Skip to main content

Í fyrstuni


Í fyrstuni var myndin av orðinum
so kom orðið
orðið, sum var í fyrstuni
og nú er í tøknini.

Men uttan orðið er einki.

Undir himmalinum er einki 2.0,
duga vit ikki at skriva.
Tá eru vit einki.

At skriva
læra vit bara
við at skriva.

Web 2.0 er einki,
uttan bara forfengiligt stakkalastás,
duga vit ikki
at skriva.

Skrivið so -
í bloggin!

Motiverand messa fyri lærarum at brúka blogg sum opið skriviamboð á skeiðnum Skúlin i netsamfelagnum í Norðurlandahúsinum 26.-29. oktober 2015.