri enn hundraðtúsund kunnu lesa og dáma. Helst er skrivingarlagið í byrjanini hugsað sum skemt, men eftir øllum at døma fer skemtið yvir gevind, verður happandi og niðrandi, grovari og grovari, sum so aftur skapar orðalagið og mongu viðmerkingarnar, har eingin vil standa aftanfyri ein annan í óflýggjaligheitum og óvandamáli. Tað er sum eitt skriðulop, ið fer at liva sítt egna teldulív á kamarinum hjá eltibløðruni, sum neyvan grunar nakað, tí hann ella hon ikki hevur lært atferð á netinum, har einki andlit sæst, uttan bara knappar og ein bláblinkstrandi skíggi. Henda sjokkerandi danska ungdómssending fekk meg at hugsa um ein stóran føroyskan bólk á Facebook, sum kallast Føroysk Memes . Har halda tey skrivandi, sum eisini telja tilkomin fólk, at tað er stuttligt at seta navn á menn í Føroyum, sum í

Tú ert ein strikukota

Í vikuni sá eg ein Panoramafilm frá BBC um Facebook, og hvussu tey skrásettu okkum sum brúkarar, hvørja ferð vit logga á, uttan at vit vita tað og enn minni samtykkja. "Eg eri eitt nummar," syngja vit í einum sangi. Á Facebook eri eg ein strikukota, sum eg havi fingið í nakkan uttan at vita tað. Tú ert fangaður í brúkarasamfelagnum og blivin ein hentur lutur, a commodity , varð niðurstøðan í ræðandi sendingini. Tó so, Google hevur í sekstan ár brúkt adwords og í fjúrtan ár adsense á netinum. Tá eg vitjaði høvuðskvarterið hjá Google í Mountain View á ólavsøku í 2008, spurdi eg, um eg kundi brúka adwords og adsense á mínum bloggi. “Nei, tín bloggur er á føroyskum og tað málið er ov lítið til hesar tænastur. Men vit kunnu hyggja uppá tað aftur, sum tíðin gongur,” varð mær lovað. Enn eru partarnir, leitskipanin Google og tungumálið føroyskt, ikki komin til sættis í eini samskipaðari leiting, sum gevur pengar og hits , hvørja ferð eg skrivi eitt skrásett vørumerki

Saman sprota vit longri...

Hetta er ein treylari hjá Skipafelagnum, sum nú eitur Faroe Ship og stuðlar Sprotanum. Eins og feløg og vinnulív, so broytist eisini málið og teir møguleikar, sum eru at vinkla og velja røttu orðini til gerandisbrúk. Fyrr kundu vit googla. Tað kunnu vit enn, og eisini leita á hini føroysku Wikipedia. Men nú hava vit fingið ein so sterkan risa á heimamarknaðinum, at vit kunnu sprota . Tað er at leita frítt og opið í øllum orðabókunum hjá Sprotanum. Tá eg eri úti í stóru verð og sigi fólki, sum eg samstarvi við, frá um hetta, eru tey fyrst tortrúgvin, og tá tey skilja at hetta er veruleiki hjá øllum føroyingum á netinum í allari verðini, so øvunda tey okkum at sprota. Tey vilja eisini sprota, men sleppa ikki, tí forløg laga einføld rættindi so trupul, at eingin fær greiðu á teim, so tey í staðin forða fyri allari orðakunning. Gott, at vit ikki eru so kunningarfull, at alt fer í baklás. Annars verður Móðurmálsdagur aftur leygardagin 25. mars. Fróði Løkságarð tók myndina omanfyri á bryg

The Clipperton Project

Luli Noriega Pons, sum er í bláum skóm mitt fyri í myndini, er úr Meksiko og býr í risastóra høvuðsstaðnum Meksikobýi. Eg hitti ferðaliðið hjá henni, The Clipperton Project , á Kafé Kaspar. Tey vóru komin við bussi úr Miðvági, har tey høvdu hugt eftir plantum og urtagørðum. Nú skuldu tey út á Fróðskaparsetrið. Tey eru úr Meksiko, Avstralia, USA, Skotlandi og Svøríki. - Tað var hin bretski Jon Bonfiglio, sum nú býr í Meksiko, ið stovnaði The Clipperton Project, sigur Luli Noriega Pons aftur við einum kaffikoppi. - Grundsjónarmiðið var og er enn at lýsa samanhangin, analogiina, sum er millum hugsanina um, hvussu ein fjar og óbygd oyggj við ongum menniskjansligum sambandi skuldi havt verið, og hvussu sama oyggin í veruleikan sær út, tá vit møta henni. Jon Bonfiglio, og tey sum grundaðu henda tanka, fóru at vitja fronsku Kyrrahavsoynna Clipperton, sum sæst á blaðsíðu 161 í atlasinum hjá Námi. Spanska navnið á óbygdu oynni er Isla de la Pasión. - Á oynni gjørdu tey ein film

Um at verða hálaður niður á jørðina

Teldutala Eftir Dag og Viku má eg sanna, at vit hava í hvussu er tveir almennar Trump’ar í politiska rúminum, Jørgen Niclasen og Henrik Old. Makan til innantómt buldur og vrøvl fyri veðragjólingum á bygd, skal man leita leingi eftir og tað í mongum londum. Men ikki her hjá okkum. Uttan bumm og bremsu, stilla teir frívilliga upp til verbala steining í almannavarpinum. Serliga um nakað so margháttligt sum munnligar avtalur. Tað er sum í gomlu paktini, at síggja Móses við skrivaðu talvunum, sum bert fá dugdu at lesa. Tá kunnu nógv tølast. Men í Norðlýsinum skrivar Helgi Abrahamsen fyri vist, at Hanus Hansen kennir seg misnýttan av Jan Lamhauge í almannavarpinum. Ein annar Hanus, og bróðurin Zakaris, vilja flyta ein undirsjóvartunnil, sum skal binda enn fleiri bygdir saman, annars búgva vit ikki í einum rættarsamfelag, siga teir. Við góðum økisstuðli er sunnasta og best saltaða stjórastarv á bygd lýst leyst í loyndum, so tað kann verða í lovaða sosialdemokratiska landinum, Suður

Miðnervalagið

Í 70’unum rendi meg fyri fyrstu ferð í orðið centralnervesystem , ið eg sum frá leið lærdi at siga sum  miðnervalag . Tað var í fyrra føri í eini bókaplátu hjá Røde Mor á danska Demos-forlagnum, og í seinna førinum í eini grein í eins danska, men altíð hugvekjandi Brúksublaðnum, Samvirke . Í fyrra førinum varð greitt frá um sangin Grillbaren , sum er við stóra høvuðsvegin, helst ein Evropaveg, ið verður lýstur sum miðnervalagið í modernaða samfelagnum. Innan neonljósini sløkna, er lastbilasjaførurin steðgaður við bensinstøðina, at fáa sær ein bita frá servitrisuni, sum droymur um fremmandar reiðmenn á stálhesti, men má sláa seg til táls við enn einum innihaldsleysum degi, sum aftur endar í myrkri. Ein av fremstu highway desperado sangum, sum til eru á okkara leiðum. Ikki minst tá Peter Belli tekur hann fram, borar niður í hann og leggur miðnervalagið opið. Í seinna førinum var tað ein journalistisk grein um heimsins etableraðu fjølmiðlar, ið vórðu skýrdir størstu terro

Vita skalt tú: Samskifti er ikki ein nevndarførleiki

Eins og tøgn ikki kemur á ting, so er greitt, at samskifti kemur hvørki í nevnd ella ráð. Í almenna rúminum hevur ein polariserandi tørvur tikið seg upp til ikki at samskifta. Tørvurin kann best verða lýstur við at siga, at flestu bara vilja skilja og sálda rætt frá rongum. Vit og tit, havnarfólk og bygdafolk, mannafólk og konufólk, trúgvandi og vantrúgvandi. Í so máta er eingin, ið er so rættur sum klokkan. Serliga tá ið hon hevur sligið, og allarserligast tá ið hon hevur sligið fyri seinastu ferð. Tá kann verða staðfest, hvussu skarst. Kanska eru tað bara andlát, ið eru meiri staðfestandi enn løgreglutíðindi í almenna rúminum. Eftir eina hending í Mykinesi, varð sjefpolitiinspektørurin endurgivin á In.fo í gjár. Greitt er, at øvrigheitin heldur, at tað er umráðandi at siga okkum, hvat klokkan er: ”Fráboðanin úr Mykinesi kom klokkan 12.44 og klokkan 13.21 varð avgerð tikin um at boðsenda serdeildini. Klokkan 14.32 var serdeildin klár at fara av Boðanesi og klokkan 14.47 len

Fimtan orðabøkur - men hví tvær danskar?

Teldutala Nú eru 695.914 leitorð í orðabókunum hjá Sprotanum. Tey bíða bara eftir einum klikki frá tær, sigur posttænastan hjá Føroya virknasta forlagi. Frálík tænasta at hava við hondina hvønn dag. Men nú eru tvær nýggjar orðabøkur komnar afturat, so tær eru tilsamans fimtan. Umframt tiltaksorðabókina , sum eg ikki havi roynt enn, er dansk-føroyska orðabókin hjá Orðabókagrunninum komin afturat somu orðabók hjá Sprotanum. Hin fyrra, vanliga nevnd hon hjá Hjalmari, telur 54.410 leitorð og verður dagførd einaferð um árið, meðan hin seinna telur 79.631 leitorð og verður dagførd regluliga. Dagsins fyrsta orð sum vinmaðurin Óla Jákup eftirlýsir í rættstavingarbólkinum á Facebook er hagekød . Hvat er tað? Dansk-føroyska orðabókin hjá Hjalmari spyr, um eg meini við hakkekød . Tað geri eg ikki. Størra orðabókin gevur mær svar uppá tað, eg havi spurt um: Undrist yvir at tvær danskar dyr skulu vera úr okkara lítla landi. Men tað er kanska so all over . Tvey av øllum. Bíbliutýðinga

Hvussu fáa vit fólk at gjalda fyri nettilfar um mentan?

Teldutala Her er eitt boð: Mikrozinet er heitið á nýggjastu og minstu net-útgávu, sum gjaldast skal fyri í øllum Cyberdanmark. Fyri 15 kr, ja fimtan krónur um mánaðin, havi eg við gleði roynt nýggjastu net-útgávuna av danska mentanartíðarritinum Mikrozinet . Har skriva tey fýra Bo Green Jensen, Fredrikke Lett, Søren Staal Balslev og Andrea Hejlskov um tað nýggjasta innan film, tónleik, sjónvarpsrøðir, telduspøl, bókmentir og annað mentanarligt, sum tey ikki kunnu halda seg frá at skriva eina hvassa og kvalifiseraða meining um beint nú. Við stjørnum í endanum, so sum siður er í pressuni. "Tað er so stuttligt at skriva," sigur Bo Green Jensen, sum til gerandis ummælir film í Weekendavísini og gevur út eina rúgvu av bókum í egnum navni, sum  Først er jeg drengen,  ið kom undan jólum og longu er uppseld. Her fer hann at skriva mest um tónleik. Nýggjastu greinar í Mikrozine t eru um biograffilmin The Danish Girl og heimildarfilmin Peggy Guggenheim: Art Addict, og um

Skrivað stendur...

Teldutala Fyrr var samfelagið uttan sms og Facebook. Vit sótu samanstúvaði í rutubili og máttu lyfta beinið, tá sjaførurin skifti gir og traðkaði á spitarin at náa ferguna. Tá livdu vit í einum kollektivum samfelag, sum í eina øld ella so hevði lyft seg upp úr álmussusamfelagnum til eitt vælferðarsamfelag, har øll gera mun og geva sítt íkast til allra besta. Hóast vit høvdu monolittar sum Útvarpið, Telefonverkið og Landsverksfrøðingin, bar ikki til at monopolisera eina meining, taka hana framm í morgunsendingini, sum øll lurta eftir, og so sleppa at sláa øll hini í høvdið. Just for the sake of it. Tí nú snýr tað seg um hini móti okkum. Tú skalt aldrin sleppa at gera tað, sum vit ikki gera. Tú skalt ikki sleppa at tjekka telefon, banna, roykja, keypa vín, hyggja eftir fúlum, stuðla LGBT, skifta flokk um tú ert kvinna, skriva lesarabrøv um tú ert løgmaður, taka bíløt á føðideildini, bjóða børnum á Kambsdali í Burger King, fáa tær sjálvum ein bita í Atlantsflogi - ella fáa tað pens

Telefonin í skápið...

Teldutala Eg helt, at tað var ein nýggj regla í táttinum um Óla Jákup hjá Jensi , sum fór at mjólka einum frensi, og nú legði telefonina í skápið. Men nei. Sjónvarpstíðindini eru í ramasta álvara. Onga telefon í modernaða skúlanum. Tað verður spennandi at fylgja við, hvussu leingi telefonbannið fer at rigga. Tí fartelefonin er vorðin meginnervalagið í vitanarsamfelagnum. Tað er har tú skrivar og leitar, fotograferar, ert á Facebook, spælir Spotify, og sum vaksin tastar inn og út til arbeiðis í TotalView. Tað munnu vera tíggju ár siðani at eg intervjúvaði stjóran á elsta fólkaskúla í Havn um hetta sama. Tá segði hann somu orð. Hugsi ikki hann hevði sagt somu orð ídag, tíggju ár og nógv cyberár seinni. Ikki tí, eg hevði ikki sent børn í skúla fyri at tosa í telefon, men fyri at læra. Men tað leiðir til næsta spurning: Ber ikki til hjá lærarum ella starvsfólkum, tey eru tilsamans áttaogfjøruti í hesum skúla, at lata upp fyri bara eini lærufunksjón í telefonini, so hon kundi verið ei

Les bloggin við talu

Hoyr tekstin her Nú ber til at lesa bloggin við teldutalu. Trýst á slóðina omanfyri, ella eina av slóðunum, sum er á bloggunum niðanfyri. So kemur tú inn í valmyndina, sum sæst omanfyri. Trýst so á play niðast vinstrumegin. So verður teksturin lisin upp. Ovast høgrumegin kanst tú velja, um ein maður, Hanus, ella ein kona, Hanna, skal lesa. Beint niðanfyri kanst tú áseta lesiferðina, skjóta ella spakuliga.

Til lukku, SEV!

SEV fær Náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015 fyri at gera føroyska elveiting grønari. Virðislønin er 350.000 krónur, sum SEV stjórin Hákun Djurhuus fekk handaðar í Hørpuni í Reykjavík í kvøld saman við standmyndini Nordlys . Omanfyri sæst formaðurin, Jákup Suni Lauridsen, halda røðu. Á informatiónsríku heimasíðuni hjá SEV sæst greitt, hvussu el-orkuframleiðslan er í løtuni, og hvussu hon er býtt sundur. Klikk á myndirnar og kom beint á upplýsingarnar: Tann blaðsíða, sum eg er fegnastur um í nýkomna atlassinum hjá Námi, er á síðu 34. Har hevur Ole Wich teknað eitt regnkort, sum eftir tølum hjá Eliasi Davidsen frá 1992, ið aftur byggja á tøl frá DMI í árunum 1961-1990, og nýggjum upplýsingum frá SEV um avfalsøki, vatngoymslur, vatnorkuverk, rør, tunnlar og áarinntøk, vísur elframleiðslu í meðal fyri árini 2004-2013. Eitt spennandi regnkort úr hæddunum í okkara egna landi. Takk fyri upplýsingarnar, SEV! Norðurlendska hátíðarløtan í kvøld varð send bein

Í fyrstuni

Í fyrstuni var myndin av orðinum so kom orðið orðið, sum var í fyrstuni og nú er í tøknini. Men uttan orðið er einki. Undir himmalinum er einki 2.0, duga vit ikki at skriva. Tá eru vit einki. At skriva læra vit bara við at skriva. Web 2.0 er einki, uttan bara forfengiligt stakkalastás, duga vit ikki at skriva. Skrivið so - í bloggin! Motiverand messa fyri lærarum at brúka blogg sum opið skriviamboð á skeiðnum Skúlin i netsamfelagnum  í Norðurlandahúsinum 26.-29. oktober 2015.